Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: "Eg vildi bara vera ein glað genta"
    Alt, sum Marjun Tausen ynskti sær, var at vera ein glað genta. Men alt lívið varð skeiklað.
    Frá hon var seks ára gomul, til hon var tíggju ár, gjørdi ein maður i familjuni seg kynsliga inn á hana. Og misbrúkið setti síni spor.
    Øll barnaárini var so hon bangin, at hon als ikki fekk hugsavnað seg í skúlanum. Tannárini vóru eisini torfør, og Marjun royndi fleiri ferðir at taka seg av døgum.
    Men í dag er Marjun farin at lesa sjúkrarøktarfrøði, og hon er glað fyri lívið við synunum.
    44 min
  • Credo :"Pápi var dupultagentur".
    Niels Thomas Pedersen sigur frá, hvussu tað var, tá pápin, Erik Christian Tørsleff Pedersen frá Randers, doyði og tey á sýsluskrivstovuni í Vestmanna fingu at vita, at pápin hevði livað eitt lív tey onki kendu til.
    Pápin var hevði verið dupultagentur, sum við krígslok endaði við fongsulsdómi. Eisini hevði hann verið giftur tvær ferðir og átti børn. Tá hann aftur var frælsur maður, kom hann til Vestmanna, har hann varð giftur og fekk børn og livdi eitt gott lív.
    46 min
  • Credo: "Eg havi sangin í sálini".
    Stanley Samuelsen er fuglfirðingur, føddur 30. april 1951.
    Hann var yngstur av tólv systkjum. Pápan misti hann bara hálvt ára gamal
    Stanley er giftur Merete Messman, sum hevur verið hansara holli stuðul og samskipari av hansara tónleikaferðum.
    Hann hevur smíðað 68 løg og givið fleiri fløgur út og yndisyrkjarin er Janus Djurhus. Hann hevur ferðast kring knøttin, Evropa, Amerika og norðurlond og sungið sínar so vældámdu sangir og tá hann syngur á føroyskum, hava lurtarar hildið, at tað ljóðaði eksotiskt, sigur Merete.
    Stanley hevur fingið nóðgvar heiðurslønir og viðurkenningar burturi og heima.
    Nýliga fekk Stanley staðfest Alzheimer sjúkuna og hon darvar, men sangin og guitarspælið hevur hann intakt í sálini.
    44 min
  • Credo: "Eg havi verið niðri við havsins botn og stundum uppi við ský"
    Eyðun Andreassen, professari í fólkalívsfrøði, sigur frá sínum barnaárum úti í Skúvoy. Foreldrini vóru lærarir og teir eru fýra beiggjar. Hann fekk alsk til kvæði og bókmentir og fór at lesa fólkalívsfrøði.
    Hann hevur starvast á Fróðskaparsetri Føroya. har hann hevur undirvíst, granskað og skrivað bøkur og hevur eisini fingið M.A. Jacobsens virðisliøn fyri yrkisbókmentir.
    Hann hevði nógv arbeiði eftir at fáa frá hondum, tá ein blóðtøppur setti hann í ein rullistól og seinastu fýra árini hevur hann búð á Lágargarði.
    44 min
  • Credo: "Buon camino" !
    Annika Maisonsdóttir Mellemgaard hevur verið saman við fjøruti fólkum ein pílagrímstúr í Spania.
    Tað er sokallaða "víkingarutan" í Spania, sum er 120 km. long.
    43 min
  • Credo: "Eg fekk eitt nýtt hjarta"
    Ólavur Thune og hansara tríggjar systrar hava øll eitt hjartabrek, sum ger at hjartað ferst. Tvær av systrunum eru farnar foldum frá. Ólavur fekk nýtt hjarta fyri fjúrtan árum síðani og livir eitt púra vanligt lív. Hann er takksamur og fegnast um hvønn einasta dag hann fær at liva saman við síni familju. Óalvur hevur klettafasta trúgv, sum hann sigur seg hvíla í.
    38 min
  • Credo: Hvat er bøn ?
    Jan Jensen er antropologur. Hann hevur skrivað ritgerð, sum eitur "Ver fyrireikað upp á eitt undur". Hann hevur í longri tíð fylgt City Church fyri at kanna bøn og bønarlívið.
    Hví biðja, um Guð er almáttugur, er tað so neyðugt ? Ella er bøn eisini at vera í Guðs nærveru og takka?
    37 min
  • Credo: Børn og sorg
    Per Bøge hevur starvast hjá Kræftens bekæmpelse yvir tríati ár. Hann er stjóri fyri økinum "børn og ung".
    Hann hevur roynt at varpa ljós á, hvussu mann best hjápir tí syrgjandi barninum. Bæði barninum, sum hevur mist mammu, pápa ella systkin ella tí sjúka barninum.
    Hvussu lærir mann lærarar, námsfrøðingar og onnur, sum varða av børnum, at spyrja teir røttu spurningarnar, so mann lættir um byrðuna hjá barninum.
    34 min
  • Credo: Tær binda og tær biðja
    Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari. Hann hevur skrivað rúgvismikla bók um føroysku sjómanskvinnuringarnar.
    Tað er ikki smávegis arbeiði, sum føroysku kvinnurnar hava lagt úr sínum hondum.
    Bindingin hevur bundið sjómansmissiónina saman, tí pløggini sum tær evna úr sínum hondum, hevur borið øllum arbeiðinum víðari á leið.
    45 min
  • Credo: Feministisk teologi
    Steintóra Gleðisheygg Joensen er guðfrøðingur. Meðan hon las, fekk Lukas evangelistur hennara stóra áhuga.
    Hevur kvinnan borið eina stóra syndaskuld, tí hon leiddi Ádam í óføri og soleiðis hevur verið ein "syndug evudóttir" ?
    Rangerar kvinnan lægri, tí Guð skapaði fyrst mannin og evnaði síðani kvinnuna av hansara rivum ? Er kvinnan við skerdan lut, tí tað eru menn, sum skrivaðu skriftirnar og soleiðis hava skrivað kvinnuna út ?
    Við Jesusi kom vend í, tí Hansara lív og læra innkluderaði eisini kvinnuna. Men hvussu so við Paulusar orðum, at kvinnan skal tiga í samkomuni ?
    39 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners