Credo

Credo

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Credo episodes

  • Credo: Um pátrúgv
    Jóan Pauli Joensen er professari í fólkalívsfrøði. Hann hevur skrivað nógvar bøkur og nú kemur enn ein nýggj bók á marknaðin.
    Hon er um pátrúgv og siðir annars m.a. í samband við neytahald og fiskiskap.
    Hvat er pátrúgv og er hon horvin í okkara modernaða samfelagi ?
    42 min
  • Credo: Vakurleiki
    Dina Jensdóttir Norðberg er kristin bloggari, og bloggurin eitur vakurleiki. Hon sigur endamálið vera at síggja vakurleikan í Bíbliuni, evangeliinum og skapannarverkinum.
    Eisini vil hon fegin skapa meiri evangeliskt nettilfar, sum er "andaligt, gagnligt, festligt og viðkomandi fyri føroyingar".
    38 min
  • Credo: Eg taki við tí, sum lívið gevur mær
    Anna Maria og maðurin Ingvi ættleiddu tvey børn úr India, Karin og Pravin. Tað vísti seg, at drongurin bar álvarsamt brek. Tey hava leitað sær læknahjálp, men sjúkan er sjáldsom her. Men í India er títtleikin ein annar, so tey fóru eisini yvir til India fyri at fáa meiri at vita um brekið.
    Hóast Anna Maria hevur havt sína stóru sorg og mótburð, so er lívið gott og skal livast.
    41 min
  • Credo: Barnsburður og korona
    ElsaMaria Dam Kongslið var við barn og var sett at eiga 4. oktober. Men so varð ikki. Í viku 32 fekk hon koronu og endin var, at barnið varð tikið við keisaraskurði.
    Lítla Olivia hevði tað gott, men ElsaMaria var illa fyri. Hon slapp ikki at hava dóttrina hjá sær vegna koronu, so pápin Erhard var um barnið fyrstu dagarnar.
    Í dag er lítla familjan sloppin heim og tey royna øll at fóta sær aftaná hesa torføru og hørðu tíð.
    43 min
  • Credo: Trúgvin og sálarfrøðin
    Birita Lamhauge Jóansdóttir er sálarfrøðingur. Hon hevur skrivað ritgerð, sum nevnist : "Sálarfrøðingurin, trúgvin og terapiin". Hetta er ein religiónssálarfrøðilig ritgerð og ein kvalitativ granskan av, hvønn týdning og hvørja funksjón trúgvin hevur fyri kristna sálarfrøðingin í terapeutiska arbeiðinum.
    Innan religiónssálarfrøði hevur, tað seinastu 30 árini, verið ein áhaldandi áhugi í at granska munandi jaliga samanhangin millum trúgv og sálarligan trivnað.
    36 min
  • Credo: Hvussu skilmarka vit trúgv og vísind?
    Petur Steingrund, er fiskifrøðingur. Hann hevur stóran áhuga fyri trúgv og vísindi.
    Trúgv er sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja, meðan vísind er at finna skil á teimum lutum, sum eru at síggja. Hann sigur frá Darwin og menningarlæruni.
    Og hvussu við uppreisnarvónini, sum kristna trúgvin hvílir á?
    33 min
  • "Á jólum vóru vit sorgleys"
    Pál Weihe er professari í fólkaheilsu. Hann heldur, at fríi og frælsi viljin er sera virðismikil. Hann vildi ynskt, at dagur varð settur av til at heiðra frælsa tankanum.
    Hann hevur verið lækni eitt langt lív og tað vísir honum, at føroyingar eru flegmatiskir og tolnir.
    Eisini sigur Pál frá ymsum sóttum, sum hava herjað kring heimin eins og korona ger í hesum døgum.
    Pál Weihe hevur eisini sett sær fyri at skriva sína egnu jarðaferðarrøðu, sum skal varpast á stórskýggja í Ebenezer, tá tann dagurin rennur upp.
    44 min
  • Credo: "Lívsins dansur"
    Bárður á Lakjuni hevur sungið, spælt og skrivað tekst og smíðað løg í nógv ár.
    Nú hevur hann givið út ein ritling "Lívins dansur", við teksti og fløgu og myndprýtt av Sámali Toftanes.
    Bárður sigur frá sínum musiska lívi og hvussu kristna áskoðanin litar hansara lív. Tí eitt er, at alt forgongur og ferst, men tað er nú vit skulu liva dýrabæra lívið, tað er nú dansurin skal dansast.  Og so hjá tí, sum trýr - bíðar ævinleikin -.
    47 min
  • Credo: "Lívsins dansur"
    Bárður á Lakjuni hevur sungið, spælt og skrivað tekst og smíðað løg í nógv ár.
    Nú hevur hann givið út ein ritling "Lívins dansur", við teksti og fløgu og myndprýtt av Sámali Toftanes.
    Bárður sigur frá sínum musiska lívi og hvussu kristna áskoðanin litar hansara lív. Tí eitt er, at alt forgongur og ferst, men tað er nú vit skulu liva dýrabæra lívið, tað er nú dansurin skal dansast.  Og so hjá tí, sum trýr - bíðar ævinleikin -.
    47 min
  • Credo: "Skomm trívist best í myrkri"
    Marjun Berbisá á Fríðriksmørk er gift og eigur trý børn. Hon hevur ein kandidat í mýliskari lívfrøði.
    Hon hevur frá barnaárum av hildið, at hon ikki er "góð nokk", tí hon hevur vigað ov nógv.
    Hon var ein glað genta og hevði góð barnaár, men í tíðini lá, at fyri at eydnast og vera lukkulig, so skuldi mann vera klænur. Hon hevur roynt nógvar kurar og verið kløn, men lukkan var ikki har.
    31 min

About Credo

From the publisher's feed

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.

More shows like Credo

In Our Time by BBC Radio 4

In Our Time

5,485 Listeners

The Prancing Pony Podcast by The Prancing Pony Podcast

The Prancing Pony Podcast

2,052 Listeners