Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum
    "Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum - avbjóðingar og uppskot til loysnir." Tað er heitið á frágreiðingini, sum landsstýrið fekk handað seinnapartin í gjár. Talan er um eitt hugskots-katalog - har eru 27 uppskot til loysnir, sum kunnu bøta um stóra tørvin á starvsfólki til okkara vælferðarøki.
    1 hr 2 min
  • Breddin: Skipalarmur og sálarfrøðitilboð 15-35 ár
    Kommunala reglugerðin um larm frá skipum er bara eitt skálkaskjól fyri at kunna halda fram við at larma, sigur felagsskapurin Heimafriður. Forkvinnan í Heimafriði, Trina Eysturoy, og borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, kjakast um larm við havnaløg og markvirði.
    43 min
  • Breddin: Oljunýtsla & avreiðingarvirði og fíggjarpolitikkur & -stýring
    Hóast samlaða føroyska oljunýtslan í Føroyum er økt við 40 prosentum seinastu 30 árini, so er oljunýtslan hjá fiskiflotanum ikki økt síðani 1992. Tað vísa úrslit hjá granskingargrunninum Sjókovanum, sum legði sína ársfrágreiðing fram í Smæruni í Havn í gjár. Tann skipabólkurin, sum megnar at fáa størst avreiðingarvirði fyri hvønn litur av olju, eru línuskipini, meðan partrolararnir í 2021 brúktu mest olju fyri hvørt kilo av fiski.
    1 hr 2 min
  • Breddin: Zelensky á sjarmuferð og franska forsetavalið
    Meðan kríggið hevur herjað við sama lag í Ukraina seinastu vikuna, hevur forsetin, Volodomyr Zelensky, verið á einari talgildari sjarmuferð í norðurlendsku parlamentunum fyri at søkja fíggjarligan, diplomatiskan og hernaðarligan stuðul. 
    Men hevur hann fingið tað burturúr, sum hann ynskti?
    Vit lodda dýpið fyri undirtøkuni og hyggja at røðunum hjá Ukrainska forsetanum, sum bæði bergtaka og skelka parlamentarikarar í hesum døgum.
    Franska forsetavalið
    1 hr
  • Breddin: Gongd í haga
    Hálvttriðja ár eftir, at samgongan bleiv skipað, røkist lítið fyri einari loysn á málið um gongd í haga. 
    - Eg klári ikki at liva upp til tað, sum stendur í samgonguskjalinum um, at vit skulu finna eina semju í málinum um gongd í haga. Tað ber heilt einfalt ikki til, tí tað er so langt millum partarnar.
    Hetta sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann fyrr í viku bleiv spurdur av dimma.fo, tá hann bleiv spurdur um viðmerking til hvar málið um gongd í haga lá.
    54 min
  • Breddin: Fráfaringaraldur
    Aldurin eigur ikki, at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.
    Tað stendur í samgonguskjalinum og við lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um at hækka fráfaringaraldurin, tekur landið enn eitt fet tann vegin. 
    Enn er tað tó bert Tórshavnar Kommuna, sum heilt hevur avtikið fráfaringaraldurin, men í næstum ætlar samgongan at hækka fráfaringaraldurin úr 70 árum og upp í 72 ár. Tað er fyri tey sum eru tænastumannasett.
    46 min
  • Breddin
    Skifti millum vetrartíð og summartíð elvir hvørt ár til eitt tikkandi kjak um, hvørt tað er rætt ella skeivt at halda fast í at skifta ímillum. Men er tíðin farin frá hesum? Tað heldur løgmaður, sum fer at skifta orðn við Akseli V. Johannesen, fyrrverandi løgmanni um eina løtu, og 23 átøk skulu flyta Føroyar longri fram á grønu leiðini. Tað er ætlanin hjá fimm av sjey flokkum á tingi. Men er tað nokk? Umboð fyri uppskotsstillara og andstøðuna hittast í útvarpsstovuni.
    41 min
  • Breddin
    Matur og matvørðutrygd er aftur vorðin ein spurningur eftir, at Russland valdi at gera innrás í Ukraina. Tí hóast russisku bumburnar hvørki raka okkum, ella nær við, so merkjast búskaparligu ringarnir hjá okkum, og alla aðrastaðni.
    Matvørðuprísirnir fara beint uppeftir, tí nú er tað ikki bert inflatiónin, sum ger alt dýrari, matvørðuframleiðslan er undir trýsti, tá stóru kornmarkingar í Ukraina eru krígsherjaðar, og landi hevur sett í verk útflutningsbann, og Russland hevur avmarkað kornútflutningin.
    56 min
  • Breddin
    Ein mánaður er liðin, síðani fyrsti loftávaringarlúðurin ljóðaði í Ukraina, og boðaði frá rakettálopum.
    Men hvussu er støðan í Ukraina í dag, hvussu uppliva tey kríggi í Russlandi, og hvat ger Russland fyri at stýra krígsmyndini?
    Vit hoyra tað nýggjasta úr Kyiv, ein lesandi í Russlandi greiður hvussu hann upplivir kríggi úr Moskva, granskari í russiskum miðlum greiður frá miðlastýringini í Russlandi, og Heini í Skorini, Ph.D í altjóða viðurskiftum, viðmerkir støðuna í Ukraina.
    46 min
  • Breddin
    Foreldramyndugleiki, rætturin hjá børnum til foreldur, ella páparættindi.
    Broytingar í foreldramyndugleikalógini skulu nú gerast, men uppskotið festi veruliga í kjaki í tinginum í gjár.
    Men hvat snýr uppskotið seg um? landsstýrismaðurin greiðir okkum frá tí, og so vera limir úr trivnaðarnevndini í útvarpsstovuni og kjakast um uppskotið, sum helst verður munandi broytt áðrenn tað kemur aftur í tingið.
    OG
    54 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners