Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Tilfeingisgjøld
    Samgongan er komin við sínum útspælið um hvussu tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni skulu endurskoðast.
    Í uppskotinum stendur, at endamálið er, at ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum - tilfeingisrentuni - sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. 
    Uppskotið
    Við uppskotinum hækka tilfeingisgjøldini á botnfiski úr Barentshavinum og á makreli. Og sum nakað nýtt verður veiðugjald lagt á makrel hjá heimaflotanum, á lodnu og heystgýtandi sild, sum uppsjóvarskipini eisini fiska.
    58 min
  • Breddin: Veðhaldið hjá landinum fyri Lív 3 og brúksskylda á uppsjóvarfiski
    Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at strika undantakið fyri brúksskyldu, tá tað kemur til pelagiska veiðu. Hóast tosað hevur verið um brúksskyldu í fleiri ár, hevur hon bara verið galdandi í tveir lítlar mánaðir. Í lógini er eitt undantak fyri pelagiskan fisk, og tað hevur inntil víðari merkt, at tá heimaflotin fær makrel sum stuðul, kunnu kvoturnar avhendast til onnur at fiska ár eftir ári. Hetta verður nú broytt tí brúksskylda skal leggjast á skipini sum fáa veiðiloyvini. Tað vil siga, at kann flotin ikki fiska kvoturnar mugu tær avhendast endaliga.
    40 min
  • Breddin: Forskúli eitt frítt val og fiskivinna
    Alsamt fleiri velja at koyra børn í forskúla - í dag kann tað vera neyðugt um tú vilt hava barnið hjá tær inn á ein ávísan skúla í Tórshavnar Kommunu.
    Men hvat merkir tað fyri dagstovnarnar og børnini?
    Tað kjakast Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini um í Breddanum í dag.
     
    Fiskivinna
    35 min
  • Breddin: Lógin um fosturtøku
    Fosturtøka er á Breddanum í dag og vit tosa millum annað við serlækna Dianu Reynstind og aðalskrivaran í Amnesty Føroyar, Turið Mariu Jóhannsdóttir.
    Klokkan 10.15 handaði Amnesty Føroyar Løgmanni yvir 2.200 undirskriftir fyri fríari forsturøku. 
    Tað er brot á mannarættindasáttmálan hjá ST, at kvinnur í Føroyum ikki hava frítt val tá tað kemur til fosturtøku, sigur aðalskrivarin í Amnesty Føroyar.
    49 min
  • Breddin: Lønargjógv og dagstovnaøkið
    Í Breddanum í dag hitta vit Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, og Súna Selfoss formann í Starvsfelagnum.
    Tey tosa um lønargjónna millum menn og kvinnur í teirra limaskara.. Kvinnurnar eru við sviðusoð, vísa kanningar. Tær flestu arbeiða niðursetta tí og missa millum 1,3 og 1,7 milliónir krónur í eftirløn.
     
    Mangla 350 námsfrøðingar
    46 min
  • Breddin - serskattaskipanir og barnasálarfrøði
    Eru serskattaskipanir og stuðulsskipanir gagnligar fyri føroyska búskapin tá arbeiðsmegi vantar í fleiri vinnugeirum í Føroyum
    Nei, sigur Búskaparráðið, men hvørjar eru politisku ætlanirnar, og skulu skatta- og stuðulsskipanir takast av, ella heldur stimbrast meira?
    Landsstýrisfólk og tingfólk kjakaðust um málið í útvarpsstovuni.
    Seinast í sendingini tosa vitum barnasálarfrøði.
    Dagstovnaøkið hevur - serliga í høvuðsstaðnum - leingi verið merkt av bíðilistum, plásstroti og stórari starvsfólkaútskifting.
    57 min
  • Breddin - Tik Tok
    Almennir stovnar hava fingið boð frá KT-landsins, sum mælir til, at starvsfólk IKKI nýta TikkTokk á sínum arbeiðstelefonum.
    Hesi boð koma í kjalarvørrinum av einum kjaki, sum hevur verið um appina TikkTokk um allan heim í seinastuni.
    Í fleiri londum hava myndugleikarnir tikið stig til at avmarka nýtsluna av Tikk Tokk appini.
    Fleiri stjórnir hava boðað frá, at almenn starvsfólk IKKI skulu nýta appina á arbeiðstelefonum.
    49 min
  • Breddin - búskaparfrágreiðing og útboð
    Búskaparráðið tekur í dag feburin á føroyska búskapinum - várfrágreiðingin verður løgd fram í dag. Vit hoyra úr Smæruni og tosa við formannin um støðuna eftir eitt ár við met-høgari inflatión og um framtíðarútlitini.
    Og hvat er galdandi tá kommunur og landið skulu bjóða arbeiðsuppgávur út og eiga kommunur at bjóða uppgávur út í almennum útboði? 
    Vit tosa við Magnus Magnussen, formann í Føroya Handverksmeistarafelag, Atla S. Leo, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum, Tórbjørn Jacobsen, formann í Kommunufelagnum og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
    50 min
  • Breddin - Dýri biðidagur, Norðurírland og avleiðingar av krígnum
    Fólkatingið tekur í dag endaliga avgerð, um at avtaka Dýra biðidag sum almennan frídag í Danmark. Stjórnin hevur gjørt skjótt av, og hóast bæði anstøðan og fakfelagsrørslan hevur mótmælt, er lítil ivi um, at málið verður avgreitt í dag. Vit hoyra av Christiansborg, um politiska rokið sum hevur verið um hetta málið, og hvat føroysku fólkatingslimirnir gera tá trýstast skal á knappin um middagsleiti.
    42 min
  • Breddin: Eitt ár síðani Russland leyp á Ukraina
    Fyri einum ári síðani vaknaðu ukrainar til ófrættukendu ljóðini av bumbum, stríðsvagnum og sirenum. Tað, sum mong stúrdu fyri, var nú veruleiki. Russiski herurin gjørdi innrás í grannalandið Ukraina. 
    Ein nýggj støða var nú í Evropa. Ein støða við kríggi, og skjótt tóku evropeisku londini stig til at revsa russar. 
    Enntá lítlu Føroyar máttu taka støðu til samstarvið við Russland. Enn er tó ikki avgerð tikin um tað.
    1 hr 14 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners