Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Arbeiðstrot og búskapurin
    Tað er trýst á arbeiðsmarknaðinum. Og hevur nú verið tað í nøkur ár.
    Fyrst í september boðaði arbeiðsloysisskipanin frá, at ongnatíð áður høvdu so fá fólk fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan. Hesi vóru 138 fólk. 
    Samstundis lýsir heimasíðan hjá ALS í dag við, at tey hava 97 starvslýsingar.
    Og enn koyra vit meira á motorin, tí 1. august í ár vóru vit 260 fleiri løntakarar enn um somu tíð í fjør. Í alt vóru 27.594 løntakarar í Føroyum í august, í mun til 138 í als skipanini.
    45 min
  • Breddin: Fólkatingsval og ukrainskt mótálop
    Í Danmark eru flokkarnir farnir í valstríð og fyrsta sjónvarpaða kjakið hevur longu verið millum Mette Frederiksen, forsætisráðharra og forkvinna hjá Sosialdemokratunum, Jakob Elleman Jensen, formann í Vinstra, og Søren Pape Poulsen, formann hjá teimum Konservativu, sum bjóða seg fram at stjórna Danmark eftir valið.
    Føroyskir veljarar manna tveir av sessunum, men áhugin at vinna teirra tokka tykist ikki vera serliga stórur. Ikki enn í øllum føri.
    40 min
  • Breddin: Elprísir og býarkjarni
    Vit standa frammanfyri ringastu orkukreppu síðani sjeytiárini. Tað var dapri boðskapurin frá danska orkumálaráðharranum, Dan Jørgensen, tá stjórnin, regiónirnar og kommunurnar løgdu fram eina felags ætlan fyri, hvussu danir kunnu spara orku. Sama støða er galdandi í Bretlandi og flestu av londunum í Vesturevropa. Elprísirnir eru fleirfaldaðir. Í eini roynd at fáa bilbukt við støðuni eru orkumálaráðharrarnir í ES á fundi í Brússel ídag.
    39 min
  • Breddin: Truss & politikkurin og orkusjónarmið hjá FAG
    Í vikuni fekk Bretland nýggja forsætisráðharra. Men tað er eitt samfelag í stórum trupulleikum, ið nýggi, konservativi leiðarin, Liz Truss, nú skal standa á odda fyri. Regin Berg, útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen, og Bjarni í Liða, útbúgvin búskaparfrøðingur frá London School of Economics, greina støðuna í útvarpsstovuni. Eisini fáa vit eina støðulýsing frá Katrin Johannesen, journalisti, sum býr í býnum Brighton við ensku suðurstrondina.
    51 min
  • Breddin: Tiltøkini móti Russlandi
    Formenninir í øllum politisku flokkunum fingu fundarboð úr Tinganesi í gjár. Á dagsskránni vóru revsitiltøkini móti Russlandi. Russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar, og kríggið hevur nú vart í meira enn hálvt ár.
    51 min
  • Breddin: Ferðavinnan
    Ferðavinnan blomstraði í 2019, men so kom korona, sum steðgaði øllum. 
    Nú korona er av, hevur ferðavinnan av álvara ment seg aftur, og so mikið væl gongst, at ferðafólkatalið umvegis flogvøllin er farið upp um talið, sum tað var í mai 2019, ið tá var tað hægsta nakrantíð fyri ein mai-mánaða.
    Vit seta í hesum seinasta Breddanum undan summarfrítíðini sjóneykuna á ferðavinnuna. Hvussu hevur hendan vinnan tað, er hon broytt eftir koronutíðina, og hvussu síggja framtíðarútlitini út.
    49 min
  • Breddin: Avtalan um radaran verður undirskrivað
    Í dag var avtalan um lofteftirlitsradaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, undirskrivað.
    Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Morten Bødskov, verjumálaráðharri, skrivaðu undir avtaluna í Tinganesi, og teir høvdu síðani tíðindafund.
    Breddin sendi beinleiðis frá undirskrivingini og tíðindafundinum, og Hallbera West, Ph.d í stjórnmálafrøði, var í útvarpstovuni, var í útvarpsstovuni og gjørdi viðmerkingar.
    59 min
  • Breddin: Granskingareind og universitetssjúkrahús
    Vit skulu hava eina granskingareind skipaða í føroyska sjúkrahúsverkinum og síðani eitt universistetssjúkrahús.
    Tað heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum í gjár legði eitt tilmæli fram um hesar ætlanir.
    Men hvat er eitt universitetssjúkrahús, og hvussu virkar í mun til eitt vanligt sjúkrahús.
    Hetta venda vit í sendingini í dag.
    42 min
  • Breddin: Hóttan um misálit
    Óvanliga grov og respektleys handfaring, og fólkaræðisligu spælireglurnar eru settar til viks, søgdu andstøðutingmenn í gjár.
    Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Jacob Vestergaard, løgtingsmaður í Fólkaflokkinum, sum allir eru limir í uttanlandsnevndini, kjakast í útvarpsstovuni.
    Lagt til rættis: Tróndur Olsen, Frants Jensen og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    37 min
  • Breddin: Skattalætti og Atlantic Airways
    Rinda havnarborgarar ov nógv í skatti?
    Tað er miðdepilin í einum kjaki, nú høvuðsstaðarkommunan hevði næstan 1,2 millard í inntøkum í fjør.
    Inntøkur, sum stava fyrst og fremst úr lummunum hjá borgarunum, sum rinda kommunuskatt. Ein skattur, sum hevur verið óbroyttur seinastu fimm árini.
    Og tað hevur elvt til kjak, um tíðin ikki er búgvin at lata nakað av peninginum vera verandi í lummunum hjá borgarunum.
    Annika Olsen, býráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, kjakast um evnið í útvarpsstovuni.
    38 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners