Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Føroyski sjómaðurin og modernaði "karrieruemigranturin"
    Sunniva Busk Vang er antropologur. Hon hevur føroyska mammu og hevur ferðast nógv í Føroyum, tí valdi hon eitt føroyskt evni til endaligu ritgerðina, sum hon fekk 12 fyri.
    Hvønn leiklut hevur sjómaðurin fyrr og nú í familjuni? Minnast fólk hansara søgu og hevur hansara yrki ávirkan á modernaða mannin í dag?
    Nógvir føroyingar leita sær til onnur lond at nema sær útbúgving og hetta nevnir Sunniva at vera "karrieruemigrantur".
    Familjan og "omman og abbin" og trygga samfelagið hevur stóra ávirkan, um tú flytur heim aftur á klettarnar ella ikki.
    32 min
  • Credo: Fløskubarn
    Katrine Quorning sigur frá, hvussu tað er at hava mammu sum er alkoholikari. Hvussu torført tað er hjá barninum, sum eigur ongi orð fyri hesum tabu.
    Alisa Hammer sigur frá "Títt Rúm", sum veitir hjálp til børn og ung, sum hava havt ein barndóm við rúsevnum.
    39 min
  • Credo: Eg var pápasa genta
    Sissal Kjartansdóttir misti pápa sín fyri fýra árum síðani.
    Hon sigur frá sínum kærleika og tokka til pápan og hvussu svárt tað er, nú hann er burtur.
    Men verður sorg um gamlan pápa góðtikin, sum sorg um ungt menniskja ?
    36 min
  • Credo: Um átrúnað í Føroyum
    Heini í Skorini, Herit Albinus og Hans Andrias Sølvará hava gjørt áhugaverdari kanning um átrúnað í Føroyum, sum víkir frá øðrum londum.
    Hví fingu fríkirkjurnar fótafesti í Føroyum í mun til Ísland ?
    Og hvørja ávirkan hevur tað havt á oyggjarnar og fólkið her býr ?
    Heini í Skorini er gestur í útvarpsstovuni.
    44 min
  • Credo: N.F.S Grundtvig 2:2
    Nikolai Frederik Severin Grundtvig varð borin í heim 8.september í 1783 og doyði 2.september í 1872.
    Hann var prestur, rithøvundur og politikkari.
    Hann lat úr sínum hondum yvir 1500 sálmar.
    Eisini tók hann stig til háskúlarørsluna og legði navn til grundtvigianismuna.
    Lektari í kirkjusøgu Jákup Reinert Hansen sigur frá.
    45 min
  • Credo: N.F.S. Grundtvig 1:2
    Nikolai Frederik Severin Grundtvig varð borin í heim 8.september í 1783 og doyði 2.september í 1872.
    Hann var prestur, rithøvundur og politikkari.
    Hann lat úr sínum hondum yvir 1500 sálmar.
    Eisini tók hann stig til háskúlarørsluna og legði navn til grundtvigianismuna.
    Lektari í kirkjusøgu Jákup Reinert Hansen sigur frá.
    45 min
  • Credo: Rættvíst kríggj
    Jus ad bellum, jus in bello, jus post bellum.
    Etikkur og rættvíst kríggj. Er tað ikki ein andsøgn ? Kann nakar etikkur vera tengdur at kríggi ?
    Ymsar konventiónir eru, sum siga um mann kann rættvísgera at mann fer í kríggj og hetta gongur heilt aftur til rómverjarnar og tí er hetta á latínskum máli.
    38 min
  • Credo: Hvat er náttúruetikkur ?
    Er menniskjan eitt mál í sjálvum sær ella er menniskjað eitt mál til nakað annað ? Menniskjan kann reflektera, tað kunnu djórini ikki, hava tey so annað og lægri virði ?
    Ella hevur alt livandi somu tign, tí vit øll eru endalig ?
    Hava vit okkara tign, tí vit eru skapt í Guðs mynd, ella tí vit eru fornuftsverur ?
    46 min
  • Credo: Tyrannar og oligarkar.
    Hugtøkini oligarkar, tyrannar og plutokrati stava úr gamla Grikkalandi, men hava aktualitet í dag.
    Vit sum liva í demokratiskum landi, gáa sum so ikki um tað, og tað er vandamikið.
    Men hvat søgdu Platon og Aristoteles um hetta, tá teir vóru uppi á døgum ?
    Lærari í heimsspeki, Jógvan D. Hansen, sigur frá.
    45 min
  • Credo: Sálmaskaldið Thomas Hansen Kingo 2:2
    Thomas Hansen Kingo varð borin í heim 15.desember 1634 og hann doyði 14.oktober 1703. Hann var kendur og virðismettur av síni samtíð.
    Hann hevur skrivað nógvar sálmar og í 1699 kom út "Kingo sálmabókin". Í Føroyum hava vit enn serstaka "kingosangin", tá fólk "kinga".
    Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu sigur frá.
    48 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners