Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo :" Her glaður eg ferðist."
    Magni Christiansen er countrysangari. Hann sigur frá, hvat aðalmálið er við sanginum.
    Í februar setti hann sær fyri at syngja í øllum teimum 61 kirkjunum í Føroyum og hann rakk málinum.
    35 min
  • Credo: Leita eftir teimum, sum tú ert ósamdur við.
    Bjarni Arge er miðlafrøðingur og undirvísir í hesum.
    Vitan er vald. Er tað socialu pallarnir, sum stýra, hvat vit vita og halda. Eru tað logaritmurnar, sum dána okkum og er okkara demokrati sostatt í vanda ?
    Vit leita javnt og savnt eftir sannleikanum, her og har. Verða vit drigin uppá tráð av socialu miðlunum og enda vit bara at hoyra ekkó av okkum sjálvum.
    Er loysnin at leita upp fólk, sum vit eru rúkandi ósamd við og soleiðis varnast aðrar áskoðanir og ber til tá at síggja allar nuansur í eini søk.
    Ella vilja vit bara váttast í okkara fordómum ?
    34 min
  • Credo: "Tú ert elskaður".
    Justinus Eidesgaard hevur tveir føðingardagar. Annar, tá hann varð borin í heim og hin, tá hann varð endurføddur.
    Fyri tretivu árum síðani stóð illa til hjá Justinus. Hann var bundin av rúsdrekka og hann orkaði ikki at liva.
    Eitt kvøld fór hann á knæ og tá hevði hann eina guddómliga uppliving, tí Jesus tosaði við hann.
    Síðani tá hevur hann sannað, at alt er av náði og at øll menniskju eru fevnd av Guðs kærleika.
    38 min
  • Credo: Kirkjan hon er eitt gamalt hús.
    Gestur í Credo er Tummas Kannuberg, sum er guðfrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetrinum.
    Vit syngja, at "kirkjan hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla", men ger hon tað ?
    Sagt verður, at vesturheimurin er við at verða avkristnaður. Kristnu virðini hvørva og vit tøma okkara siðir fyri Guð.
    40 min
  • Credo: Guð eigur lívið í mær.
    Bogi Lydersen hevur arvaliga sjúkuna Cystisk fibrosa. Hetta er sjúka, sum loypir á lungu, maga tarm skipanina og brisið.
    Hann hevði trupul barnaár og var ofta inni á sjúkrahúsi og verið deyðanum nær.
    Hann hevur ákært og spurt Guð, hví júst hann skuldi fáa so tungan kross at bera.
    Í dag hevur hann gott lív og er takksamur fyri øllum, sum vísindin og læknaheimurin megnar. Men omanfyri og undir øllum, sigur Bogi, eru Guðs hendur, sum hann kennir seg hvíla í.
    32 min
  • Credo: Eg vildi verða prestur.
    Steintóra Gleðisheygg Joensen er nýggjur prestur í Havn. Hon sigur frá sínum barna og ungdómsárum, áhugamálini eru mong og eisini er hon listarkvinna.
    Í lestrarárunum hevur hon eisini eitt tíðarskeið lisið á Yale og skrivað ritgerð um "feministiska teologi".
    32 min
  • Credo : Hvussu handfara vit okkara fortíð ?
    Hvussu handfara vit okkara fortíð ? Og hvør skal avgera, hvat vit skulu minnast og hvussu vit minnast søguna ?
    Er tað rætt at gera upp við fortíðina, at reinsa og koyra alt burtur, sum hevur verið ?
    Enda vit tá sum søguleys, sum tongil í brimi ? Verjuleys ?
    Skulu vit ikki hava sokallaði "denkmal", støð og hendingar og standmyndir, har vit steðga á og hugsa ?
    43 min
  • Credo: Kvinnan er sett í frælsi
    Svein Askildsen hevur skrivað bók "Han satte hende fri" um kvinnuna í Skriftini.
    Hann sigur, at Jesus hevur við orðum og gerningum sett kvinnuna í frælsi av teimum byrðum, sum samfelag og átrúnaður hava lagt á kvinnuna.
    37 min
  • Credo: Hvussu raðfesta vit í koronutíðum?
    Koronutíðin hevur verið og er enn serstøk. Fáur man hava hugmyndað sær árið, sum fór. Ymiskt er komið undan kavi, sum vit ikki hava varnast áður.
    Men kunnu vit sum samfelag og tjóð fyrireika okkum til komandi farssóttir? Tí farssóttir koma og fara.
    Winston Churchill segði, at man skuldi ikki lata eina kreppu fara fyri skeytið. So hvat er til ráða at taka?
    Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki, er gestur í Credo.
    31 min
  • Credo: Vit eru øll menniskju
    Jakob Fauerby er danskur sjónleikari. Hann varð rættiliga kendur, tá hann dansaði saman við Silasi Holst í kappingini "Vild med dans" og teir vunnu.
    Hann er ambassadørur í Neyðhjálp Fólkakirkjunnar og hevur altíð verið aktivur í kirkjuni. Hann heldur at vit hava gloymt borgarligu dygdirnar at vera høvisk og hava jaligan málburð.
    Jakob hevur eina sokallaða ælabogafamilju, tí hann er giftur Anders og saman við Rebekku eiga teir Onnu.
    39 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners