Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Upsafiskiskapur og avlopskravið hjá Rúsuni
    Upsafiskiskapurin er søguliga lágur. Í fjør fiskaðu skipini bara góð 15.000 tons av upsa. Hagtølini yvir upsafiskiskapin aftur til 1960 vísa ein rímuliga javnt høgan fiskiskap, fleiri ár eru fiskað meira enn 60.000 tons av upsa. Seinasta tíðarskeiðið við upsafiskiskapi á hesum støði vóru árini frá 2005 til 2010. 
    Í meðal - frá 1960 til ídag - eru fiskað umleið 36.000 tons av upsa um árið. Men líka síðani 2010 hevur upsafiskiskapurin verið minni enn søguliga miðaltalið, 36.000 tons um árið.
    32 min
  • Breddin
    Nú styttist av álvara til sendirøðin Trom verður at síggja á norðurlendsku stroymingstænastuni Viplay.
    Og í Føroyum hevur tað elvt til eitt kjak, um korini hjá filmsvinnuni í Føroyum. 
    Higartil hevur verið trupult at útvega fígging til hesa vinnu, men kann nýggja sendirøð beina vegin fyri eini størri játtan?
    Tann spurningin seta vit Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Heðin Zachariasen, tingmann fyri Fólkaflokkin, sum bæði eru limir í Mentanarnevnd Løgtingsins. 
    Verjuavtala
    31 min
  • Breddin: Stormskaðagrunnur og spenta støðan í Ukraina
    Fleiri stormar, ógvuslig áarføri og munandi meira avfall hava seinnu árini ført til fleiri stormskaðar kring landið. Bara í Húsavíkar kommunu eru tríggir stormskaðar skrásettir seinastu fimm árini, meðan man í Landsverki eisini upplivir avbjóðingar við broytta veðrinum.
    Skaðarnir í Húsavíkar kommunu kosta 9 milliónir krónur at umvæla, og tað svarar til samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi í trý ár. 
    Av tí at summir skaðar eru bráneyðugir at umvæla, hevur kommunan søkt um fíggjarligan stuðul frá landinum. Tað gjørdu tey longu í 2020.
    33 min
  • Breddin: Alifyritøkur og springaradráp
    Delfindráp skal bannast. 
    Avleiðingarnar av springaradrápi eru nevniliga so ógvusligar og víðfevndar fyri alivinnuna, at springaradráp og grindadráp sum heild er ein tann stórsta hóttanin móti føroyskum útflutningi nakrantíð.
    Tað er greiði boðskapurin frá samlaðu alivinnuni, sum er farin at ótolnast eftir einari niðurstøðu frá løgmanni, sum lovaði at endurskoða springaradráp í september í fjør. 
    Í sendingini hoyra vit um støðuna hjá Havbúnaðarfelagnum, hvat løgmaður ætlar at gera við málið og so kjakst vit í útvarpsstovuni.
    34 min
  • Breddin: Ungdómsting og fólkaræði
    Mánadag og týsdag í hesi vikuni seta næmingar í fólkaskúlanum dagsskránna í løgtinginum.  Tað er áttandu ferð at Ungdómsting verður hildið í Føroyum.
    Endamálið við Ungdómstinginum er, at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið,
    at læra næmingarnar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum, at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði og at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.
    30 min
  • Íbúðabygging og pensjónsaldur
    Í fjørsummar kundu fólk skriva seg upp til eina íbúð á Fløtum í Havn.
    Nú 11 íbúðir eru um at verða lidnar, er prísurin hækkaður millum 300.000 og 600.000 krónur fyri hvørja íbúð. Er tað loyvt at bjóða út fyri ein prís, sum hækkar munandi, tá ið verkætlanin er klár, verður spurt í sendingini.
    Meir enn helvtin at teimum, sum koma í pensjónsaldur, arbeiða nøkur ár afturat. Og nú skal bera til hjá fólki í starvi hjá landinum at arbeiða, til tey eru 72 ár. Men fleiri kommunur hava framvegis 67 ára fráfaringaraldur.
    38 min
  • Sammøður og Bakkafrost í FAS
    Í gjár fekk formaðurin í Trivnaðarnevndini fyri triðju ferð um longda freist at koma við áliti. Andstøðan skuldsetir samgonguna fyri at draga málið út.
    Trý av teimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrosti fóru um dagarnar úr føroysku skipaskrásetingini og í Føroysku Altjóða Skipaskránna, FAS.
    Men hví er neyðugt hjá størstu fyritøkuni í landinum at skráseta síni skip í eini skipan, har skatturin verður borin reiðarínum aftur?
    Luttakarar: Uni Rasmussen, Sirið Stenberg og Regin Jacobsen.
    33 min
  • Breddin: Játtan til koronukanningar
    Tað eru 13 dagar síðani tilmæli um koronupass kom í gildi í Føroyum. Men hóast koronupass, so verða kortini eini 30-50 smittutilburðir staðfestir um dagin. Tað talið er ov høgt, heldur læknin Marnar Fríðheim Kristiansen.
    Vit fara eisini at umrøða, hví fíggjarnevndin játtaði 12 milliónir til koronukanning, og ikki 18 milliónir, sum Heilsumálaráðið bað um.
    Gestir: Erhard Joensen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, Aksel V. Johannesen, limur í fíggjarnevndini og Marner Fríðheim Kristiansen, lækni.
    31 min
  • Breddin: FAS og hvítvask
    Føroya Altjóða Skipaskrá - ella FAS, sum vit vanliga siga, var upprunaliga gjørd fyri at forða fyri at føroysk skip flaggaðu út - men fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt, so útlendsk skip eisini kundu skrásetast í Føroyum undir FAS. 
    Tað hevur stóran týdning fyri marknaðarføringina hjá FAS, at føroyska flaggið er á hvíta listanum, sigur Sjóvinnustýrið, sum miðar eftir at fáa Føroyar millum tíggju fremstu londini á hvíta listanum.
    Føroyar eru í løtuni á 31. plássi, eins og vit vóru í fjør.
    FAS, mutur og hvítvask
    32 min
  • Breddin: Koronuavmarkingar og fólkaræði
    Fyri júst einum ári síðani var Evropa meira ella minni afturlatið, tí koronusmittan gjørdi so nógv um seg. 
    Hetta farna árið eru nógv fólk blivin koppsett móti koronu, men kortini heldur smittutalið fram við at vaksa á okkara leiðum. Fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur, hava fleiri lond í Evropa tí valt at seta strangari koronutiltøk í verk enn nakrantíð áður. Og tað hevur loypt øði í fólk.
    31 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners