Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Vakmyndatól í almenna rúminum
    Við 23 atkvøðum fyri og tveimum ímóti varð uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum, samtykt í gjár.
    Bara Miðflokkurin atkvøddi ímóti.
    Tað er eitt stórt inntriv í privatlivið og frælsið hjá tí einstaka at seta vakmyndatól upp í býarrúminum, men tað skal til fyri at uppklára eitt nú harðskapsmál, siga tey, sum eru fyri uppskotinum.
    Prísurin stendur ikki mát við tað, sum man vinnur, siga tey, sum eru ímóti.
    Politiskt kjak var í Breddanum millum Steffan Klein Poulsen, Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur og Hendrik Old, sum øll eru limir í rættarnevndini.
    Eisini borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen var í Breddanum - Heðin Mortensen hevur í fleiri ár roynt at fingið heimild til at seta vakmyndatól upp í býarrúminum í Havn, og nú er líkt til at tað ferr at eydnast.
    53 min
  • Breddin: Fosturtøkumálið, sum fall, og breiðar politiskar semjur
    Í gjár fall lógaruppskotið um broytingar í fosturtøkulógini, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrsmaður í lógarmálum, hevði lagt fram.
    Hetta er eitt mál, sum politiska skipanin hevur hildið seg burtur frá at viðgera í mong ár - eitt sonevnt politiskt "ikki-mál," sum tó er eyðkent av, at tað er politiskt. Tey flestu vilja hava broytingar, men eingin vil nerta tað.
    Landsstýrismaðurin fekk nógv rós fyri yvirhøvur at leggja tað fram, tá tað var til aðru viðgerð í gjár.
    Men tað var ikki nóg mikið. Tá atkvøtt var, stóð á jøvnum. 15 atkvøður vóru fyri og 15 ímóti, og sostatt fall uppskotið.
    Í sendingini verður spurt, um vit framvegis eru í sama stað í fosturtøkumálinum.
    Tingfólkini Helgi Abrahamsen, Steffan Klein Poulsen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Hervør Pálsdóttir vera í útvarpsstovuni.
    Breiðar semjur
    Breiðar semjur tykjast vera eitt nýtt rák í føroyskum politikki.
    Samgongan hevur gjørt semju við Sambandsflokkin um tøkugjøld í alivinnuni, og í gjár var boðað frá, at samgongan og Sambandsflokkurin eisini hava gjørt semju í málinum um burðardygga ferðavinnu, nú tað er komið aftur úr vinnunevndini.
    Hvat merkir tað?
    Politisku viðmerkjararnir, Beinta Løwe, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm vera í útvarpsstovuni.
    1 hr 1 min
  • Breddin: Verkfall og haturstala
    Fyri fyrstu ferð í 21 ár strejka arbeiðarafeløgini. 
    Umleið 5.000 fólk verða fevnd av verkfallinum, sum rakar flutning, reingerð og aðrar tænastuvinnur.
     
    Verkfall var seinast í 2003. Eftir 20 ár við lágum prístalsvøkstri er infaltiónin farin uppum lønarvøksturin og líkt er til, at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum.
     
    Vit hava umboð fyri arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar í útvarpsstovuni.
    HATURSTALA
    Vit eiga at hava lógir móti haturstalu. 
    Tað er niðurstøðan í phd-ritgerð, sum Sigri Gaini vardi á Fróðskaparsetrinum í síðstu viku. Sigri Gaini vitjar útvarpsstovuna í seinnuhelvt av sendingini.
    1 hr
  • Breddin: Kvinnuheilsa og skiftisárini
    Í dag varpa vit ljós á kvinnuheilsu. 
    Vit spyrja, um vit vita nóg nógv um kvinnusjúkur, um nøktandi gransking er á økinum, og um kvinnur fáa nóg góða hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
    Vit tosa við kvinnu í skiftisárunum. Og serlækni í kvinnusjúkum verður í útvarpsstovuni. 
    Luttakarar: Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum,  Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann. 
    Tøkningur var Kári Annand Berg.
    Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
    47 min
  • Breddin: Tonik og lønarlagið í almennum partafeløgum
    Tonik, sum er altjóða KT- og listarástevna fór fyri aðru ferð av bakkastokki í dag. Skráin byrjaði klokkan nýggju í morgun og Breddin er við saman við einum av fyriskiparunum.
    Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, og lønarviðurskifti skulu vera gjøgnumskygd.
    Orðini eigur landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, og í sendingini spyrja vit, tað inniber.

    37 min
  • Breddin: Kvinnur í politikki og neyðarróp frá foreldrum
    Hvussu fáa vit javna umboðan millum kvinnur á høgra- og vinstraveingi í føroyskan politikk, og er tað torførari hjá kvinnum at fóta sær í politiska umhvørvinum, um tær vilja gera seg galdandi á høgraveinginum?
    Tað spyrja vit um, nú tað stundar til kommunuval.

    Útskrivað til einki
    Útskrivað av psykiatriska deplinum - til einki.
    Tað er lagnan hjá einari ungari kvinnu við sálarsjúku, sum fríggjadagin stendur á gøtuni, og foreldrini rópa tí neyðarróp á myndugleikarnar.
    43 min
  • Breddin: Norðurlendskir verjumálaráðharrar í Føroyum
    Føroyar og Danmark eru í felag vertir fyri ráðharrafundin, og limalondini skriva undir eina nýggja visjón fyri samstarvið.
    Men hvat fáa vit burtur úr slíkari vitjan, fær visjónin nakran tydning fyri okkum, ella er talan bara um at hýsa slíkari toppvitjan?
    Tað spyrja vit í sendingini í dag.
    Í útvarpsstovuna at kjakast um vitjanina hjá norðurlendsku verjuráðharrunum, hava vit nú fýra limir í uttanlandsnevndini, Bjarna Hammer, úr javnaðarflokkinum og formaður í uttanlandsnevndini, Liljan Weihe úr Tjóðveldi, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum. 
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    55 min
  • Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
    Haldførið í føroyska búskapinum skal tryggjast við effektiviseringum, hægri pensjónsaldri og øðrum nýskipanum.
    Tað hevur verið boðskapurin í seinastu frágreiðingunum frá Búskaparráðnum.
    Men hví vísir ráðið ikki á nýggjar inntøkumøguleikar, m.a. hægri gjald frá tlfeingisvinnunum, fyri at tryggja vælferðina?
    Tað spyrja vit Fróða Jacobsen, formann í Búskaparráðnum, nú nýggjar metingar siga, at tilfeingisrentan í alivinnuni er yvir eina milliard.
    Grønar orkuloysnir
    Tungoljan skal skiftast út við grøna orku.
    Vatn-, vind- og sólorka eru orkukeldur, sum kunnu fáa okkum langt á leið, men um vit skunda okkum ov nógv, so kann tað gerast ein dýrur biti fyri brúkaran.
    Tað sigur Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari í orku.
    Gestir: Bogi Bech Jensen og Fróði Jacobsen
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    33 min
  • Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
    Vit senda ov nógv børn av landinum, tí vit ikki hava nakað tilboð til tey í Føroyum.
    Tað eru børn, sum hava stórar avbjóðingar,og sum verða koyrd á stovn uttanlanda, langt burturi frá familju og vinum og uttan at kunna brúka sítt egna móðurmál.
    Myndugleikarnir mugu samstarva betur um hesi børnini, halda bæði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almannamálum og Djóni N Joensen, landsstýrismaður í barnamálum
    Hoyr eisini Svanu Joensen greiða frá teirra royndum, tá dóttirin varð send til Danmarkar.
    Tað kostar landinum 26 milliónir um árið at senda børnini á stovn í Danmark - teir pengarnir kunnu helst brúkast betur í Føroyum, halda bæði Sirið Stenberg og Djóni N. Joensen.
     
    Luttakarar í Breddanum í dag: Hjørdis S. Mortensen, Amannaverkið, Svana Joensen, mamma Kathrinu, landstýrisfólkini: Sirið Stenberg, Margit Stórá og Djóni N Joensen
     
    Gevið gætur: Í Breddanum verður sagt, at 56 børn eru send av landinum seinastu 5 árini - fleiri børn ganga aftur í tølunum, og tí talan er um 18 ymisk børn og ikki 56.
    54 min
  • Breddin: Samveldi, ríkisfelagsskapur ella ríkjafelagsskapur?
    Høgni Hoydal (T), Bárður á Steig Nielsen (S), Aksel Johannesen (J) og Beinir Johannesen (F) eru í útvarpsstovuna at kjakast um Ríkisfelagsskapin. 
    Hetta hendir í sambandi við, at innrættingin ella ein modernisering av Ríkisfelagsskapinum oftari og oftari er uppi og vendir eisini á Fólkatingi. 
    Skal Rískisfelagsskapurin vera eitt samveldi, ein ríkisfelagsskapur ella ein ríkjafelagsskapur? 
    Nýggja rákið er ein loysn við meiri sjálvræði í ríkinum. Ein loysn, sum tykist meiri realistisk, so hvørt sum danir sjálvir seta hana á dagsskránna fyri Ríkisfelagsskapin. 
    Skulu vit tosa um, at londini í Ríkisfelagsskapinum eru javnsett, so má tað kjølfestast í lóg. Men er politiskur áhugi fyri tí?
    Gestir: Kristian Joensen, Høgni Hoydal (T), Bárður á Steig Nielsen (S), Aksel Johannesen (J) og Beinir Johannesen (F) koma í útvarpsstovuna at kjakast um Ríkisfelagsskapin
    Á Breddaredaktiónini vóru Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Teknikari var Rúni Eysturlíð.
    1 hr 2 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners