Í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Eyðuni Johannessen, leygardagin 26. apríl, endursenda vit sendingina "Játtanarsøgur leikstjórans".
Ein eldri leikstjóri kemur aftur til heimbýin at seta upp leikin "Meðan vit bíða eftir Godot" eftir Samuel Beckett.
Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri.
Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum.
"Játtanarsøgur leikstjórans" er ein erlig mynd av einum persóni, sum brennur treytaleyst fyri listini.
Vit síggja upptøkur frá seinast í seksti-árunum, frá 1997 - sum ongantíð hava verið vístar áður og frá 2011.
Lagt til rættis: Ivan Niclasen & Hans Petur Hansen.