Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Um Kongoránið
    Hví flutti eitt farmaskip við stóru hvítu bókstavunum »TÓRSHAVN« á endanum, eina rúgvu av villdjórum úr Namibia á ein djóragarð hjá forsetanum í Kongo í 2015? Og hví hevur ein heilsøla í Kongo flutt einum føroyskum flutningsfelagi slakar 100 milliónir krónur á kontu í Bank Nordik?
    Svarið er flutningsfelagið All Oceans Logistics, sum er skrásett at halda til í Mykinesgøtu 5 í Havn, í somu hølum sum Shipping.fo og Krúnborg.
    31 min
  • Breddin: Privatir pengar í frálæru
    Sjófeingi er talgilt undirvísingartilfar til børn í 4.- 6. flokk í fakinum náttúra og tøkni, ið snýr seg um fiskivinnu og  alivinnu.
    Bakkafrost hevur fíggjað sjálvan undirvísingarpallin við 300.000 krónum, meðan granskingargrunnurin Sjókovin hevur gjørt undirvísingartilfarið uttan kostnað. Sjókovin er ein granskingargrunnur, ið er fíggjaður av nøkrum av størstu aktørunum í føroysku fiski- og alivinnuni.
    36 min
  • Breddin: Uppsjóvarkvotur og fast-track skipan
    Hví skal eitt virki á landi fáa kvotur av uppsjóvarfiski? Og hvat merkir tað, tá kvotan verður latin til "vinnuligar royndir til menning og nýskapan" ?
    Tavan hevur síðstu árini ligið framvið at fáa kvotur burturav tí serligu játtan, sum Fiskimálaráðið letur sum "vinnuligar fiskiroyndir". Tá hesar kvotur vórðu útlutaðar í summar, fekk Tavan 350 tons av makreli og 700 tons av sild. Í hesum kvotum verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið, umframt virðisøking av veiðuni.
    32 min
  • Breddin: Koppseting og fíggjarlógaruppskot
    Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur verið ímóti pørtum av koronutiltøkunum hjá landsstýrinum, og hann hevur eisini sátt iva um koppsetingina. Fríggjadagin skrivaði Dimmalætting, at hann eisini hevur brotið sóttarhaldsreglurnar hjá myndugleikunum. Jenis av Rana er gestur á Breddanum í dag.
    36 min
  • Breddin: Korona og fólkaræði
    Tað byrjaði á grækarismessu í fjør, tá Føroyar fóru niður í ferð. Ókenda koronusmittan loypit ótta á allan heimin, og tað skuldi berast skjótt at at steingja samfelagið.
    Nú er meira enn hálvtannað ár síðani, og fleiri ferðir eru tiltøk sett í verk, sum raka gerandisdagin hjá privatfólki og vinnurekandi.
    Men øll tiltøk eru sett í verk við tilmælum og ikki við lóg.
    Búskapar og Løgfrøðingafelagið sigur, at hetta gongur út yvir álitið á rættarsamfelagið, sum eigur at vera skipað við lóg.
    36 min
  • Breddin: COP26
    COP26 ráðstevnan er um at enda eftir tvær vikur av samráðingum, framløgum og áheitanum. Men hvat stendur eftir, nú øll tey 40.000 fólkini, sum hava luttikið síðstu tvær vikurnar, venda nøsina heimeftir.
    Nakrar avtalir eru kunngjørdar, sum skulu bøta um støðuna, og fáa heimin burturfrá ringast hugsandi støðuni. Fleiri enn 100 lond hava avtalað at enda avskóging í londum, sum fevna um áleið 85 prosent av heimsins skógum, innan 2030. Samstundis verða næstan 20 milliardir dollarar settir av til at endurskapa skógarøki.
    31 min
  • Breddin: Joe Biden og koronupass
    Undirtøkan hjá Joe Biden, forseta í USA, gongur bert skeivan veg síðani hann kom framat sessinum.
    Heimasíðan five-thirty-eight hevur lagt saman allar meiningakanningar, og samanteljingin vísir, at 42,8 prosent í løtuni taka undir við tí forsetin ger. 51,6 prosent gera ikki.
    29 min
  • Breddin: Krabbamein í Føroyum
    Eitt evni er í dagsins sending. 
    Tá sjúka kemur inn í lívið hjá einum, so broytist gerandisdagurin. Og krabbamein ber ofta við sær broytingar, sum kunnu raka bæði tann sjúka og tey avvarðandi sera meint. 
    Fleiri og fleiri fáa staðfest krabbamein, men færri doyggja av sjúkuni í dag samanborið við fyri 10 árum síðani. 
    Hví er tað so? Og hvussu vita vit tað? 
    Tordis Kristiansdóttir, onkologur á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá tilgongdini, frá tí at ein hevur illgruna um krabbamein til viðgerðin byrjar.
    30 min
  • Breddin: Kjarnorka og influensukoppseting
    Kjarnorka.
    Orðið vekir minnir um rund gul klistrimerki við orðunum Nei takk, skrivað á, og minnir um tíðindasendingar um Tjernobyl, Fukushima og um avtalur við Iran.
    Men hinvegin er tað eisini ein grøn orkukelda í eini tíð, har mong leita við ljós og lykt eftir alternativum orkukeldum, til olju, kol og gass.
    Spurningurin um kjarnorku hevur lyndið til at býta fólk í tveir bólkar. Tey, sum síggja eina grøna orkukeldu, og tey, sum síggja dálkingina og vandarnar og als ikki halda, at tað er so grønt.
    31 min
  • Breddin: Arbeiðsmarknaður og norðurlendskt samstarv
    Ein nýggj fast-track skipan skal gera tað lættari at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya at arbeiða.
    Men hvat verður betri, fer hetta at loysa trupulleikarnar á arbeiðsmarknaðinum, og hvørja ávirkan fer hetta at hava?
    Vit tosa við landstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, stjóran í Vinnuhúsinum og Samskiaparan í Samtakt.
    Og ímyndin av norðurlondum sum ein eind, sum stendur saman, hevur fingið eina skøvu undir koronafarsóttini. Serligs sviar eru vónbrotnir yvir hvussu farsóttin vísti, at hini londini vendu teimum bakið, tá á stóð.
    31 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners