Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin - dagin eftir eina illveðursnátt
    Í gjárkvøldið øtlaði vindurin og í alla nátt hava løgreglan og sløkkilið kring landið fingið boð um ymiskar stormskaðar. Nógvar tekjur hava rivið seg leysar, húsaklædningar hava fingið skaða og mangt annað. Vit fáa reaktiónir uppá stormskaðar, og hoyra frá fólkið, sum hava upplivað stormskaðar í nátt. Eisini tosa vit við tryggingarfelagið Trygd um hvussu ein skal fyrihalda seg til vindskaðar.
    Vertir eru Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen.
    1 hr 7 min
  • Breddin - Jarðskjálvtar og hugsavnan
    Jarðskjálvtarnir í Turkalandi og Sýria í gjár vóru so máttmiklir, at sjálvt mátarin á Sornfelli fór at rista - Vit kaga til Turkalands, har bjargingarfólk framvegis leita eftir fólkum í teimum túsundtals húsatoftunum.
    Hvat er hetta fyri øki, sum er rakt, hví er skaðin so stórur, og hvørji jarðfrøðilig viðurskifti eru tað sum gera seg galdandi í økinum.
    46 min
  • Breddin: Ovurfiti og svenskur NATO-limaskapur
    Almennu Føroyar mugu alt fyri eitt gera átøk fyri at basa vaksandi trupuleikanum við ovurfiti millum børn og ung.
    Soleiðis ljóðaðu ávaringarnar frá fleiri fakfólkum, tá evnið bleiv viðgjørt í Breddanum í gjár. 
    Men ætlar landsstýrið at gera nakað við tað? Tað spyrja vit Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og undirvísingarmálum, 
    Svenskur Nato-limaskapur
    Lítið røkist fyri, at sviar sleppa upp í fína NATO-felagsskapin fyribils.
    45 min
  • Breddin - yvirvekt og flóttafólk
    Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing millum Føroyingar. Ikki bara millum vaksin, men gongdin vísir seg eisini millum skúlabørn, vísir kanning hjá Gingi, sum nú rópar varskó.
    Hvat merkir hetta fyri tey ungu, kann nakað gerast fyri brotya gongdini og er tað í heila tikið rætt at seta skúlabørn á eina vekt?
    Hesar og fleiri spurningar seta vit fakliga leiðaranum á Gigni, forkvinnuni í Heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu, professara í fysiologi og sálarfrøðingi.
    55 min
  • Breddin: Kvinnuumboðan og Iran
    Tað gingu 27 ár frá tí, at Marita Petersen legði frá sær sum løgtingsforkvinna til næsta kvinnan í sessinum, Bjørt Samuelsen, tók við. Og enn er tað eingin kvinna, sum hevur sitið í skrivstovuni uttast í Tinganesi síðan sama Marita sat har fyri 29 árum síðan. 
    Vit hava hitt nýggju løgtingsforkvinnuna til eitt prát um politisku lívsleiðina, sum hevur ført upp til tindin í parlamentarisku skipanini. 
    Men hví er so nógv tíð farin, síðan Marita Petersen stóð á odda í føroyskum politikki til næsta ættarliðið av leiðandi politiskum kvinnum tóku við?
    1 hr
  • Breddin: Bank Nordik og ADHD
    Løgmaður hevur fult álit á nevndina í Bank Nordik, sum um vikuskiftið kunngjørdi ætlanir fyri, at partaeigararnir í bankanum skulu kunnu fáa heilt upp í 70 prosent av yvirskotinum í vinningsbýti. 
    Hetta hóast hann var løgmaður fyri seks árum síðan, tá núverandi forkvinna í bankanum bleiv koyrd til hús úr Fíggingargrunninum av táverandi landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, tí bankin hevði goldið eitt stórt vinningsbýti til partaeigararnar.
    51 min
  • Breddín: Stjóraskifti í BankNordik og vakmyndatól
    Tað vakti bæði ans og undran hósdagin í farnu viku, tá Bank Nordik boðaði keypsskálanum frá, at Heini Thomsen fór frá sum stjóri eftir bert einum hálvum ári í starvinum. 
    Vit seta sjóneykuna á bráða endan á stjóratíðini hjá nýggja stjóranum. 
    Og so tosa vit við Klaus Rasmussen, fyrrverandi nevndarformann í BankNordik, um leiklutin hjá Fìggjareftirlitinum.
    Vakmyndatól
    59 min
  • Breddin: Borgaraluttøka og Fiskavirkisskipanin
    Borgarafundir er góðir, men nógv kundi týtt á, at tað hevði verið betri við einum millumliði millum býráð og borgararnar, tá mál av stórum almennum áhuga verða viðgjørd.
    Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum skjýtur upp, at kommunan setir sonevnd borgarating, tá stór mál verða sett á skrá. Á tann hátt kunnu málini gerast greiðari og meiri klár at viðgera áðrenn endalig støða verður tikinn til tey, heldur hann.
    1 hr
  • Breddin: Borgarafundur á Tvøroyri og fýra vikur við CEF II
    Skal tungídnaðurin fáa upp aftur meira pláss í havnarlagnum mitt í hjartanum á Tvøroyri. 
    Tað er spurningurin, sum kloyvir tvørafólk í hesum døgum, aftaná at Varðin Pelagic hevur søkt Tvøroyrar kommunu um loyvi at byggja eitt protein og lýsiverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri.
    Lítið hevur verið at frætt um ítøkiligu ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic, men í innlitið sum útvarpið hevur fingið hendur á, verður staðfest, at talan er um eina rættiliga umfatandi útbygging.
    54 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners