Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
    Rumbul er í Javnaðarflokkinum. Tað gjørdist greitt, eftir at flokkurin í gjár valdi tingnevndirnar í løgtinginum av nýggjum. Úrslitið av nevndarvalinum fall ikki í góða jørð hjá øllum. Árni Gregersen og Ingi Samuelsen, politiskir viðmerkjarar, vera í útvarpsstovuni.
    Størri talufrælsi
    Har skal vera minni sensurur og meira talufrælsi á sosialu miðlunum Facebook, Threads og Instagram. Tað sigur Mark Zuckerberg, forstjóri fyri tøknirisanum Meta, sum broytir leiðreglur í kjalarvørrinum av, at Donald Trump nú aftur situr í Hvítu húsunum.
    Henda broytingin leggur stóra ábyrgd á brúkaran, sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur. Í dag hyggja vit nærri at, hvat nýggju leiðreglurnar bera í sær, og hvat tað fer at merkja fyri tey, sum brúka hesar miðlar.
    Í sendingini:  Árni Gregersen, Ingi Samuelsen og Eyðbjørt Skylv Midjord. 
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    43 min
  • Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
    Evropa roynir av øllum alvi at finna fótafesti eftir toppfundin millum Russland og USA, sum var í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, fyrr í vikuni.
    Í dag spyrja vit, hvat hetta merkir fyri Evropa, og um tað kann væntast, at Ukraina og Evropa fáa sess við borðið, tá samráðst verður um frið. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, kemur í útvarpsstovuna.
    Og so spyrja vit eisini Tór Marna Weihe, serkønan í russiskum viðurskiftum, hvat Russland í grundini hevur fingið burtur úr fundinum í Saudiarabia.
    Í sendingini: Regin Berg og Tór Marni Weihe. 
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    51 min
  • Breddin: Nýggj tilmæli um skíggjaráð
    Snildfonir, sosialir miðlar, sjónvarp, teldlar, telduspøl og mangt annað: Skíggjar eru allastaðni, men vit skulu minka um nýtsluna.
    Tað eru boðini frá Heilsustýrinum, sum í næstum kemur við nýggjum tilmælum. Hetta er triðju ferð, at almennu Føroyar koma við skíggjaráðum.
    Í dag spyrja vit, hvørji tey nýggjastu ráðini eru, og hvønn mun hesi tilmæli í veruleikanum gera.
    Í sendingini: Bjarni á Steig, Heri Joensen og Gitte Klein.
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    30 min
  • Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
    Hann hevur verið forseti í nakrar fáar vikur, men tað er, sum longu fleiri ár eru farin, síðani Donald Trump kom aftur í Hvítu húsini.
    Ein rúgva av kravboðum og fráboðanum eru komin úr Washington fyrstu tíðina í seinna forsetatíðarskeiðinum.
    Men hvussu hevur fyrsta tíðin eydnast, og hvat er endamálið við skjótu byrjanini? Vit tosa við Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðing.
    Grønland
    Hvussu nógv er Grønland í føroyskum miðlum, og hvussu nógv eru Føroyar í grønlendskum miðlum?
    Tað hevur Elin Neshamar, kandidatur í grønlendskum máli, kannað.
    Í sendingini: Erik Løksagarð, Elin Neshamar og Katrin Petersen.
    Gjørt sendingini: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    50 min
  • Breddin: Framtíðin hjá Posta
    Er tað neyðugt at hava eitt alment postfelag í nýggju talgildu tíðini?
    Spurningurin er aftur vorðin aktuellur, nú nýggi stjórin hevur staðfest, at Posta ikki longur gongur postrutur.
    Í sendingini í dag fara limir í løgtingsins vinnunevnd at kjakast um framtíðina hjá Posta.
    Luttakarar: Erhard Joensen, Annika Olsen, Uni Holm Johannesen og Jørgen Niclasen. 
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur:  Kári Annand Berg.
    57 min
  • Breddin: Forboð, aldursmark og aðrar avmarkingar
    Forboð, aldursmark ella aðrar avmarkingar.
    Hugskotini hava verið mong í tali seinastu árini, um hvat skal gerast við orkudrykkirnar, sum bara vaksa í tali í handilshølunum, men sum serfrøðingar ferð eftir ferð hava ávarað um eru skaðiligir.
    So mikið skaðiligir, at ung og børn eiga at verjast fyri teimum.
    So seint sum í farnu viku vóru teir enn eina ferð nevndir á okkara høga tingi.
    Men tað eru ikki bara orkudrykkir, sum røddir siga, at børn og ung mugu verjast fyri. Fartelefonir, pornografiskt tilfar og sosialir miðlar eru onnur evni, sum javnan verður kjakast um.
    Men hvat siga tey ungu um hesi evni, og verða tey spurd, tá lóggávan skal smíðast.
    Í sendingini í dag lata vit tey ungu sleppa til orðanna.
    Luttakarar: Áki Stenberg, Herborg Gaardlykke, Jóhannis Erlendsson, Gunnvá Winther og Martin Gardar.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur:  Kári Annand Berg.
    51 min
  • Breddin: Grønland
    Ongantíð hevur áhugin fyri Grønlandi og fólkinum har býr verið størri enn nú.
    Og nú valstríðið er byrjað venda heimsins eygu móti oynni, sum vit enn eru í Ríkisfelagsskapi við.`
    Men hvat er tað, sum ger, at heimsins eygu brádliga eru fest á Grønland og hví hevur hendan oyggin, sum er heimsins størsta, so stóran týdning fyri heimsins leiðarar.
    Á Breddanum í dag - gera vit sum restina av heiminum - og seta sjóneyka á Grønland.
    Luttakarar: Gestur Hovgaard, Jens Christian Svabo Justinusen og Uni Árting.
    Gjørt sendingina hava Hansa Hansen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur var Kári Annand Berg
    37 min
  • Breddin: Tollkríggj
    Rættiligur tollmeldur ger um seg í løtuni, nú Donald Trump, forseti, um vikuskiftið hótti við at leggja hægri toll á innflutning úr Kina, Kanada og Meksiko.
    Men hví leggur eitt land toll á eitt annað land, hvørjir eru fyrimunirnir og hvørjir eru vansarnir?
    Hvussu ávirkar hetta føroyska vinnulívið?
    Og eru fólk í Kanada og Mexico ávirkað av tollhóttanunum hjá nýggja forsetanum?
    Luttakarar: Niels Winther, Johnny í Grótinum, Johan P. Olsen og Hansy Tuohy.
    Hansa Hansen og Hallur av Rana hava gjørt sendingina.
    Tøkningur er Kári Annand Berg
    39 min
  • Breddin - Føroyar og ES
    Føroyar eiga at fara upp í ES.
    Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.
    Hann hevur sagt tað fyrr. Og nú hann enn einaferð alment vísir á, at hann heldur, at limaskapur í ES er tað rættasta fyri Føroyar, elvir tað til politiskt kjak.
    Kunnu og skulu Føroyar verða verandi uttan fyri ríka marknaðin og stóra politiska felagsskapin í Evropa, verður spurt í sendingini í dag.
    Orðaskifti verður eisini í útvarpsstovuni millum tríggjar limir í uttanlandsnevndini - Anniku Olsen í Tjóðveldi, Bárð á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Sólvit Nolsø í Framsókn.
    47 min
  • Breddin: Fíggjarlógin
    Løgtingið samtykti í gjár fíggjarlógina við 2. viðgerð. 
    Sostatt er líkt til, at hon verður endaliga samtykt av løgtinginum í morgin. 
    Uppskotið sum bleiv samtykt í gjár hevði eitt hall upp á 120 milliónir krónur í halli. Tað eru 37 milliónir krónur meira enn fíggjarlógaruppskotið, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið 30. september.
    Nú tingfólk gera seg klár til síðstu viðgerðina í morgin hyggja vit í Breddanum eftir uppskotinum, sum liggur á borðinum saman við formanninum í Búskaparráðnum og politiskum viðmerkjara. 
    Gestir: Beinta Løwe og Johnny í Grótinum
    Gjørt sendingina hava Hansa Hansen, Katrin Johannesen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
    48 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners