Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: ES-verjupolitikkur og støðan í Ukraina
    Røringur er nú í Evropasamveldinum fyri at víðka um samstarvi, so at tað eisini gerst ein hernaðarligur felagsskapur.
    Hvat kemur hetta at merkja, og verður ES nú kappingarneyti til NATO?
    OG
    Vit kaga til Ukraina og hyggja at hernaðarligu støðuni, sum í økjum gerst alsamt meira fastløst, hvat hetta ger við friðartingingarnar og hvussu útlitini eru fyri, at fáa frið aftur í evropa.
    Gjørt sendingina: Krista Johnsdóttir Kreutzman, Frants Jensen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    27 min
  • Breddin: Breitt kjak um arbeiðsmarknaðin
    Skattafrádráttur til ávísar fakbólkar, serlig lønarpulja til at lyfta ávísar fakbólkar, styttri arbeiðsvika, og veruligar sáttmálasamráðingar, ið ikki frammanundan eru fastlæstar í ásettum lønarkarmi. Síðstu dagarnar hava vit hoyrt fleiri boð uppá, hvussu loysast kann upp á fastlæsta, almenna arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at arbeiðsmegi fæst til tey øki, har tørvurin er størstur. Innan eldra-, røktar- og dagstovnaøkið mangla starvsfólk, og sambært framskrivingum hjá Búskaparráðnum verður tørvur á nógv fleiri starvsfólkum til hesi øki næstu árini.
    46 min
  • Breddin: flóttafólkalóggáva og náttúruvernd
    Lógaruppskotið um at veita fyribils uppihaldsloyvi til fólk, sum eru rikin burtur úr Ukraina, verður seinni í dag endaliga samtykt í danska Fólkatinginum. Lógin hevur skund, tí fyrstu fólkini úr Ukraina eru komin til Føroya, og fleiri eru á veg, væl at merkja sum ferðafólk.
    50 min
  • Breddin: Fámjinstunnil og skattafrádráttur
    Fámjinstunnilin dýrkar 38 milliónir krónur - úr 169 milliónum upp í 207 milliónir krónur - áðrenn spakin nakrantíð er settur í. Løgtingið er biðið um at játta pengarnar, og hóast umbønin væntandi verður gingin á møti, so vísti 1. viðgerðin stóra skepsis millum løgtingsfólk.
    Fyri pengarnar fær landið 1,2 kilometrar av tunli og 1,4 kilometrar av vegi.
    Vit biðja stjóran á Landsverki, Sigurd Lamhauge, greina rokningina.
    41 min
  • Breddin
    Kríggið í Ukraina er harnað í nátt, aftaná at russiskar herdeildir hava víðkað um bumbuálopini til eisini at umfata býir har vestri í landinum. 
    Samstundis verður fráboðað úr Ukraina, at russiskar herdeildir eru farnir at kringseta fleiri ukrainskar býir. 
    Vit hoyra tað nýggjasta úr Kyiv, har Rasmus Tantholt, journalistur fyri TV2, er staddur. 
    Trygdin í hásæti
    39 min
  • Breddin
    Russiska innrásin í Ukraina og eftirfylgjandi handilstiltøkini millum Vesturheimin og Russland merkjast nú á bankakontunum hjá føroyingum. 
    Prísurin fyri at hita húsini við gassolju er vaksin við 65 prosentum seinasta árið. 
    At fylla tangan á bilinum við diesel er vorðið 63 prosent dýrari, meðan prísvøksturin á blýfríum bensini er 45 prosent. 
    Men hvussu ávirkar vaksandi oljuprísurin føroyska búskapin og føroysku húsarhaldini?
    37 min
  • Breddin
    Yvir tvær milliónir fólk eru nú flýdd undan krígnum í Ukraina. 
    John Johannesen er staddur við markið millum Ukraina og Pólland, har hann hevur hitt føroyingin Boga Linklett, sum býr í Eysturpóllandi saman við konuni ukrainsku Katrine Linklett.
    Bogi Linklett og Katrine Linklett
    1 hr 1 min
  • Breddin
    Russiska innrásin í Ukraina heldur fram á 12. degi. 
    Enn megna ukrainar at halda stand í teimum størstu býunum, men russiska krígsmaskina nærkast alsamt.
    35 min
  • Breddin
    - Ein umvendur Robin Hood politikkur. 
    Tað var ein bersøgin formaður í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, sum í gjár fanst at bústaðarpolitikkinum hjá landinum og kommununum. 
    Og bústaðarpolitikkurin fekk av grovfíluni.
    Natúrliga javnvágin millum útboð og eftirspurning er somikið skeiklað, at spekulasjón er komin í bústaðarmarknaðin, ljóðaði skotsmálið.
    Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, hittast til eitt kjak í útvarpsstovuni.
    34 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners