Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Suðuroyartunnil og kost-nyttu-greining
    Í sambandi við forkanningarnar av Suðuroyartunlinum gjørdi Landsverk eina kost-nyttu-greining í 2021 av fimm ymiskum møguleikum samanborið við verandi farleið til Suðuroyar.Løgmansskrivstovan yvirtók málsøkið og heitti í fjør summar á Landsverk um at dagføra kost-nyttu greiningina frá 2021, men bert fyri tunnilsleiðina millum Skarvanes og Sandvík. Men hvat er ein kost-nyttu-greining? Tað spyrja vit millum annað um í sendingini í dag.
    Gestur: Brandur Sjúrðarson.
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    35 min
  • Breddin: Adolescence - børn og ung á netinum
    Sosialir miðlar, maskulinitetur, radikalisering á netinum og uppaling. Tað eru nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd í sendirøðini, Adolescence, sum hevur vakt ans um allan heim - eisni her í Føroyum.
    Í dag hyggja vit nærri at bretsku sendirøðini við føroyskum eygum og spyrja: Í hvønn mun eru hesi evnini viðkomandi fyri okkum, hvat siga føroysk ung - og hvussu kunnu vit læra av Adolescence og harvið verja okkara børn, sum gerast alsamt yngri, tá tey byrja at ferðast á netinum.
    Gestir: Súsanna í Króki og Brandur Mortensen Nølsoe.
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var reraktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    55 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin, haldførið og vælferðarsamfelagið
    - Hetta er ein verkætlan, sum vit ikki hava ráð til í verandi støðu, hevur landsbankastjórin sagt ferð eftir ferð.
    Í sendingini spyrja vit Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, hvat tað merkir fyri búskapin her og nú, um verkætlanin við Suðuroyartunlinum verður sett í gongd.
    Eisini spyrja vit, hvat tað fer at merkja fyri haldførið - og so spyrja vit, hvørja ávirkan tað fer at hava á okkara vælferð, sum longu nú hevur demografiskar avbjóðingar.
    Gestur: Malan Johansen.
    Gjørt sendingina: Sigurjón Einarsson og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Rúni Eysturlíð.
    28 min
  • Breddin: Suðuroyartunnilin
    Meðan lógaruppskotið um at veita almenna tunnilsfelagnum heimild at fyrireika Suðuroyartunnilin verður viðgjørt í løgtinginum, tekur løgmaður brádliga sjálvur um endan. Aksel V. Johannesen vil tryggja løgtingsfólki alla ta kunning, tey hava brúk fyri.
    Samstundis sum tingfólk fara á afturlatnan fund hjá løgmanni fáa tey eisini ein drúgvan teldupost frá privata tunnilsbólkinum, sum arbeiðir við alternativum uppskotum um ein Suðuroyartunnil. Tunnilsbólkurin er ikki boðin við til kunnandi fundin í Tinganesi. Í teldupostinum til tingfólk gevur tunnilsbólkurin greitt til kennar, at eftir teirra tykki er Føroya løgting ikki nóg væl upplýst um málið.
    Á Breddanum hesaferð kjakast Kristian Stórhamar, umboðandi private tunnilsbólkin, og Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Suðuroyartunnilin, um bestu loysnina fyri eina komandi Suðuroyartunnil.
    Lagt til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.
    40 min
  • Breddin: Ávísur aldursbólkur fíggjarliga viðbrekin
    Hvussu hevur tú tað?
    Ein at síggja til óskyldigur spurningur, ofta settur í vanligum práti millum manna.
    Men spurningurin kann eisini stinga djúpt. Og hann kann setast breitt.
    Fyri triðju ferð eru føroyingar - í breiðum høpi - spurdir, hvussu vit hava tað.
    Fyrstu ferð var í 2015, síðani í 2019 og so aftur í 2023, tá 8.000 fólk í Føroyum blivu spurd. Tveir triðingar svaraðu.
    Hóast 2023 ljóðar langt síðani, so eru svarini ikki almannakunngjørd fyrr enn nú. 
    Svarini geva eina mynd av føroyska samfelagnum, sum hevur flutt og broytt seg nógv síðstu árini. 
    Og svarini vísa eitt samfelag, har stórir samfelagsbólkar nú hava so mikið stórar, fíggjarligar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað. Eitt samfelag, har sosiala kontraktin millum ættarliðini er um at skrædna og vit í staðin grava alsamt djúpri gjáir millum fólk í Føroyum.
    Luttakarar: Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur.
    Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur
    40 min
  • Breddin: Ukrainsk flóttafólk og játtanarkarmar
    Yvirskipað hava vit sum samfelagið megnað væl at lofta nýggju avbjóðingini - at taka ímóti flóttafólki. Men vit hava framvegis nógv at læra:
    Ukrainsku flóttafólkini hava ofta trupult við at finna ein kommunulækna. Tey hava ofta torført við at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Tað gongur striltið við at læra føroyskt. Tey hava trupult við at finna ein góðan, varandi bústað. Og óvissan um, hvussu leingi tey sleppa at vera í Føroyum, elvir eisini til ørkymlar.
    Hetta eru nøkur viðurskifti, sum verða staðfest í nýggjari kanning hjá Útlendingastovuni og Fróðskaparsetrinum.
    Luttakarar: Durita Kastalag, integratiónsskaskipari á Útlendingastovuni, Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar Kommunu, og Angelina Johannesen, ukrainskur tulkur í Føroyum. 
    Játtanarkarmarnir fyri 2026 vísa 252 milliónir krónur í halli. Og tað gongur striltið - sera striltið - at fáa yvirskot á fíggjarlógina. Verða ikki munandi átøk gjørd hvørt ár næstu árini, so verður ikki avlop aftur á fíggjarlógini í bræði.
    Luttakarar: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Magnus Rasmussen, limurí fíggjarnevndini hjá løgtinginum. 
    Lagt sendingina til rættis: Sigurjón Einarsson og Jón Brian Hvidtfeldt, redaktørur
    53 min
  • Breddin: Ungir íverksetaraspírar
    Hvussu mennir tú nýggjar vørur og tænastur?
    Spurningurin er aftur í ár lagdur út til allar miðnámsskúla-næmingar at geva sítt boð uppá. 
    Glasir í Havn er í dag karmur um tiltakið "Ungt virki". 
    "Ungt Virki" er eitt samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnummálaráðið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlarnar, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Vinnuhúsið og vinnuna sum heild.
    100 miðnámsskúlanæmingar, sum er skipaði í 29 bólkar, kappast um, hvør eigur besta hugskotið. 
    Næmingarnir koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.
    Umframt heiðurin at vinna "Ungt virki", so gevur kappingin eisini atgongd til eina nasjonala finalu í Keypmannahavn í mai, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.
    Breddin í dag loddar dýpið hjá ungu íverksetaraspírunum.
    33 min
  • Breddin: Fráfall á Setrinum
    Umleið annarhvør lesandi, sum fór undir eina bacehelor-útbúgving á Setrinum í árunum 2010 til 2020 fekk aldrin prógv.
    Tey góvust nevniliga áðrenn.
    Hví er fráfallið so stórt, hvat kann gerast betri og hvussu síggja tølini út í grannalondunum.
    Luttakarar: Heri Wang Danielsen, Petur Simonsen, Gretchen Karinardóttir og Martin Zachariasen
    Gjørt sendingina hava Yngva Sigurðsdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Rúni Eysturlíð
    45 min
  • Breddin: Neyðtilbúgving og verkfalsrættur
    Hvør skal taka avgerðina, um hvørji undantøk verða givin í einum verkfalli?
    Hesin spurningurin er kelda til ósemju í fakfelagsrørsluna, eftir at trý fakfeløg seinastu mánaðirnar hava skrivað undir nýggjar semjur, har avtala eisini er gjørd um neyðtilbúgving.
    Meðan summi fakfeløg siga at hetta tekur tenninar úr fakfelagsrørsluni, eru tað onnur, sum halda, at einki verður broytt.
    Í Breddanum í dag hyggja vit at evninum, sum kloyvir fakfelagsrørsluna.
    Gestir: Helgi Abrahamsen, Óluva í Gong og Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk.
    Gjørt sendingina hava Birita Matras Petersen, Yngva Sigursdóttir Lamhauge og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
    Tøkningur var Rúni Eysturlíð
    40 min
  • Breddin: Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum
    Virðingin hjá landsstýrisfólkum fyri tinginum er vorðin ov lítil, og tað er ein trupulleiki.
    Tað heldur Henrik Old, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri 41 árum síðani.
    Hann fýlist eisini á, at landsstýrisfólk í dag sleppa at stýra ov nógv við kunngerðum, tí tað ger valdið hjá løgtinginum veikari.
    Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, og Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtings- og landsstýriskvinna, verða í útvarpsstovuni.
     
    Við í sendingini: Henrik Old, Beinta Løwe og Helena Dam á Neystabø. 
    Gjørt sendingina: Hallur av Rana og Birgit Carina Eliasen, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    45 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners