Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: "Eg eri bara ein lítil drongur úr Sandavági".
    Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen".
    Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag.
    Agnar hevur klettafasta trúgv og kennir og veit seg í tryggum hondum og hann biður inniliga um heilsubót og at sleppa at síggja børnini vaksa og mennast.
    Men um so ikki verður, so óttast hann als onki, tí tá er hann heima hjá Kristusi.
    39 min
  • Credo: "Bert ein dag..." 2:2
    Lina Sandell varð borin í heim 3. oktober 1832 og andaðist í 1903. Hon hevði skirviliga heilsu og kundi tí ikki spæla sum onnur børn.
    Skjótt varnaðist pápin, presturin Jónas Sandell, at Lina hevði serstaka góða gávur at skriva og yrkja.
    Lina hevði eina avbjóðandi lívsleið, men kendi seg altíð í tryggum hondum.
    Hon yrkti yvir 650 sálmar og sangir og eru teir fólkaogn í mongum londum enn dagin í dag. Eisini var hon íðin brævskrivari og yvir 300 brøv eru til skjals í dag.
    Símun Absalonsen sigur frá.
    46 min
  • Credo: "Bert ein dag..." 1:2
    Lina Sandell varð borin í heim 3. oktober 1832 og andaðist í 1903. Hon hevði skirviliga heilsu og kundi tí ikki spæla sum onnur børn.
    Skjótt varnaðist pápin, presturin Jónas Sandell, at Lina hevði serstaka góða gávur at skriva og yrkja.
    Lina hevði eina avbjóðandi lívsleið, men kendi seg altíð í tryggum hondum.
    Hon yrkti yvir 650 sálmar og sangir og eru teir fólkaogn í mongum londum enn dagin í dag. Eisini var hon íðin brævskrivari og yvir 300 brøv eru til skjals í dag.
    Símun Absalonsen sigur frá.
    45 min
  • Credo: Jesper Brochmand
    Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum.
    Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni.
    Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livandi í føroyska málinum at nakað "er sum ein brochmandslestur".
    Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.
    55 min
  • Credo: Tøgnin hevur mong andlit
    Í 1963 varð staðfest, at trý ára gamli Jógvan Andrias hevði Calvé Pertes sjúkuna. Hann varð sendur til Danmarkar við sjúkrarøktarfrøðingi. Í hálvt triðja ár lá hann bundin í sjúkrasong.
    Tá so foreldrini komu eftir honum kendi hann tey ikki og móðurmálið varð farið í gloymskuna.
    Ikki varð tosað um slíkar upplivingar, ístaðin bylgdist alt sum eitur minni og kenslur frá hesi sváru tíð seg í honum.
    Men tað kom út í orðum og tónum hjá Jógvan Andriasi og eisini fór hann á pall við einrøðuleikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta".
    44 min
  • Credo: Hvussu skal eg siga lívinum farvæl ?
    Annika Magnussen Gaard skrivaði undir guðfrøðislestrinum ritgerð í kirkjusøgu um prædikuna aftaná trúbótina, sæð í ljósinum av "Ars moriendi" siðvenjuni, sum merkir "kynstrið at doyggja".
    Hetta er ein gomul siðvenja, ið er frá katólskari tíð, men Ars moriendi fann eisini sínar røtur í protestantismuni, tí Martin Luther skrivaði eina tílíka vegleiðing, sum hevur heitið :" En sermon om Beredelse til at dø". Í hesi vegleiðing, ið er skrivað sum ein prædika, viðgerð Luther, hvussu vit skula siga farvæl til tað verðsliga lívið, við at skapa sátt og semju, áðrenn deyðin kemur.
    39 min
  • Credo: Floymandi nærvera
    Hans Jacob Kollslíð sigur frá sínum samarbeiði við tónleikaranum Hans Marius Ziska. Teirra vøkru orð og tónar eru vorðin fólkaogn.
    Eisini sigur H.J. Kollslíð frá síni tíð í Thailandi og hví honum dámar so væl Karamasov brøðurnir.
    50 min
  • Credo: Aria hevur 22q11
    Jovina og Allan Olsen eiga Ariu, sum fekk staðfest syndromið 22q11. Allan sigur frá sváru og truplu gongdini, tá tey varnaðust, at alt ikki ruggaði rætt.
    Tá ein tíð varð frálíðin var staðfest, hvør sjúkan var.
    Ein av hvørjum 2000 nýføðingum hava hetta syndromið, men tað varierar ymiskt frá einum menniskja til annað.
    36 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners