Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo:Sálmaskaldið Thomas Hansen Kingo 1:2
    Thomas Hansen Kingo varð borin í heim 15.desember 1634 og hann doyði 14.oktober 1703. Hann var kendur og virðismettur av síni samtíð.
    Hann hevur skrivað nógvar sálmar og í 1699 kom út "Kingo sálmabókin". Hann varð giftur tríggjar ferðir, men fekk ongi børn sjálvur.
    Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur frá.
    41 min
  • Credo: »Tá eg verði gamal«
    Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan.
    Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi, og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa - eisini hjá professionellum, sum vita betri.
    Hetta sigur danski sálarfrøðingurin, Dorthe Birkmose, sum hevur varpað ljós á trupulleikan í ymskum samanhangum, tá starvsfólk hava borið seg ill at.
    Hon er gestur í sendingini Credo.
    49 min
  • Credo: Kvirra, hvíld og kall
    Derhard Jógvansson er prestur. Hann fer í lestrarfarloyvi at kanna "Kvirru, hvíld og kall". Nógvar bøkur eru á marknaðinum, sum vilja læra okkum at liva. Kirkjan hevur aldargamlan sið at fasta og spekja sál, likam og anda, men onkursvegna er tað gloymt.
    Men er Guð har ? Kann tað hugsast, at um vit verða meiri kvirr, so fara vit at hoyra Guð í okkara pausum ?
    38 min
  • Credo: Hans Nielsen Hauge 2:2
    Hans Nielsen Hauge varð borin í heim í 1771 í Tune í Noregi. Hann arbeiddi á garðinum hjá pápanum. Ein dagin hann var úti á markini fekk hann eina guddómliga opinbering, sum broytti alt hansara lív. Hann fór runt landið og boðaði gleðisboðskapin.
    Men ikki var loyvt at vera ferðandi prædikumaður, so hann var samanlagt tíggju ár í fongsli. Hann skrivaði 33 bøkur, sum komu út í 400.000 eintøkum.
    Eisini var hann hegnigur íverkseti. Hann hevur havt sera stóra ávírkan á kirkjuna og verður sagdur at vera "tann norski Luther".
    Símun Absalonsen sigur frá.
    35 min
  • Credo: Hans Nielsen Hauge 1:2
    Hans Nielsen Hauge varð borin í heim í 1771 í Tune í Noregi. Hann arbeiddi á garðinum hjá pápanum. Ein dagin hann var úti á markini fekk hann eina guddómliga opinbering, sum broytti alt hansara lív.
    Hann fór runt landið og boðaði gleðisboðskapin. Men ikki var loyvt at vera ferðandi prædikumaður, so hann var samanlagt tíggju ár í fongsli. Hann skrivaði 33 bøkur, sum komu út í 400.000 eintøkum.
    Eisini var hann hegnigur íverkseti. Hann hevur havt sera stóra ávírkan á kirkjuna og verður sagdur at vera "tann norski Luther".
    44 min
  • Credo: Framtíðin er nú.
    Erla Mortensen og Pól Johannesen vóru ávegis til Nesvíkar 6. janaur 2021. Brádlig vóru tey árend og fingu stóran skaða. Tey hava verið ígjøgnum skurðviðgerðir og endurvenjingum, so í dag siga tey at lívið er gott aftur, hóast tað hevur verið sera stríggið. Tey hava sannað at tá neyðin er størst er Guð næst.
    Eisini leggja tey sær eina við nú at virðismeta at hava heilsuna og hvussu umráðandi tað er at liva í sátt og semju við Guð, sjálvan seg og næstan.
    Og ætlar tú tær nakað, so ger tað, tí framtíðin er nú.
    49 min
  • Credo: Lívið er viðbrekið.
    Tá Gissur Patursson var 19 ára gamal, fekk mamman Osla eina heilabløðing, sum tók hennara evni at tosa og partvíst hennara førleikar.
    Gissur er einkarbarn og øll ábyrgdin lá á honum og pápanum at geva mammuni mansømilig kor heima.
    Tá hon hevði verið heima í tólv ár, so kom Lágargarður og har var Osla í 32 ár. Ofta ivaðist hon í, um Várharra hevði gloymt seg.
    52 min
  • Credo: Frá tuskhandli til veðlánara.
    Jødiska fólkið hevur verið forfylgt í øldir. Teir hava verið útihýstir úr londum og býum. Søgan sigur okkum, at jødar skuldu hava frámerki, sum vísti at hetta var ein jødi og eisini sluppu teir ikki í nakra frælsa vinnu ella í nøkur "laug".
    So teir vóru breyðleysir og fóru tí undir at læna pening út við rentu, hóast Skriftin sigur, at tú skalt ikki læna og taka rentu. Hetta var ikki galdandi fyri jødan, tí hann var mettur at vera "fortaptur".
    48 min
  • Credo: "Sólin fer at skína aftur".
    Tá Maria Reynstind var 32 ára gomul doyði maður hennara. Tey búðu í Svøríki og vóru glað fyri teirra degi við trimum synum, lesnaði og arbeiði. Men so broyttist alt og hon varð einsamøll.
    Hon hevur fótað sær og sigur at trúgvin bar hana. Hennara persónliga trúgv er modullerað av allari sorgini, men tá alt varð skorið inn á bein, so var tað bara hon og Guð.
    43 min
  • Credo: "Enn eru vit til ".
    Fróði Ejdesgaard sigur frá teirra svára missi, tá dóttirin Barbara kom í heimin deyðfødd.
    Hvat ger man í slíkari støðu, har mann ongantíð áður hevur verið ? Hvat sigur mann við børnini ? Hvar finnur mann svar uppá allar spurningarnar og og øllum tí ósvaraða ?
    Tey sannaðu, at tað er sera tabuiserað at missa eitt barn. Umráðandi er at bróta tøgnina og tosa um hesar sváru kenslur. Tí dóttirin hevur verið her á foldum dagsettan dag og gloymir mann, so missir mann enn eina ferð.
    34 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners