Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Formansumfarð og rúsevnismisnýtsla
    Fyrsta formansumfar undan løgtingsvalinum 8. desember var í gjárkvøldið í sjónvarpinum, og vit fara at venda hesum saman við nøkrum politiskum eygleiðarum, hvussu teir ímynda sær, at valstríðið fer at vera.
    Og so hevur Fólkaflokkurin fingið nýggjan formann, tí í gjárkvøldið var Beinir Johannesen valdur til formann í flokkinum. Hetta fara vit sjálvandi eisini at umrøða saman við eygleiðarunum.
    57 min
  • Breddin: Løgtingsval og Fólkaflokkurin
    Eftir at Jenis av Rana var koyrdur frá sum landsstýrismaður, brast aftur ein politisk bumba í morgun, tí klokkan 9.08 í morgun boðaði Christian Andreasen frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.
     
    Løgmaður hevur sum kunnugt skrivað út nýval til Løgtingið, tí samgongan hevur mist meirilutan, eftir at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni.
    Spenningur var leingi í luftini í gjár um, nær løgmaður fór at trýsta á valknøttin, og stutt fyri klokkan trý varð greitt, at vit hósdagin 8. desember aftur skulu taka støðu til, hvar krossurin skal setast.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Politiska støðan
    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, misti tolið við landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana í gjár, tí hann yvir eitt longri tíðarskeið hevur bjóðað diplomatisku og rúmligu tilgongdini hjá sær av, sum løgmaður málbar seg.
    Tí fekk landsstýrismaðurin durafjórðingin frá honum í gjár.
    Mest sannlíka úrslitið av hesum er, at vit fáa eitt løgtingsval í úrtíð, sum helst verður tíðliga í desember.
    32 min
  • Breddin: Føroysk umboðan á Fólkatingið
    Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt vart við seg við lesarabrævinum "En kongemagers bekendelser", har hann setur spurning við leiklutin hjá føroysku og grønlendsku umboðunum á Fólkatingið.
    Vit spyrja tey bæði fólkatingsumboðini hvørt tað enn er viðkomandi við føroyskum umboðum á Christiansborg. Eisini tosa vit við Una Holm Johannesen, samfelagsfrøðing og viðmerkja, um hvønn hugburð politikkarar og veljarar í Føroyum hava til fólkatingsval í mun til løgtingsval.
    Lagt til rættis hava Kári Mikkelsen og Kristinn Vang.
    37 min
  • Breddin: Føroysku fólkatingssessirnir og danska ríkisskipanin
    Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg til stjórnarsamráðingar.
    Fólkatingsvalið í Danmark týsdagin gav vinstraveinginum og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum samráðingarrættin til at skipa eina nýggja stjórn. Tær samráðingarnar byrja í dag, og tað verður ikki við flokkarnar á reyða veinginum sum teir fyrstu, men við teir bláu hinumegin miðjuna í donskum politikki.
    42 min
  • Breddin: Stjórnarsamráðingar í Danmark og bústaðarmarknaðurin
    Stjórnarsamráðingar eru so smátt við at byrja í Danmark, og tað er sitandi forsætisráðharri, Mette Frederiksen, sum stendur á odda fyri teimum. Vit fáa tað nýggjasta frá Kaj Joensen av Christiansborg.
     
    Bústaðarmarknaðurin er heldur trekari, enn hann hevur verið, og tað tekur longri tíð at selja hús og bústaðir, enn tað hevur gjørt. Sum heild tí, at keypararnir eru vorðnir meira varnir, áðrenn teir sláa til.
    Hinvegin eru sethúsaprísirnir ikki falnir.
    41 min
  • Breddin: Fólkatingsval og forsetaval í Brasilia
    Tvey val fara at fylla sendingina í dag - eitt heimligt, og hitt úttan úr heimi.
    Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinnum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum vera føroysku umboðini í Fólkatinginum komandi fýra árini, men aftanfyri yvirskriftina stinga nógvir spurningar seg undan.
    Vit fara at hyggja nærri at valúrslitinum í gjár saman við Eiriki Lindenskov og Inga Samuelsen.
     
    Og síðst í sendingini fara vit til Brasilia, har Lula hevur megnað at koppað sitandi forsetanum Bolsonaro, sum tó enn ikki hevur viðurkent tapið.
    1 hr
  • Breddin: Fólkatingsval
    Við fyrsta formansumfarinum í sjónvarpinum í gjárkvøldið er føroyska fólkatingsvalstríðið nú av alvára byrjað.
    Men hvat stendur eftir orðaskifti í gjárkvøldi?
    Í Breddanum í morgun viðgera vit fyrsta formansumfari saman við Jóhann Lútzen og Una Holm Johannesen, politiskum viðmerkjarum.
    Gjørt sendingina: Hallur av Rana, Jógvan Skeel Nolsøe og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur
    38 min
  • Breddin: Trygdarviðurskifti
    Russland er ein hóttan móti trygdini í danska kongaríkinum, og tørvur er á øktum eftirlitið í Norðuratlantshavi. Tað er millum rámu niðurstøðurnar í einari trygdarfrágreiðing, sum bleiv løgd framm mánadagin. Harumframt hevur Danmarks Radio staðfest, at verjuskipini, sum danska verjan hevur kring Føroyar og Grønland, eru bæði gomul og slitin. 
    Men hvønn týdning hevur nýggja trygdarfrágreiðingin fyri Føroyar? Tað spyrja vit millum annað landsstýrismannin í uttanríkismálum.
    37 min
  • Breddin: Fólkatingsval
    Óalment byrjaði danska valstríðið longu fyri fleiri vikur síðan, men nú tykist greitt, at tað almenna valstríðið byrjar. 
    Tí á middegi í dag hevur Mette Frederiksen boðið miðlunum til tíðindafund á Marienborg og sambært donskum miðlum er eittans evni á skrá. 
    Fráboðan um val. 
    Hetta hendir eftir, at forkvinnan fyri Radikalu Venstre, Sofie Carsten Nielsen, í summarferiuni gjørdi greitt, at flokkurin fór at reisa misálit á forsætisráðharran, um hon ikki útskrivaði val í samband við setanina av Fólkatinginum.
    1 hr 2 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners