Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Africa Mercy
    Jóhan Petur Johannesen hevur siglt við Mercy ships í hálvt fjórða ár. Hetta er flótandi hospitalskip og har verður veitt ókeypis viðgerð til túsundavís av menniskjum hvørt ár.
    Mercy ships er ein altjóða hjálparfelagsskapur, sum frá einum sjúkrahússkipi, Africa Mercy, hjálpir menniskjum í nøkrum av heimsins fátækastu londum.
    Allar viðgerðir eru ókeypis fyri tann sjúka og tað er uttan mun til mentan, kyn ella religión.
    40 min
  • Credo: Mørk kunnu og skulu flytast
    Pól Sundskarð broytti alt lívið hjá sær í 2014. Hann valdi at fara annan og øðrvísi veg við øðrum vanum.
    Hann fór smátt um smátt at renna og megnaði at klænka um 30 kilo. Síðani hevur hann runnið yvir 5000 km. um árið og eina rúgvu av Maraton.
    Eisini hevur hann ferðast upp allar fjallatindar kring landið fleiri ferðir. Hann hevur nú skrásett øll fjøll og allar varðar og hevur í umbúna at skjalfesta týdningin av bygdagøtunum, áðrenn vegirnir komu.
    38 min
  • Credo: Ecce homo!
    Nøkur av teimum, sum yvirlivdu ræðuleikarnar í nazitýskalandi, hava skrivað bøkur um hetta. Primo Levi skrivaði bókina "Um hetta er eitt menniskja", tí hvat hendir, tá menniskju koma í umstøður, har ongin moral ella etikkur er, har alt verður tikið frá tær og tey fara við tær, sum vart tú eitt djór.
    Pól Huus Sólstein hevur lisið nógvar av hesum bókmentunum, og herfyri hevði hann grein í føroysku bløðunum um hesa ræðuligu tíð og hvussu nøkur av teimum, sum yvirlivdu týningina, hava roynt at sagt frá hesum dýpi av ófatiligum óndskapi.
    46 min
  • Credo: Fólkaræði og serfrøðingaveldi
    Hví hava vit iva og skepsis mótvegis serfrøðini, hví daga løgnar konspiratíonshugsanir undan?
    Hevur fólkið ræðið? Ella skulu vit hugsa um orðini hjá Platon, at "tað er ørskapur at óvitandi fólk skulu stýra?"
    Sæst bara polarisering millum fólkið og serfrøðina? Ella er polarisering eisini millum serfrøðingar?
    41 min
  • Credo: Orð skapa tað, tey siga
    Theodor E. D. Olsen stamar. Hann sigur frá, hvussu tað var, tá hann var barn og hvussu hann hevur fingið hjálp.
    Lætt er at happa onnur og flenna eftir og finna nirðandi orð, sum man sá, tá Joe Biden og Trump vóru í hólmgongu. Joe Biden stamar og besti háttur, at typpa stamaran, er, at bróta av og síðani finna nirðandi orð um persónin.
    38 min
  • Credo: Vit mugu ongantíð gloyma!
    Altjóða Holocaust dagur er 27. januar. Dagurin, tá vit minnast ræðuleikarnar undir seinna heimsbardaga. Minnast vit ikki og siga frá, so er tað sum vit endurtaka sorgarleikin. Fólkadráp hendir og henda enn.
    Í 1994 og '95 var Katrin Kallsberg í Bosnia send av "læknum uttan landamørk". Har var borgarakríggj og neyðin var stór. Í juli 1995 vóru yvir 8.000 dreingir og menn skotnir og kastaðir í hópgravir. Hetta hendi hóast altjóða samfelagið visti, hvussu vandamikil støðan var.
    46 min
  • Credo: – Mín trúgv er sterk og persónlig
    Hon skrivar erliga og hjartanemandi um sínar tankar, eygleiðingar og upplivingar. Hvussu tað er at vera barnvaksin í umhvørvi, har lok og tøgn verða lagt á og um ymiskt, sum Dania í sínum vaksna lívi hevur kent trongd at seta orð á, at venda og snara og lata ivan sleppa framat.
    Um trúgv, synd og frelsu - um tey og hini. Hetta at vera meiri varin, tá tað snýr seg um trúgv og innastu kenslur hjá næstanum.
    45 min
  • Credo: Bíbilsku kvinnurnar
    Nógvir eru persónarnir í Bíbliuni. Ofta hoyra vit um menninar, men har eru heili 192 kvinnur, nevndar og ónevndar.
    Eva verður søgd at vera móður at øllum tí livandi.
    Hvat siga aldargomul skrift um hesa kvinnu ?
    27 min
  • Credo: Nýggj lungu og nýtt lív
    Sigrun Jóansdóttir Bisp hevur sjúkuna Cystiska fibrosu. Hetta er arvalig sjúka, sum ávirkar m.a. sodningarleið og lungu.
    Megin í lungunum viknaði, so Sigrun varð skrivað á listan at fáa nýggj lungu. Og tað eydnaðist, men tíðin varð stokkut, so havnaði likamið lunguni.
    Men í ár fekk Sigrun so aftur nýggj lungu og nú kann hon anda frítt.
    33 min
  • Credo: Er alkoholisma ein sjúka?
    Henrik Rindom er sálarlækni. Hann er tengdur at viðgerðarstaðnum Novavi - nýtt lív.
    Hann sigur, at alkoholisma er sjúka og skal viðgerðast.
    Henrik Rindom hevur verið í Føroyum og sagt frá hesum viðgerðarstaðið, har dentur er lagdur á ambulalanta viðgerð.
    32 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners