Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Hilton og Norðurírland
    Løgmaður heldur, at Atlantsflog eigur at selja sín part í Hilton Garden Inn á Staravegnum.
    Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Ruth Vang, Framsókn, og Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin, skifta orð, um Atlantsflog eigur at sleppa sær av við hotellið.
    Og tað var eitt søguligt tjóðartingsval í Norðurírlandi í síðstu viku.
    Loysingarflokkurin Sinn Féin var størsti flokkur. Og tað er fyrstu ferð í 100 ár.
    Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Hallur av Rana og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    37 min
  • Breddin: Koltursætlan og vakmyndatól
    Løgtingið fer í dag at samtykkja heimild til landsstýrið at játta 9 milliónir krónur til sonevndu koltursætlanina hjá Tjóðsavninum. Játtanin er treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av koltursætlanini, sum í alt er mett kosta 65 milliónir krónur. Ætlanin fevnir um varðveiting og nýbygging av býlingum í Koltri og um at endurskapa upprunaligu náttúruna í oynni. Vit ringdu til bóndan í Koltri, Bjørn Patursson, um hvat gerast skal í oynni, og høvdu stjóran á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, í útvarpsstovuni at skifta orð um ætlanina.
    42 min
  • Breddin: Samferðslupakkin
    Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár sítt banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin ikki kemur í Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí longu í morgin. Ósemja er um fleiri av pørtunum í pakkanum, og tí hevur samgongan slept at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur undir ólavsøkutingsetuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um hann kemur aftur.
    55 min
  • Breddin: Revsitiltøk
    Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár sítt banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin ikki kemur í Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí longu í morgin. Ósemja er um fleiri av pørtunum í pakkanum, og tí hevur samgongan slept at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur undir ólavsøkutingsetuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um hann kemur aftur.
    1 hr
  • Breddin: Pumpuskipan og franska forsetavalið
    Ein ætlað útbygging hjá SEV, sum snýr seg um eina stóra pumpuskipan í Vestmanna, svarar til eina íløgu á hædd við ein undirsjóvartunnil, ella umleið 1,3 milliardir krónur. Hetta fer at økja skuldina hjá almenna orkufelagnum við meira enn einum triðingi. Hevur SEV ráð til hetta, og kunnu brúkararnir rokna við hægri elprísum, fara vit millum annað at spyrja ein greinara og stjóran hjá SEV.
    49 min
  • Breddin: H-bygningurin og støðan í Ukraina
    H-bygningurin ørkymlar hjá arbeiðstakarar og í politisku skipanini, sum aftur nú fer at játta fleiri pengar til byggiverkætlanina.
    Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn skifta orð í útvarpsstovuni.
    Og so tosa vit við tíðindamannin Rasmus Tantholdt um støðuna í Ukraina.
    Lagt til rættis: Tróndur Herason Olsen, Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    40 min
  • Breddin: Revsitiløk og ríkisveitingin
    Bretskir parlamentslimir siga, at tað er moralskt skeivt, at Føroyar samstarva við Russland, og ikki seta ítøkilig revsitiltøk í verk.
    Tað fekk Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at vita, tá hann hitti parlamentslimir í London í gjár.
    Løgmaður heldur, at hann og parlamentslimirnir fingu tosað seg til rættis.
    Føroyar hava víðfevnt samstarv við Russland.
    Tí vit útflyta eisini nógva olju til russisk skip. Í virði er tað næststørsta útflutningsvøra eftir fiskaútflutningin.
     
    Ríkisveitingin skerjast
    30 min
  • Breddin: Russisk skip og sparingar í Almannaverkinum
    Nú er líkt til, at Føroyar fara at forða russiskum skipum at leggja at og umskipa í føroyskum havnum.
    Vit spyrja, hvussu tað fer at ávirka virksemið við bryggjukantin.
    Millum 50 og 100 fólk verða rakt, nú Almannaverkið noyðist at spara.
    Politiskt orðaskifti í útvarpsstovuni millum Sólvit Nolsø, landsstýrismann í almannamálum, og Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
    Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.
    30 min
  • Breddin: Eftirlønaravkast og flóttafólkalóggáva
    Niðurstøðan í seinastu kanningini hjá Tryggingareftirlitinum er, at donsku eftirlønarfeløgini fáa munandi meira burturúr teimum pengunum, sum tey fáa litið upp í hendi av arbeiðstakarunum. Í tíðarskeiðinum frá 2016 til 2020 var árliga íløguavkastið hjá teimum føroysku feløgunum í miðal 3,1%, ið er munandi lægri enn avkastið hjá donskum feløgum, sum var 5,8%.
    55 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners