Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Oljuprísurin og elbilar
    Vit spyrja, hvørja ávirkan tað kann fáa, og um vit skulu rokna við, at fleiri fólk fara at keypa sær elbil nú.
    Lagt til rættis: Tróndur Herason Olsen, Frants Jensen og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    37 min
  • Breddin: Stjóralønir og fólkaatkvøða í Danmark
    Lønin hjá nevnd og stjórn í almennu partafeløgunum elva javnan til orðaskifti.
    Bæði í politisku skipanini og almenna rúminum annars.
    Spurningurin verður eisini ofta reistur, um tað er rímiligt, at ávísir stjórar í almennum partafeløgum forvinna væl omanfyri 100 túsund krónur um mánaðin.
    Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Bill Justinussen úr Miðflokkinum skifta orð um lønarlagið í vinnufeløgunum hjá landinum.
    Fólkaatkvøða í Danmark
    44 min
  • Grønt orkuskifti og kvinnur í politikki
    Í drúgva tíð hava myndugleikarnir roynt at fáa fólk at leggja um til grøna orku, men tað hevur gingið striltið.Nú er vent í holuni. Eftirspurningurin er vaksin nógv, nú oljuprísurin er hækkaður so nógv, at veitararnir klára ikki at nøkta tørvin.
    Kvinnuumboðanin í føroyskum politikki eru ov vánalig, og nú tvey val eru fyri framman, er Demokratia farið til verka at fáa flokkarnar at fáa fleiri kvinnur á ting. Hví er vantandi javnstøða ein trupulleiki? Og hvat skal til fyri at fáa fleiri kvinnur á ting?
    40 min
  • Breddin - Fangi hjá Islamskum Stati
    Í apríl vóru El Shafee Elsheik og Alexanda Kotey, limir í Islamska statinum, dømdir sekir í at fremja yvirgang, og pína og avrætta gíslar í Sýria.
    Kotey fekk lívslanga fongulsrevsing, meðan dómurin hjá Elsheik verður avgjørdur seinni í ár.
    Talan er um søguligar og týdningarmiklar dómar, tí teir vóru dømdir í USA fyri yvirgang í Sýria, har flestu av yvirlivandi ofrum teirra ikki høvdu sæð andlitini á gíslatakarunum, sum høvdu havt samband við teir.
    46 min
  • Breddin: Veljarakanningar og kríggj í tríggjar mánaðir
    Tríggir mánaðir eru nú síðani at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina. Kríggi er aftur á duragáttini hjá okkum í Evropa.
    Umframt at senda vápn til Ukraina, eru revsipakkar oman á revsipakkar samtyktir, sum skulu sannføra russar um, at tað, landið nú ger, er skeivt.
    Men hevur tað nakra ávirkan?
    Vit hoyra frá russara í Moskva um hvat merkist til kríggi og revsitiltøkini.
     
    Og tvær veljarakanningar vóru kunngjørdar í síðstu viku, við nøkrum tølum, sum líktust, og øðrum, sum peikaðu heilt í hvør sína ætt.
    36 min
  • Breddin: Politiskt kjak um prísvøkstur og hjálparpakkar
    Tað gerst alsamt dýrari at liva. 
    Tað er ein sannroynd, sum borgarar um allan heim merkja í hesum døgum, nú inflasjónin í fleiri av heimsins londum er tann størsta í eitt mannaminni. 
    Sambært mátingum hjá altjóða marknaðarfyritøkuni Ipsos elvir prísvøkturin til stúran hjá 32 prosentum av borgarunum í 27 londum í apríl 2022. Tað er ein munandi vøkstur samanborið við fyri tveimum árum síðan, tá covid-farsóttin gjørdi, at 8 prosent av teimum spurdu stúrdu fyri prísvøkstri.
    32 min
  • Rættindi hjá útlendingum og formaðurin í Búskaparráðnum
    Tørvurin á arbeiðsmegi er stórur, og við eini fasttrack-skipan er vorðið munandi lættari og skjótari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið. Men hvussu er við eftirliti, og hvat er galdandi, tá útlendsk arbeiðsmegi kemur til Føroya?
    Kann formaðurin í Búskaparráðnum sita við til sáttmálasamráðingar, umboðandi annan partin?
    Luttakarar: Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, Sólvá Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni,Liljan Weihe, journalistur og samfelagsfrøðingur, Jógvan Páll Lassen, advokatur.
    30 min
  • Breddin: Prísvøkstur og NATO
    Inflatiónin er tann størsta í 40 ár. Danir hava sett stuðulstiltøk í verk, men í Føroyum verður onki gjørt í bræði.
    Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, kjakast í útvarpsstovuni.
    30 min
  • Breddin: Húsarhaldini undir trýsti
    Aftaná fleiri ár við búskaparvøkstri, vaksandi lønum og vælferð hava covid-19 og kríggið í Ukraina skapt ein nýggjan búskaparligan veruleika. 
    Ein veruleika við einum høgum prísvøkstri, sum av álvara leggur føroysku húsarhaldini undir trýst. 
    Men hvørja ávirkan hevur tað á fólk at mugu venda hvørjari krónur og hvat eru langtíðaravleiðingarnar av at liva undir fíggjaligum sperdum korum.
    Teir spurningarnar seta vit Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindi, meðan Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, greinar støðuna.
    20 min
  • Breddin: Gongd í haga
    Tey hava roynt at funnið semju. Jarðir, ferðavinnan, arbeiðsbólkar og politiska skipanin.
    Framvegis er eingin loysn um gongd í haga í eygsjón.
    Skulu gjaldsportini roynast í rættarskipanini? Skulu vit hava eina fólkaatkvøðu?
    Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, kjakast í útvarpsstovuni.
    34 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners