Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Slettað sms og koronasamskifti
    Eitt mál um SMS-boð, og ein vinnu, sum ikki er til meira.
    Tí hvar eru SMS boðini hjá Mette Fredriksen, forsætisráðharra, um heimildina til at taka allar minkarnar av í Danmark fyri júst einum árið síðani?
    og hví vóru smsini slettað fáar dagar eftir, at fjølmiðlar høvdu biðið um innlit í hesi smsini?
    Stólurin er brádliga vorðin sera heitur undir Mette Fredriksen, sum hevði kallað inn til tíðindafund í gjárkvøldið, til at kyrra mongu atfinningarnar í løtuni.
    32 min
  • Breddin
    Koronustøðan setir sín dám á dagsins Bredda.
    Í hálvtannað ár hava vit óttast at smittutilburðirnir skuldu eksplodera.
    Frá at hava havt millum ongan og heilt fáar dagligar tilburðir er støðan nú ein heilt onnur.
    Landslæknin og fútin hava báðir alment sagt, at teir halda at ein skipan við koronupassi eigur at vera sett í gildið, men enn hevur hetta ikki vunnið frama í landstýrinum.
    Vit kjakast við Bjørt Samuelsen og Brand Sandoy, tingfólk, um tíðin er komin at seta eina skipan við koronupassið í gildið í Føroyum, nú smittutølini halda fram við at vera høg,
    32 min
  • Breddin
    Veðurlagsráðstevnan COP26 byrjaði av álvara í gjár. Til setanina vóru nógv føgur orð havd á lofti, men eisini ávaringar, um hvat hendir, og kann henda við veðurlagnum. Men hvat nú, og hvørjar eru avbjóðingarnar fyri framman nú samráðingarnar um hvussu París veðurlagsavtalan skal haldast, eru í gongd í Glasgow.
    Og
    23 min
  • Breddin: COP26 og føroysku málini
    Stjórnarleiðarar, aktivistar, vísindafólk, umhvørvisfólk og onnur seta í hesum døgum kósina móti skotska býnum Glasgow, sum verður karmur um veðurlagstoppfundin COP26, sum byrjar sunnudagin. 
    Fundurin er skýrdur at vera síðsti møguleikin hjá mannaættini at handla, um vit skulu steðga eini veðurlagsvanlukku. 
    Veðurlagstoppfundurin setur eisini sín dám á hesa Bredda-sending.
    35 min
  • Breddin: Veðurlagstoppfundurin COP26
    - Heimurin er á beinari kós móti eini veðurlagsvanluku.
    ST-aðalskrivarin António Guterres legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann fekk orðið í samband við nýggjastu frágreiðingina hjá Veðurlagsnevndini hjá ST. 
    Ávaringin fall einans nakrar fáar dagar áðrenn COP26-veðurlagstoppfundin, sum byrjar sunnudagin. 
    Í Breddanum næstu dagarnar hyggja vit nærri eftir veðurlagsbroytingunum í samband við stóra veðurlagstoppfundin. 
    Í dag er fokus á nakrar av lívfrøðiligu broytingunum í Føroyum.
    31 min
  • Breddin: Bústaðir og koronastøðan
    Ófriðurin í Bústøðum fekk ein fyribils enda í gjáramorguni, tá stýrið valdi at umskipa seg. Hetta hendi eftir nakrar rokfullar dagar, har Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, varð løgd undir trýst av øllum flokkum á løgtingi at loysa støðuna. Landsstýriskvinnan hevði ikki meira enn fráboðað, at hon nú fór at gera nakað, fyrr enn Stýrið sjálvt yvirhálaði hana og umskipaði seg.
    31 min
  • Breddin: Bústaðir og Suðuroyartunnil
    Ófriður hevur valdað í stýrinum fyri Bústaðir seinastu tíðina, og Regin Hammer er nú farin frá sum stýrisformaður.
    Anna Maria Joensen, sum hevur verið vanligur stýrislimur, verður nýggj forkvinna.
    Hvussu kann ein stovnur deila upplýsingar við onnur uttan fyri stovnin. Og hvørjar upplýsingar ber til at senda øðrum? Spurningurin, hvat nýggja dátuverndarlógin loyvir, gjørdist aftur viðkomandi, eftir at stýrið fyri Bústaðir kravdi at fáa upplýsingar útflyggjaðar gjøgnum privatan teldupost, hóast ein uttanhýsis ráðgevi mælti frá hesum.
    37 min
  • Breddin: Kirkjuráðsval og leikluturin hjá fólkakirkjuni
    Fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið, og um smáar tvær vikur skulu nýggj kirkjuráð veljast. 
    Upggávurnar hjá einum kirkjuráðið er m.a. at umsita kirkjukassarnar, taka avgerð um, hvussu kirkjutænastan skal skipast, og síggja til, at kirkjubygningurin á hvørjum ári verður sýnaður. Tá prestur skal setast, eru tað kirkjuráðini, ið innstilla, hvør skal setast í starvið. Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.
    32 min
  • Breddin: Bústaðir
    Ruðuleikin í Bústøðum fær ongan enda. 
    Tað byrjaði við eini nýggjari starvsskipan fyri Bústaðir, og nú er rokið í Bústøðum komi á tingsins røðarapall.
    Fyri eini viku síðani kom fram í Breddanum, at stýrisformaðurin í Bústøðum, Regin Hammer,  hevur sett Andras Róin til viks sum stjóra í Bústøðum og at ósemja valdar í stýrinum. Ein nýggj áseting í starvsskipanini fyri Bústaðir hevur við sær, at stjórin, Andras Róin, sleppur hvørki at tosa við miðlar ella annars at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer.
    31 min
  • Breddin: Kanningarstjórar
    Støðan er spent í løgtinginum í hesum døgum - Ætlanin at seta ein kanningarstjóra at kanna útlutanina av kvotum í fiskimálaráðnum spøkir. 14 undirskriftir skulu til, og andstøðan hevur boðað frá, at hon tekur undir við at seta ein kanningarstjóra, men hvussu við samgonguni? 
    Vit lodda dýpið í tinginum í dag, og viðgera støðuna við politiskum viðmerkjarum í útvarpsstovuni
    Spurningurin hevur ligið í luftini í nakrar vikur nú, men nú tykist svarið at vera á gáttini.
    32 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners