Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Leiðarar sum skamma seg.
    Elsebeth Hauge hevur verið í Føroyum og hildið fyrilestur um fyribrigdið "tá leiðarar skamma seg". Hon hevur skrivað bók um hetta og sigur, at fleiri leiðarar ynskja seg í annan stól og vilja ikki standa við stýrisvølin.
    Tey kenna tað, sum at tey ikki eru "sonn" í teirra arbeiðslívi, og tað ger, at leiðarin verður sálarliga strongdur.
    32 min
  • Credo: Vinn á tí ónda við tí góða
    Birita Lamhauge Jóansdóttir er sálarfrøðingur. Hon hevur eina ógvusliga lívssøgu. Destruktivar gerðir og hendingar høvdu ta avleiðing fyri hana, at hon var um at detta sundur sum menniskja. Hon var tilvitað um, at tað ónda var í henni, rundanum hana og millum hana og onnur menniskju.
    Men hvussu við tí góða? Hennara trilvandi ferð og leitan førdi hana í annað umhvøvi, sum savnaði hana saman aftur sum menniskja. Hon sigur, at frælsi og ábyrgd eru samantvinnaði, og alt lívið skal mann royna at vinna á tí ónda við tí góða.
    46 min
  • Credo: "Eg skar mítt navn" 2 (2:2)
    Jóannes Patursson var borin til garðin í Kirkjubø. Hann var eisini navnframur politikkari. Hann skrivaði sera nógv og eisini yrkti og umsetti hann nógvar sálmar, har fleiri í dag eru fólkaogn.
    Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá.
    46 min
  • Credo: "Eg skar mítt navn" 1 (1:2)
    Jóannes Patursson var borin til garðin í Kirkjubø. Hann var eisini navnframur politikkari. Hann skrivaði sera nógv og eisini yrkti og umsetti hann nógvar sálmar, har fleiri  í dag eru fólkaogn.
    Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá.
    43 min
  • Credo: Fátt er sum faðir, onki sum móðir
    Anna Skýlindal er barnvaksin í Kollafirði saman við yngru systrini og eldra beiggjanum. Mamman gek heima og pápin silgdi úti í verðini. Tá Anna var tíggju ára gomul, fekk mamman bróstkrabba og átta mánaðar seinni var mamman deyð. Tá tosaði mann ikki um sorg og kenslur og sakn, so alt varð kvirt.
    Pápin noyddist til arbeiðis aftur og systrarnar báðar fóru til hvør sína mostur at vera. Hóast tær hava havt sera nógv góð fólk rundanum seg, so er saknurin svárur eftir tí sum var.
    Í sendingini hoyra vit brot úr søguni hjá teimum, sum Anna hevur skrivað til Beran. Í dag fegnast Anna um síni børn og ommubørn. Hon vil fegin geva teimum tann kærleika og umsorgan, sum mamman ikki slapp at geva.
    36 min
  • Credo: Føroyska sjúkan
    Tað eru tey bæði, Karin Laksáfoss og Sámal Rasmussen, sum eru gestir í Credo hesa ferð. 
    Tey eru foreldur Vilju og Ságu, sum varð borin í heim á sumri í fjør.
     
    Ongar ábendingar um álvarsomu sjúkuna
    Barnsburðurin gekk púrasta eftir vild. Lítla barnið í búkinum sparkaði nógv, og annars gekk alt so at siga, sum tað skuldi. 
    - Eg havi ongantíð ordiliga hvílt í mínum barnsburðum, tí eg havi altíð stúrt nógv um børnini hjá mær. Men vit fingu als onga ábending um, at okkurt ikki var, sum tað skuldi vera, meðan hon var í búkinum, sigur Karin Laksáfoss. 
    Og føðingin gekk eisini væl. Fyri Karin var føðingin ein góð uppliving. 
     
    Okkurt var galið
    Tá lítla Sága var fødd, var einki at síggja ella merki á henni. Sága sá út til at hava tað gott. 
    - Tá hon var í búkinum hjá mær, so var alt gott, tí har fekk hon alt, sum henni tørvaði. Men tá hon varð fødd, skuldi kroppurin hjá henni jú arbeiða, sigur mamma Ságu.
    Og tá ein tíð var fráliðin, so varnaðust foreldrini, at alt ruggaði ikki rætt. Sága treivst og mentist ikki. Hon var órólig og græt nógv.
    - Tann fyrsti mánaðin gekk, sum eg væntaði, sigur Karin. Men aftaná tann fyrsta mánaðin hugsaði eg, at hon dugdi enn ov illa at súgva, og at hon orkaði for illa. Hon lá bara hjá mær, eins og var hon bara ein dag gomul.
    - Hon lá við boppuna, hon svav illa, og hon græt nógv. Aftaná ein mánaða byrjaðu vit at blíva bangin, sigur Sámal.  
     
    Føroyska sjúkan
    Tá hon var tríggjar og ein hálvan mánaða gomul, varð staðfest, at Sága hevði sucla2, sum eisini verður rópt "føroyska sjúkan". 
    - Ílegusjúkan sucla2 ger millum annað tað, at kroppurin ikki fær framleitt eitt serligt og sera neyðugt ensym, sum er ein týdningarmikil partur av orkuverkinum í kroppinum. Kroppurin fær ikki framleitt ta orku, sum kroppurin krevur, sigur Karin Laksáfoss um ílegusjúkuna, sum lítla Sága hevði fingið staðfest.
    Fleiri av kropsligu funktiónunum halda spakuliga uppat. Eitt nú misti Sága hoyrnini eftir fáar vikur, men tað vistu foreldrini ikki av.
    - Ímynda tær at vera nýføðingur, og mamman leggur teg frá sær. Hon sá meg ikki, hon hoyrdi meg ikki, og hon var jú bara í dýrastu neyð, sigur Karin, tá hon minnist aftur á tíðina við Ságu. 
    Og tá Sága var einans fimm mánaðar gomul fór hon foldum frá.
     
    Ein minnisvarði um lítlu Ságu
    Tá Sága fekk staðfest sjúkuna, vóru foreldrini púra tikin á bóli. Tey vistu ikki av, at bæði tvey vóru berarar av einum ílegubreki, sum gjørdi, at hon fekk hesa sjúkuna. Tey vistu heldur ikki, at sjúkan kann fyribyrgjast.
    Í dag hava Karin og Sámal sett sær fyri at varpa ljós á allar tær serstøku og álvarsomu sjúkurnar, sum fleiri føroyingar bera í teirra ílegum, uttan at tey vita av tí.
    Foreldrini hjá Ságu hava stovnað felagið Arvasjúkan sum ein minnisvarða um teirra elskaðu Ságu og øll tey undan henni, sum eru tikin frá okkum, alt ov tíðliga orsakað av einari ílegusjúku.
    Teirra hjartamál er at kunna um hesar sjúkurnar, so føroyingar ikki eru óvitandi um tær, tá teir eru klárir til at fáa sær børn. Arvasjúkan virkar eisini fyri, at eitt alment kanningartilboð verður sett á stovn, so øll sum ynskja tað, kunnu lata seg kanna fyri tey mest álvarsligu ílegubrekini.
    Á heimasíðuni arvasjukan.fo ber til at lesa meiri um hesar sjúkur.
    52 min
  • Credo: Hin heimurin
    Jóan Pauli Joensen er professari í fólkalívsfrøði. Hann hevur savnað inn søgur í nógv ár um slíkt, sum fólk upplivað og sum ikki er av hesum heimi.
    Um mannin umborð, niðagrísin, at vera sanndroymdur og mangt annað.
    Uppliva fólk tað, tey siga ella er alt heilaspuni ?
    Er "hin heimurin" í dag tann tøknifrøðiligi ?
    46 min
  • Credo: Kvirra, hvíld og kall.
    Derhard Jógvansson, prestur, sigur frá, tá hann í fjør fór av teimum socialu pallunum og fór í lestrafarloyvi fyri at kanna, hvat hendir tá vit sløkkja fyri øllum óljóði.
    Hugsa vit um, hvussu vit liva og eru, hvussu vit virðismeta tíðina, sum er okkum givin ? Onkur sigur, at um tú livir í 80 ár, so hevur tú 4000 vikur á fold. Fara vit vitleyst fram eftir fummum ella geva vit tíðini gætur og eru takksom ?
    Sanna vit, at vit skulu hvíla í frelsuverkinum ella duga vit ikki á at skyna ?
    44 min
  • Credo: "Vónin ber meg"
    Halda Hansen er lærari. Hon eigur fimm børn og ein ommuson. Eisini hevur hon skrivað tvær barnabøkur.
    Í 2023 fekk hon staðfest krabbamein, og síðani tá hevur hon barst móti sjúkuni. Hon sigur, hon er farin í hernað móti krabbanum.
    Hon hevur eina sterka trúgv og vón, at alt skal fara at laga seg.
    36 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners