Breddin

Breddin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Breddin episodes

  • Breddin: Samráðingar við Danmark - fer tað at eydnast hesa ferð?
    Tað er undir øllum umstøðum greitt, at ein breiður meiriluti er í løgtinginum um, at vit skulu skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land.
    Tað er sambært løgmanni einasti møguleiki, vit hava fyri at fáa atgongd til allar altjóða felagsskapir.
    Vit hoyra javnan um WTO, sum er ein altjóða handilssamgonga.
    Men tað eru aðrir felagsskapir, vit gjarna vilja við í. Eitt nú EOC. EOC stendur fyri evropeiskar olympiadunevndir.
    Í sendingini í dag tosa vit við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, og Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara. Eisini tosa vit við Helenu Dam á Neystabø, sum var forkvinna í Sjálvstýri, seinast Føroyar fóru til Danmarkar at samráðast um fullveldi.
    59 min
  • Breddin: Hvussu seta vit orð á kynslig misbrot móti børnum
    Orð skapa veruleikan, og tí hevur tað týdning, hvussu vit umrøða myndatilfar av børnum, sum eru fyri seksuellum ágangi.
    Eitt vaksandi krav er um at broyta málburðin í málum um snúgva seg um tað, vit i dag kalla barnaporno.
    Hvussu lógin er orðað ávirkar, hvussu miðlarnir endurgeva ein dóm, og tíðin er farin frá at tosa um ágang á børn, sum verður avmyndað, sum eitt kynsligt brotsverk og ikki nakað seksuelt.
    Í Danmark hevur man broytt lógartekstin í revsilógini, men enn er einki hent herheima.
    Í Breddanum í dag viðgera vit hvønn týdning tað hevur hvørji orð og orðingar vit brúka um kynslig misbrot móti børnum. Vit tosa millum annað við ein retorikara og fólk, sum varða av lógum og børnum.
    34 min
  • Breddin: Politiskt kjak um ríkisfelagsskapin
    Ein breið semja er gjørd millum fimm flokkar um at samráðast við Danmark um at gera Føroyar til eitt sjálvstøðugt land.
    Men er tað uttanfyri ríkisfelagsskapin ella innanfyri ríkisfelagsskapin?
    Hví kann sambandsflokkurin ikki vera við?
    Og hvat sigur javnaðar-baklandið til at løgmaður ætlar at samráðast um ríkisfelagsskapin?
    Í Breddanum kjakast forfólkini í Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðbveldi og Fólkaflokkinum um hetta.
    1 hr 3 min
  • Breddin: Ríkisrættarliga støðan
    Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land.Tað var boðskapurin hjá løgmanni í hesari vikuni, nú ríkisfundur hevur verið.
    Aksel V. Johannesen hevur eisini fleiri ferðir víst á, at talan er um eina breiða politiska semju millum føroysku flokkarnar.
    Í sendingini í dag hyggja vit at, hvat liggur á borðinum, og hvat semjan merkir.
    Vit tosa við Kristian Joensen, løgfrøðing, og spyrja m.a., um talan í roynd og veru er um loysing?
    Gestur: Kristian Joensen.
    Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Øssur Egholm.
    30 min
  • Breddin: Hvat bagir fólkaræðinum?
    Tíðin, tá fólk hildu, at fólkaræðilig lond fóru at verða verandi fólkaræðilig, er farin. Tað vísa nýggjar kanningar í øllum Evropa.
    Eisini í Danmark - har fólkaræði hevur verið í hásæti - er henda stýrisskipanin, sum tey flestu hava sett sítt álit á, skirvisligari, enn hildið.
    Tað sigur professari í stjórnmálafrøði.
    Saman við 200 øðrum granskarum, er David Hopmann partur av nýggjari danskari kanning, sum er tann størsta av sínum slag í nýggjari tíð.
    Í sendingini í dag tosa vit við professaran um tey fyrstu úrslitini.
    Vit spyrja eisini, hvat bagir fólkaræðinum? Beinta Løwe og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, vera í útvarpsstovuni.
    Við í sendingini: David Hopmann, Beinta Løwe og Regin Berg.
    Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    57 min
  • Breddin: Tung bústaðarbyrða hjá teimum ungu
    Bústaðarbyrðan er tyngri hjá alsamt fleiri, vísir nýggj fíggjarlig greining. Trupulleikin rakar serliga tey, ið eru undir 45 ár.
    Sagt við øðrum orðum: Tess yngri, tú ert, tess torførari verður at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.
    Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á hesa gongdina, og so spyrja vit eisini okkara ungu politikarar, hvussu henda avbjóðingin skal loysast.
    Gestir: Hervør Pállsdóttir í Tjóðveldi, Ingilín D. Strøm í Javnaðarflokkinum, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum.
    Gjørt sendingina: Marjun Dalsgaard og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.
    Tøkningur: Øssur Egholm.
    1 hr 2 min
  • Breddin: Støðan í Gasa
    Ísraelski herurin skjýtur tilvitað børn í Gasa. Tað siga læknar, sum arbeiða sjálvbodnir í Gasa.
    Í Breddanum í dag tosa vit við ein lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús, eru børn. Mimi Syed er lækni í USA, men tvær ferðir hevur hon verið í Gasa og arbeitt í ein mánað í senn.
    Hon hevur búð í Føroyum sum skiftisnæmingur, og hevur bæði verið til skips og gingið í Hoydølum í 1996-97.
    Humanitera støðan 
    Alsamt fleiri atfinningar hava verið móti Ísrael seinastu tíðina. Serliga er tað vantandi neyðhjálpin, sum hevur fingið fleiri av heimsins leiðarum at finnast hvassliga at Ísrael. Støðan í Gasa er vanlukkulig, sigur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum. Formaðurin í Reyða Krossi Føroya verður gestur í Breddanum í dag.
    Við í sendingini: Mimi Syed og Jóannes Eidesgaard.
    Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.
    Tøkningur: Kári Annand Berg.
    49 min
  • Breddin: Fólkaræði í Evropa og reportaga úr Serbia
    Fólkaræðið riggar ikki. Tað er dapurskygda yvirskriftin á nýggjastu frágreiðingini frá The Economist Group um fólkaræði í heiminum.
    Yvirkriftin byggir á, at stórir partar av íbúgvunum í Evropa ikki meta, at nakar flokkur veruliga umboðar tey. Tey hava mist álit á, at landsins stýri hevur fólksins besta sum høvuðsáhugamál.
    Mátingin nevnist Democracy Index, og kemur út á hvørjum ári - hugt verður eftir, um fólkið í landinum sleppir á frælst val, um frælst orðaskifti er í landinum, um landsins stovnar fungera, og onnur viðurskifti.
    Í Breddanum skifta Sólvit Nólsø og Tór Marni Veihe samfelagsfrøðingar orð um fólkaræði og populismu.
    Eisini eru vit ein túr í Serbien - hoyr reportagu frá unga fólkaræðinum, sum í løtuni er merkt av mótmælisgongum kring alt landið sætta mánað á rað.
    48 min
  • Breddin: Leikluturin hjá Fróðskaparsetrinum í almenna kjakinum
    Hvønn leiklut og hvørja ávirkan eiga fróðskaparsetur í smáum londum og økjum at hava á samfelagið.
    Fróðskaparsetur í smáum samfeløgum eru ofta stovnað við einum serligum endamáli, sum millum annað kann vera fyri at varðveita mál og mentan.
    Men hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur eitt universitet ikki at spæla ein aktivan lut í almenna kjakinum?
    Sunnudagin framdi Ukraina eitt óvanligt dronuálop á fleiri russiskar hernaðarflogstøðir, har fleiri russisk bumbuflogfør vórðu bumbaði. Vit fáa eina støðulýsing frá greinara um hetta álopið, og hvat tað kann hava við sær frameftir í stríðnum millum Russland og Ukraina.
    Gestir eru: Erling Isholm og Claus Mathiesen
    Vertir: Katrin Petersen og Sigurjón Einarsson
    41 min

About Breddin

From the publisher's feed

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

More shows like Breddin

Verden ifølge Gram by DR

Verden ifølge Gram

29 Listeners

Millionærklubben by Euroinvestor

Millionærklubben

98 Listeners

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Investeringspodcasten by Nordnet

Investeringspodcasten

22 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Du lytter til Politiken by Politiken

Du lytter til Politiken

29 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

Store Penge by Ekstra Bladet

Store Penge

9 Listeners

Tine og cheferne by Djøf

Tine og cheferne

3 Listeners

Børssnak by Saxo Bank

Børssnak

3 Listeners

Frímælt by Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

0 Listeners

Vikan by Kringvarp Føroya

Vikan

0 Listeners