Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Brúskapargrunnurin og tilfeingisvinnurnar
    Markið fyri hvussu nógv verður flutt beint á fíggjarlógina frá tilfeingisvinnunum hækkar við 200 milliónum krónum í næsta ár - í øllum førum um Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum fær tað sum hon vil.
    Tað sæst í fíggjarogaruppskotinum, sum Ruth Vang legði fram í gjár.
    Landsstýriskvinnan hevur borið eitt uppskot í løgtingið, sum broytir lógina um Búskapargrunnin, so markið fyri hvussu nógv fer í landskassan verður hækkað úr 150 milliónum í alivinnuni upp í 250 milliónir og úr 250 milliónum í fiskivinnuni upp í 350 milliónir krónur.
    Tað merkir, at 200 milliónir meiri koma á fíggjarlógina ístaðin fyri at fara í Búskapargrunnin - tað er milliónir, sum annars høvdu verið brúktar at javna við búskapin við yvir komandi 7 árini.
    Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í Breddanum.
    37 min
  • Breddin: Familjudepilin og kvinnur í kommunuvali
    Eingin familjudepil hevur verið síðani januar 2022 . Tað hevur millum annað havt ta avleiðing, at talið av børnum, sum verða skrivað inn á barnaverndarstovnar, er hækkandi. Ein nýggj skipan skal gerast har familjur í størri mun hjálpast heima, heldur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum. Djóni N. Joensen er í útvarpsstovuni.
    Kvinnur og kommunuval
    Á kommunuvalinum 12. november fáa sundafólk møguleika at seta kross við ein kvinnulista. Stig er tikin til hann fyri at betra um kvinnuumboðanina í kommunustýrinum, har einans ein út av ellivu kommunustýrislimum er kvinna. Hvussu fáast kvinnur at stilla upp?
    Sigrid Dalsgaard er forkvinna í Kvinnufelagssamskipan Føroya, og Niels Uni Dam er formaður í Demokratia - tey vitja útvarpsstovuna.
    44 min
  • Breddin: Kostnaður av suðuroyartunlinum og málið um Ingilín Strøm
    Alt bendir á at ein Suðuroyartunnil verður settur á skinnarar tá fíggjarlógin fyri næsta ár fer í tingið mánadagin.
    Í gjár samtykti løgtingið einmælt at yvirtaka Íleggingargrunnin 1. januar 2025. Íleggingargrunnurin er frá 1964 og ogn grunsins er 653 mió. kr.
    Og verður tað sum løgmaður fyrr hevur sagt, verður umleið helvtin av fænum brúkt uppá ein Suðuroyartunnil og hin helvtin verður brúkt uppá nýggja farstøð á Flogvøllinum.
    Mándagin fer landsstýriskvinnan helst at leggja eitt fíggjarlógaruppskot fyri løgtingið, sum setur 100 milliónir av til ein suðuroyartunnil, sum er mettur at kosata umleið 4 milliardir við teimum vegum og tunlum, sum skulu gerast í samband við tunnilin.
    - tað stendir í øllum førum í játtanarkørmunum fyri 2025.
    Men hvat fer ein suðuroyartunnil at kosta? Og hvussu ætlar politiska skipanin at tryggja sær at hann ikki verður dýrari enn tær 4 milliardirnar, um trygdin skal uppraðfestast?
    Tað spyrja vit løgmann og politiska fylgibólkin um í Breddanum.
    --
    Ingilín Strøm landsstýriskvinna segði ósatt, tá hon segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum var í vanda - hon eigur at leggja frá sær, heldur andstøðan -
    vit tosa við politiskan viðmerkjara um politisku støðuna
    45 min
  • Breddin: Trygd í Suðuroyartunlinum og sambýlið á Mýruni
    Altjóða ráðgevarafyritøkan SWECO hevur gjørt eina frágreiðing um trygdina í Suðuroyartunlinum, um eldur kemur í, og tunnilin fyllist við royki.
    Frágreiðingin er ein lemjandi atfinning av váðametingini, sum liggur til grund fyri kostnaðarmetingini av Suðuroyðartunlinum.
    Loysnin, sum ráðgevarafyritøkan Norconsult hevur gjørt fyri Tunnilsfelagið kann ikki góðtakast, og livir ikki upp til null-visiónina, og princippið um at fólk skulu kunnu bjarga sær sjálvum út, um eldur kemur í, sigur ráðgevarafyritøkan SWECO.
     
    Eisini verður ró framundir at Norconsult - sum eisini teknar tunnilin fyri Tunnilsfelagið - tilvitað velur hugsað dømir um støður har eldur er í, sum koma til eina ávísa niðurstøðu.
    Váðametingin loyvir eini loysn, sum er munandi bíligari enn tann, sum vanliga krevst til ein so langan tunnil - tað vildi verið ein loysn við rýmingartunli, trygdarrúmum ella rýmingarleið aftanfyri ein brandvegg.
    Teitur Samuelsen, stjóri í Tunnilsfelagnum var í Breddanum fyrrapartin.
    Sambýlið á Mýruni
    Á heysti í fjør kundu búfólk, avvarandi, starvsfólk og myndugleikar fegnast, tá klárt var til, at 18 borgarar kundu flyta inn í nýggja Sambýlið á Mýrini.
    Ein verkætlan sum gjørdist bíligari at byggja enn upprunaliga mett. 46 milliónir vóru settar av í verklagslógini, men sambært Búskaparskipan landsins var samlaðu útreiðslurnar 41,2 milliónir krónur.
    Almenna móttøkan var kortini útsett, tí longu 1. mai fekk Almannaverkið lyklarnar til heimið frá byggiharranum Landsverki. Tá gjørdist greitt, at bygningurin hevði ávísar manglar, sum Almannaverkið vildi hava broytt.
    Í gjár almannakunngjørdi Landsgrannskoðanin eina frágreiðing, sum staðfestir, at tann bygningurin sum Almannaverkið fekk, ikki var tann, sum biðið bleiv um.
    Hvørki í nøgd ella góðsku.
    Beinta Dam, landsgrannskoðari greiðir frá, hvussu hetta lat seg gera í Breddanum hesuferð.
    36 min
  • Breddin: Settur heiman níggju ára gamal - verður nú sendur av landinum
    Fyri seks árum síðani var 15 ára gamli Andrew Rasmussen umsorganaryvirtikin.
    Sum tað liggur í orðingini, yvirtaka myndugleikarnar umsorganina fyri barninum, tá tað verður sett heiman, og fáa sostatt ábyrgdina av dreinginum, sum tá var níggju ára gamal.
    Nú hevur Almannaverkið uppsagt dreingin. Samstarvið er endað, og kommunan noyðist at finna honum pláss uttanlands.
    Men hvør hevur evstu ábyrgd av einum barni í einari skipan?
    Og nær kunnu vit sum land avgera, at vit ikki hava pláss fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar?
    Tað spyrja vit í Breddanum.
    Samrøða er við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sum var í útvarpsstovuni.
     
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    52 min
  • Breddin: Tvingsil í psykiatriini
    Tvingsil verður oftari og oftari brúktur í psykiatriini. Danmark verður hartað fyri hetta í seinastu frágreiðingini hjá ST.
    Eisini í Føroyum verður tvingsil brúktur í størri mun, vísir ársfrágreiðingin hjá Føroya Kærustovni seinastu árini.
    92 ferðir brúktu starvsfólkini á Psykiastrisku deild tvingsil í 2023. Í 2009 var talið 12.
    Tað fevnir millum annað um tvingsilsinnleggingar, tvingsils-fastspenningar og sissandi heilivág undir tvingsli.
    Men nær er neyðugt at brúka tvingsil? Og nær er tað ov nógv?
    Tað spyrja vit í sendingini.
     
    Gestir í sendingini: Súsanna Olsen og Tórmóður Stórá
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum var redaktørur
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    37 min
  • Breddin: Deyðiligar arvaligar sjúkur í Føroyum
    89 prosent av føroyingum í burðardygga aldrinum halda, at føroyingar eiga at fáa í boðið at vera kannaði fyri deyðiligar íløgusjúkurnar:
    Sucla2, AGS, AROKS, JEB og TBCD
    Tað vísir ein kanning, sum er almannakunngjørd í dag, og sum áhugafelagsskapurin Arvasjúkan hevur umbiðið.
    Títtleikin av hesum sjúkum er størri í Føroyum enn aðrastaðni, og fólk eiga at vera spærd fyri sorgina tað viðførur, at seta eitt barn i verðina til líðing og deyða, halda tey, sum hava umbiðið kanningina.
    Breddin í dag snýr seg um deyðiligar arvasjúkur í Føroyum og hvat eigur at verða gjørt við, at fimti hvør føroyingur eru berari av einari av teimum.
    Vit tosa við fólk, ið eru rakt og við limir í etiska ráðnum.
    Í útvarpsstovuni eru Bergur Debes Joensen, formaður í etiska ráðnum og prestur, Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og limur í etiska ráðnum og Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen og limur í etiska ráðnum.
    Vit tosa eisini við Karin Laksáfoss, sum hevur stovnað felagsskapin, Arvasjúkan og gjøgnum virksemið í felagnum hevur umbiðið hugburðskanningina.
    57 min
  • Breddin: Uppsagnarmálið á Glasi og gransking í PKU-kortum
    Viðgerðin av kærumálinum hjá útbúgvingrstjóranum á Glasi hevur havt sera neiliga ávirkan á álitið á ráðið - haraftrat er talan um óheimilað inntriv i leiðslurættin hjá rektaranum. 
    So bersøgin er rektarin í seinasta svari sínum til ráðið. 
    Poul Geert Hansen, aðalstjóri er í útvarpsstovuni.
     
    Gransking í PKU kortum
    PKU kortini eru komin til Føroya, og nú skal granskast í teimum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum. Hon hevur sett eina nevnd at skipa hetta - tað eru millum annað fólk, sum varða av FARGEN og aðarari gransking umframt varasjúkrahússtjórin.
    Landsstýriskivnnan í Heilusmálum er í útvarpsstovuni.
    1 hr
  • Breddin: Kommunuval og amerikanska forsetavalið
    Annika Olsen, Heðin Mortensen, Kristin Michelsen. Jógvan Skorheim og nú Kári Johansen. Tað gerst alsamt meiri vanligt at skifta flokk tá tað kemur til kommunuval.
    Er tilknýtið til politisku flokkarnar leysari í býráðspolitikki enn í landspolitikki - og hvørjum velja fólk lista eftir, tá tey stilla upp?
    Jóannes N Dalsgaard stjórnmálafrøðingur er í útvarpsstovuni
     
    Trump vs Harris
    Kammala Harris skal vísa hvør hon er sum politikari og tað var hólmgongan við Trump eitt gott høvi til, sigur viðmerkjari, sum fylgir við í amerikanska forsetavalstríðnum.
    Vit hava havt vitjan av Eriki Løksagarð Absalonsen í útvarpsstovuni og hyggja nærri at kjakinum millum republikanska og demokratiska forsetavalevnini, sum var mikunáttina.
    48 min
  • Breddin: Floksskifti í Tórshavnar býráð og umboðsráðsval í Betri
    Floksskifti í Tórshavnar býráð hevur vakt ans.
    Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum, og hann stillar upp fyri Framsókn á næsta býráðsvali.
    - Borgarstjórin hevur arbeitt ímóti mær, sigur Kári Johansen millum annað.
    Vit tosa við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, og Heðin Mortensen, borgarstjóra, og politiskur viðmerkjari verður í útvarpsstovuni.
    Umboðsráðsval
    Val er aftur til umboðsráðið hjá Betri-samtakinum.
    Sum vant eru valevni á sosialum miðlum við áheitanum um at atkvøða fyri sær.
    Eitt valevni gongur tó ímóti streyminum. Kim Hansen stillar upp við ti endamáli at taka umboðsráðið av.
    Vit tosa við tvey av valevnunum til umboðsráðið í sendingini.
     
    Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg
    1 hr 1 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners