Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Maðurin livir ikki nóg væl
    Mannfólkadagurin er 19. november.
    Tá hevði Javnstøðunevndin boðið sálarfrøðinginum Svend Aage Madsen til Føroya at halda fyrilestur.
    Kanning og gransking vísir, at alt fleiri menn eru einsamallir.
    Kvinnur eru alt meiri sjálvstøðugar og megna gerandisdagin einsamallar. Teirra styrki er eisini, í mun til menn, at tær tosa meiri um trupulleikar, hava fleiri at samskifta við, meðan menn ofta bara hava makan at tosa við. Teir fara ov seint til lækna og liva tí styttri.
    - At menn í dag fara í barsil er sera jaligt, sigur Svend Aage Madsen, tí tað er sunt og gott at hava tætt samband við barnið, og teir taka tá størri ábyrgd fyri síni heilsu og trivnaði.
    42 min
  • Credo: Hermeneutikkur
    Orðið hermeneutikkur er grikst orð og merkir at tulka ella umseta.
    Vit menniskju tulka og analysera, javnt og savnt, alt og øll og alt rundanum okkum, men við hermeneutikki kunnu vit analysera okkara tulkingar.
    Okkara tulkingar hava vit úr okkara samtíð, tí vit hava felags fatanarkarm.
    Fra tíð til aðra spyrja fólk ymiskar spurningar til ein tekst og soleiðis er ein tekstur livandi og kann geva ymisk andsvar.
    Men ein tulking er ikki betri enn ein onnur.
    35 min
  • Credo: Tað góða lívið
    Gestur er Poul Jákup Thomsen.
    Hann vaks upp í heimi, har stór rúsdrekka misnýtsla var.
    Avleiðing hjá einum barni, sum veksur upp í slíkum korum er, at tað kann als ikki læra ella hugsavna seg í skúanum, tí tað er fult av ampa um, hvussu skilið er heima.
    Úrslitið er, at barnið missir øll síni vankligu mørk og er illa brynjað til vaksna lívið.
    Poul Jákup fór eisini at drekka til ein dagin, hann raknaði við og langa gongdin at verða tilvitaður byrjaði og tað er tað, sum er tað  góða lívið.
    43 min
  • Credo: Hendurnar hjá kirkjuni
    Sverri Steinhólm er fyrsti diakon prestur í Føroyum. Diakoni er griskt orð og merkir tænasta. Henda merkingin er heilt frá teimum fyrstu kristnu.
    Sverri skal leita upp hin falna og royni eftir førimuni at lætta um og hjálpa, har hann kann. Bæði við tí góða orðinum og ítøkiliga.
    Tí, "tú skal hjálpa" !
    47 min
  • Credo: "Ongin segði nakað".
    Tríggir tíggju ára gamlir dreingir druknaði 31. august 1964 á Toftavatni.
    Eini drongurin var Oddmar Andreassen og hann var beiggi Elinbjørg Petersen. Hon sigur frá hesum so svára degi og hvussu løgið tað var, at ongin segði nakað um tað í tíðini aftaná.
    Nústaðni sigur Elingbjørg frá hesi ógvusligu hending.
    43 min
  • Credo: Guð hevur altíð verið trúfastur
    Effie Campbell hevur skotskan pápa. Hann varð soldátur í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Hjúnarbandið hjá foreldrunum slitnaði, so Effie og mamman hava verið tværeinar.
    Effie varð lærari og hevur starvast á Adventistaskúlanum í 35 ár. Hon er sera virkin, hon skrivar og hevur umsett eina rúgvu.
    Hon var trúlovað í sínu ungu døgum , men hon gjørdi tað til onkis.Uppi í árunum rann saman aftur og tey blivu gift. Tey fingu 8 ár og 7 mánaðar, so doyði maður, Effie, Jógvan av sjúku.
    39 min
  • Credo: Vitlíki
    Lærari í heimsspeki, Jógvan D. Hansen, sigur frá vitlíki.
    Hesi tólmenni kunnu lyfta og lætta um hja menniskjanum, men ein bági er við øllum. Kann hugsast, at vítlíki verður meiri skilagott enn menniskjan, so vit verða óneyðug ?
    Skulu vit gloyma allar dystopiskar tankar og heldur fegnast um nýggju tøknina, sum megnar at finna sjúkur rættiliga tíðliga og soleiðis tryggja okkum longri lív ?
    40 min
  • Credo: "Hvar ert tú nú ?"
    Maikin Isholm Højgaard fór eftir lokið studentsprógv út í heim at arbeiða í ferðavínnuni. Um tríati ára aldur saðlaði hon um og fór til Danmarkar at lesa og arbeiðir í dag sum politiskur skrivari á Christiansborg.
    Maikiin og Per højgaard hittust og gjørdist góð. Tey blivu gift og fingu tvey børn.
    Men í 2018 helt Per, at hann mintist ikki so væl. Hann varð kannaður og endaliga diagnosan var, at hann hevði fingið sjúkuna FDD/ALS og í 2020 doyði Per.
    Hvussu stórur missurin er, sannaði Maikin av alvára eitt kvøld, tá alt var so kvirt og saknurin svárur. Tá føddist sangurin "Hvar ert tú nú ?"
    Maikin lovaði Per, at hon skuldi halga sær tónleikin enn meiri og tað ger hon fegin.
    43 min
  • Credo: Fanny Crosby 2:2
    Fanny Crosby, varð borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915.
    Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin.Alt frá Bob Dylan til Ingálv av Reyni.
    Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari. Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri forsetar í USA. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongressini.
    Fanny varð gift blindum manni og tey fingu eina dóttur, sum doyði sum pinkubarn.
    Gestur í útvarpsstovuni er Símun Absalonsen.
    38 min
  • Credo: Fanny Crosby 1:2
    Símun Absalonsen sigur frá Fanny Crosby, sum var borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915.
    Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin. Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari.
    Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri presidentar. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongressini.
    Hon varð gift og fekk eina dóttur, sum doyði sum pinkubarn.
    41 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners