Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: "Fráverandi nærvera"
    Hilda Bolstad Mortensen hevur saman við trimum øðrum lesandi skrivað ritgerð um fyribrigdið "phubbing". Hetta er orð sett saman av phone og snubbing, tað hendir tá tú stendur og prátar við ein, og tú tá so heldur velur at taka telefonina.
    Hetta gevur fólki lítilsvirði. Umsorganarsvíkur er eisini, tá foreldur ikki lurta eftir barninum, men heldur velja skíggjan framum barnið.
    33 min
  • Susan Jacobsen: "Eg fann pápa mín"
    Mamma Susan Jacobsen var stødd í Danmark í 1963. Tá hitti hon amerikanskan hermann og árið eftir varð Susan fødd. Seinni varð mamman gift donskum manni og fekk børn.
    Susan hevði tryggan og góðan barndóm. Tá hon var vaksin, fór hon at leita eftir pápanum, og hon fann hann í USA.
    33 min
  • Credo: Okkara ár í Tansania
    Beinta og Havstein Klein eru sjúkrarøktarfrøðingur og prestur.
    Tey hava búð og arbeitt í Tansania í fleiri ár. Tey siga frá hesi merkisverdu tíð, sum er so ólík lívinum her heima.
    49 min
  • Credo: Lívið er dýrabært
    Ann Randi Jacobsen misti pápan at sínum fyrsta dreingjabarni. Hann doyði í ólukku í Grønlandi.
    Seinni møtti hon manninum, sum hon hevur verið gift við í nógv ár.
    Í 2014 doyði verdóttirin í barsilssong, og tá fór Ann Randi í móður stað.
    42 min
  • Credo: Nunna í Føroyum
    Marisa Spiteri Cremona er úr Malta. Hon er úr katólskari familju og longu, tá hon var tjúgu ár, fór hon í kleystur.
    15. juli í 1981 kom Marisa til Føroyar at vera. Hon hevur verið sera aktiv og hevur stóran vinaskara.
    Men nú hevur Róm tikið avgerð, at kleystrið skal seljast og systrarnar skulu fara tl onnur lond.
    Marisa fer í juni mánaða til Dublin at búgva í einum kleystri.
    34 min
  • Credo: "Tú komst í góðar hendur".
    14. februar í 1945 doyði Sigga Maria, mamma Signar á Brúnni í barsilssong, bara 34 ára gomul.
    Eftir sat pápin, Jógvan, við trimum smádreingjum.
    Hvat var til ráða at taka ?
    Góð menniskju og familjan øll slógu ring um teir og gjørdu sítt ítarsta fyri lítlu viðbreknu familjuna, sum høvdu mist tað kærasta teir áttu.
    Og allur kærleikin og øll umsorganin hevði verið góð, tí Signar sannar í dag, at tað, sum varð gjørt var gott.
    33 min
  • Credo: Pausuleysa samfelagið
    Anne Mette Greve Klemensen hugleiðir um nýggjárið, hví mann setir sær fyri, at onkur broyting skal vera í nýggja árinum.
    Men hvat forðar menniskjanum í at seta sær mál annað enn mannaótti ?
    Tí, hvat um tað nú miseydnast og mann verður til láturs ?
    34 min
  • Credo: Føgur er foldin
    Sálmaskaldið B. S. Ingemann, sum skrivaði og yrkti nógv, er evnið í sendingini.
    Hann eigur nógvar av jólasálmunum, sum vit syngja í dag.
    Føgur er foldin er ein teirra.
    49 min
  • Credo: Tá ið foreldur sleppa og børn lofta.
    Súsanna Olafsdóttir Skaale er sálarfrøðingur. Hon starvast á "Títt rúm".
    Hon gevur bók út, sum eitur "Familjufløkir". Sannroynd er, at børn sum búgva í heimi, har foreldur eru rúsbundin fáa arr, sum skeiklar tey. Børn eru loyal og tey eru prísgivin teirra foreldur, so tá alt verður kaos, so roynir barnið av øllum alvi at fáa alt í rættlag aftur. Og hetta er ikki uppgáva, sum nakað barn skal bera.
    43 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners