Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Skattalætti og valfepur
    Føroyingar skulu vænta ein skattalætta næsta ár. 
    Tað bleiv endaliga kunngjørt, tá Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í farnu viku legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.
    Men hvør fær mest burturúr skattalættaunum, er hann í heila tikið rætta amboði at brúka fyri at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga trýst, og kundu tær 70 milliónirnar, sum hann kostar, verða betri brúktar á annan hátt?
    Tað spyrja vit formannin í Búskaparráðnum um, áðrenn kjakast verður um tað í útvarpsstovuni.
    Valfepur
    56 min
  • Breddin: Fíggjarlóg, Russland hertekur landslutir og forsetaval í Brasilia
    Fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd í dag.
    Hvønn politikk fer landsstýrið at føra komandi ári, sum eisini er seinasta árið hjá sitandi samgongu?
    Vit tosa við landsstýrismannin tá hann um eina løtu er liðugur at leggja fíggjarlógina fram fyri almenninginum.
    Vit viðgerða eisini tvær søgur uttan úr heimi í dag. Um middagsleiti okkara tíð fer russiski forsetin Vladimir Putin væntandi formliga at innlima hersettu landslutirnar Luhansk, Donetsk, Zaporizhzhia og Kherson. Hvat kemur hetta at merkja fyri kríggi?
    1 hr 1 min
  • Breddin: Upptakt til fíggjarlóg, SSL stjórin og bretska pundi
    Fíggjarlógin fyri komandi ár verður løgd fram í morgin.
    Men okkurt klapp út í tinginnum í gjár, har skættalættar fyri 70 mió kr vóru kunngjørdir.
    Hvat skulu vit vænta av einari fíggjarlóg í einari tíð við stórum prísvøkstri, og tá tað samstundis er seinasta fíggjarlógin hjá sitandi samgongu?
    Vit hita upp til fíggjarlógina og viga politisku støðuna í útvarpsstovuni um eina løtu.
    1 hr 12 min
  • Breddin : Gassleki í Eystrasalti og kommunulæknatrot
    Stórt trýst er á kommunulæknaskipani, og kommunulæknarnir tala enn einaferð at, meðan onnur velja at gevast.
    Og manglandi kommunulæknarnir kunnu hava álvarsamar fylgjur fyri okkum borgarar.
    Hvat skal gerast støðuna? Jørgen Niclasen, Eyðgunn Samuelsen, Rósa Samuelsen og Sirið Stenberg kjakast um evni.
    58 min
  • Breddin: Tøkugjald og diabetesmiðstøð
    Landið skal hava meira inn í tøkugjaldið frá Alivinnuni - Nakrar milliónir aftrat av milliarda yvirskotunum skulu koma fjøldini til góðar, serliga tá laksaprísurin er høgur.
    Samstundis ávarar alivinnan um minkandi íløguhug um gjøldini vera hækkað.
    Men er uppskotið um nýggju tøkugjøldini nóg mikið, í einari vinnu við yvirskotum, sum sambært búskaparfrøðingum geva fýra ferðir hægri avkast enn í øðrum vinnum?
    Vit tosa við Havbúnaðarfelagið, umframt tvey tingfólk.
    51 min
  • Breddin: Prísvøkstur, Sernám og Italia
    Prísvøksturin fær tað nú av álvara at sansa at hjá alsamt fleiri Føroyingum. Fleiri biða sær hjálp frá vælgerandi felagsskapum, og nøkur fara svong í song
    Hvat fer landsstýrið at gera støðuna? Landsstýrismaðurin í almannamálum er gestu
    Stjórin í Kommunufelagnum undrast á raðfestingar hjá Sernámi, sum komandi árið ikki bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving á dagstovnum.
    Dagstovnaleiðari, barnasálarfrøðingur og stjórin í Sernámi eru í útvarpsstovuni.
    Og
    57 min
  • Breddin: Etiska ráðið og inflatión
    Er politikkur etikkur? Og kann etikkur vera politikkur?
    Tað hevur elvt til rumbul hvussu etiska ráðið nú verður valt, men hví skulu vit hava eitt etiskt ráð, sum vit hava havt seinastu smáu fimm árini, og er vandi fyri politiskum setanum í etiska ráðnum?
    Vit kjakast við tingfólkini Beinir Johannesen, Bjarna Kárason Petersen og Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinnu í Heilsu- og innlendismálum.
    Og fjúrtan fakfeløg skulu til samráðingarborðið við fíggjarmálaráðið eftir 1. oktober, tá sáttmálarnir ganga út.
    54 min
  • Breddin: Angist og Russland mobiliserar
    Angist - hvat er tað og hvussu er tað at hava angist?
    Breddin setir í dag sjóneyguna á angist.
    Vit tosa við eina unga kvinnu sum hevur havt angist, leiðara fyri viðgerðarstovn, avvarðandi og ein psykiatara..
    Og
    Russland kallar í morgun 300.000 fólk inn til herin, sum skulu sendast til hermótini í Ukraina. Talan er ikki longur um eina so-kallaðað ser-hernaðarliga operatión, nú er kríggj. Men hvat merkir hetta?
     
    Gjørt sendingina hava Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
    58 min
  • Breddin: Kommunusamanlegging og koronadagbøkur
    Sandoyingar fingu nakað nýtt at hugsa um í gjár, tá eitt óvæntað tilboð - ella hóttan - alt annað upp á hvat sjónarmið ein hevur til kommunusamanleggingar - brádliga stóð á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. 
    Undir yvirskriftin: "Er tíðin komin at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu?", reisti Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri 43 prosent av Føroya fólki - sum svarar til 23.000 íbúgvar - spurningin um stundin ikki er komin til, at tær fýra kommunurnar í grannaoynni fyri sunnan ikki gerast partur av høvuðsstaðarkommununi.
    38 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners