Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Eitt barnaheim í Bangladesh.
    Sunneva Lambavík var í 2009 fyrstu ferð og vitjaði eitt barnaheim í Bangladesh, har sjeyti dreingir búgva. Síðani hevur hon ferðast javnan til hetta barnaheimið.
    Sunneva og onnur við henni savna pening inn, so korini kunnu betrast hjá hesum børnum. Flestu teirra hava ongan pápa, men mammu, sum teir so fara aftur til, tá teir kunnu hjálpa til í húsarhaldinum.
    30 min
  • Credo:"Eg fekk ein kjans afturat".
    Olevina Sundsskarð er útbúgvin bakari og kondittari.
    Tá tey høvdu búð í Danmark í tíggju ár, gjørdu hon og maðurin og teirra trý børn av at flyta aftur til Klaksvíkar at búgva. Olevina byrjaði smátt um smátt við egnum virki.
    Men brádliga ein dagin, small hon um, tí hon hevði fingið ein blóðtøpp í heilan. Hon kom fyri seg aftur, men lívið broyttist púra. Nú verður onki goymt til í morgin, sum kann gerast í dag.
    Eisini kennir hon eitt alt størri takksemi og gleði við at hon slapp at liva.
    36 min
  • Credo: Sálmaskaldið H.A.Brorson 2:2
    H.A.Brorson verður nevndur jólasálmaskaldið burturav.
    Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur frá hesum mæta manni og sálmunum, sum hann yrkti :
    "Her koma Jesus tíni smá",
    ´Íhesi sælu jólatíð",
    "Hin vænasta rósan"
    "Mítt hjarta tilhald hevur."
    54 min
  • Credo: Jólasálmaskaldið H.A.Brorson 1:2
    H.A.Brorson er biskupur og sálmaskald. Hann varð borin í heim 20.juni 1694 og doyði 3.juni 1764
    Hann hevur m.a. yrkt "Her koma Jesus tíni smá" og "Í hesi sælu jólatíð".
    Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá hesum mæta sálmaskaldi.
    Í fyrru sendingini hoyra vit um barna og ungdómsárini hjá Brorson og hansara vegur at verða prestur.
    40 min
  • Credo: At vera menniskja
    Fjodor Dostojevskij var borin í heim í Moskva 11. november 1821, og hann doyði 9. februar 1881.
    Hansara bøkur teljast millum heimsbókmentir.
    Meinhard Bjartalíð sigur frá hesum mæta rithøvunda.
    46 min
  • Credo: Av Matterhorn í Leirvíkstún
    Hvussu fótar mann sær í nýggju landi ? Hvussu lærir mann málið og siðirnar, sum eru ? Hvørvur kenslan at mann er útlendingur ?
    Monica Stauss Jensen er úr Schweiz. Hon er gift Ingvardi Joensen og eiga tey fimm vaksin børn. Monica er virkin í Føroyum. Hon er violinleikari, hon gevur frálæru, hon skrivar bøkur og er virkin og tekur lut og hjálpir har hon kann.
    48 min
  • Credo: Krossferðirnar
    Tummas Kannuberg hevur í samband við guðsfrøðislestur skrivað speciali um krossferðina, tá Urbanus 2 ráddi fyri borgum.
    Jesu grøv í Jerusalem varð hildin at vera heilagt stað og tey kristnu ansaðu henni í mong ár, til tey vóru rikin burtur av muslimum, sum komu úr Turkalandi og har um vegir.
    Pílagrímarnir vóru í vanda á teirra ferð, so kristni keisarin í Konstantinopel bað Urbanus, páva um hjálp og við honum byrja so krossferðirnar. Tær vardu í eini 200 ár.
    46 min
  • Credo: Pínan skal ikki forða mær at náa míni mál.
    Herit Johannesen hevði ofta ilt í sínum liðum, tá hon var barn. Hóast hon tíðum var hjá lækna, so var tað ikki fyrrenn hon varð tannáringur, at diagnosan varð sett. Hennara lið hava fingið skaða av brunanum og hon hevur roynt nógvan heilivág, sum hevur nógv keðilig hjáárin.
    Hóast støðuga pínu, so vil hon fegin røkka sínum máli, sum er at verða djóralækni.
    Tá Herit hevur havt tað svárast, so eru djórini hennara uggi og allarkærast er gásin Pu.
    33 min
  • Credo: " Eg eri meiri enn ágangurin..."
    Annika er yngst av fýra systkjum og vaks upp í vanligum, tryggum heimi. Men frá tí hon var um níggju ára aldur til hon var trettan ár, gjørdi abbin seg kynsliga inn á hana. Tá hon sum sekstan ára gomul er á donskum filmskúla og tey arbeiða við dogmefilminum Festen, verður hon var við sína egnu døpru søgu.
    Hon breyt tøgnina og abbin fekk dóm.
    Men nógv varð skeiklað í hennara lívi og tilgongdin hevur verið svár og long. Men í dag er hon gift og mamma og sigur seg nú hava eitt gott lív.
    37 min
  • Credo: Sum hjørtur hyggur tráandi
    Ólavur Jøkladal er útbúgvin í tónleiki og norðurlendskum máli. Tónleikur og tað at syngja og stjórna kóri hevur altíð havt hansara stóra alsk.
    Hann sigur frá ymiskum tónleiki, sum hava týdning fyri hann. Eisini sigur hann frá árunum í Manila, hvussu onki aftur varð, sum tað var.
    Nú er hann komin til staðið, tá aldurin fær teg at saðla meg, men sangurin er tíðarleysur.
    Og sum "hjørtur hyggur tráandi", soleiðis við menniskjanum, sum tráar eftir Guði.
    54 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners