Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Rentustuðul og støðan í Suðurkinesiska havinum
    Tvey evni eru í Breddanum.
    Støðan millum Taiwan og Kina hevur leingi verið spent. Men stríðið hjá Taiwan um sjálvræði og frælsi hevur tikið dik á seg seinastu tíðina, og nú er støðan verri enn nakrantíð. Eygleiðarar kalla sambandið landanna millum fyri eitt nervakríggj.
    28 min
  • Breddin: Bústaðir og stjórnarskiftið í Noregi
    Í Breddanum í gjár kom fram, at stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er settur til viks sum stjóri og at ósemja valdar í stýrinum. Andras Róin sleppur nú hvørki at tosa við miðlar ella at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, stýrisformanni.
    32 min
  • Breddin: Bústaðir
    Regin Hammer, nevndarformaður, hevur sett Andras Róin til viks sum stjóra í Bústøðum og ósemja valdar í stýrinum. Stjórin, Andras Róin, sleppur hvørki at tosa við miðlar ella annars at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, nevndarformanni.
    32 min
  • Breddin: Bústaðarmarknaðurin
    Færri fólk flyta av landinum, trýstið á bústaðarmarknaðin veksur og húsaprísirnir hækka. Tó eru prísirnir lutfalsliga ikki hægri enn teir hava verið áður, men tað ERU samfelagsbólkar, sum ikki fáa fígging at keypa sær hús - serliga í høvuðsstaðarøkinum.
    Tó er tilflytingin ikki størsta orsøkin til vøksturin í fólkatalinum. Í staðin skal høvuðsorsøkin finnast í hinum endanum - talið av fólkum, sum verða verandi í Føroyum. Og tað eru serliga tvey økir í landinum har fólk ynskja at búsetast - Suðurstreymoy og Eysturoy. Tað sigur hagfrøðingur á Hagstovu Føroya.
    31 min
  • Breddin: Rentur, bústaðarlán og skuldarbyrða
    Í breddanum í dag seta vit millum annað sjóneykuna á rentur, bústaðarlán og skuldarbyrðu. Tí hvør er munurin á innlánsrentu og útlánsrentu? Fer rentustøði at hækka ella lækka í nærmastu framtíð ? Og standa føroysk húsarhald við skegginum í postkassanum, um rentan hækkar bara eitt lítið sindur?
    30 min
  • Breddin
    Føroyingar kunnu ikki lata gøgn í Føroyum, tí ongin neurologur er føstum starvi. Tískil fáa vit gøgn úr Danmark og øðrum norðurlondum, men vit lata ongi sjálvi.
    Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, greiðir frá organdonatión, og hví hetta ikki ber til í Føroyum.
    Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    15 min
  • Breddin: Kommunulæknatrot og fíggjarlóg
    Kommunulæknatrotið í Føroyum er stórt. í løtuni hava 1000 føroyingar ikki fastan lækna.
    Heilsutrygd søkir javnan eftir læknum at manna tey leysu kommunulæknastørvini kring landið. Men alt ov lítil áhugi er fyri størvunum.
    Ein annar trupulleiki er, at ov fáar viðtalur eru. Tørvur er á trimum kommunulæknaviðtalum afturat - og tað kostar pengar.
    Og fíggjarlógin fyri 2022 verður í hesum døgum viðgjørd í løgtinginum. Vit eru í tinginum í morgun og lodda dýpið hjá samgongu og andstøðu.
    30 min
  • Breddin
    Størri effektivitetur á arbeiðsplássinum, betri javnvág millum arbeiði og familju, færri mistøk, minni strongd - bæði hjá foreldrum og børnum og betri pensjónsviðurskifti hjá tí stóra talinum av fólki, sum arbeiðir niðursetta tíð á almenna arbeiðsmarknaðinum.
    Alt hetta fyri góðar 100 mió kr, og umframt ein sterkari búskap, tá lág og miðallønt hava meira pening um hendi.
    Tað eru millum niðurstøðurnar í stóru kanningini hjá átta fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum var almannakunngjørd í gjár.
    32 min
  • Breddin
    Fjaldar peningaupphæddir, skattaundanførslir og peningahvítting.
    Sunnukvøldið gjørdist Pandoraskjølini almenn - ein risastórur dátuleki við nærum 12 mió skjølum. Tey avdúkaðu nógv ivasom viðurskifti, hjá nøkrum av heimsins ríkastu og valdsmiklastu fólkum í tiltiknum skattaskjólum.
    Og
    31 min
  • Breddin
    Korona herjar aftur av álvara í Føroyum. Skúlaflokkar verða koyrdir í sóttarhald kring landið, og nøkur ellisheim avmarka aftur tey vitjandi.
    95 koronutilburðir eru staðfestir seinastu vikuna. Vit spyrja tí: Skulu vit bakka og seta tiltøk í verk aftur? Ella skulu vit sleppa endanum heilt og lata smittuna ferðast frítt í samfelagnum? Og langt er millum tilmælini frá fiskifrøðini - savnað saman í ICES - og so einstøku strandalondini, sum hvør í sínum lagi fiska nógv meira av makreli, svartkjafti og norhavsild enn mælt verður til.
    33 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners