Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Eg eri jólamaðurin
    Fyrst í desember finnur Jóanes Andreasen sær jólamansklæðini fram. Hann hevur úr at gera at pakka gávur og vitja børn, sum gleða seg til jóla. Jóanes hevur nú tjúgu ár á baki sum jólamaður, og hóast beinini ikki orka tað sama longur, er hugurin enn góður at fara út við jólaposanum. Lagt til rættis: Dagmar Joensen Næs.
    31 min
  • Ámæli
    Dokumentarfilmurin Ámæli lýsir samanrenningina millum siðbundna og nútímans samfelagið í Føroyum gjøgnum eyguni á trimum ungum monnum. 
    Eitt summmar fylgdi dokumentarliðið Høgna Joensen, ið er sjómaður, Esbirni Patursson, lívfrøðingi og veiðimanni, og Benjamini Petersen, tónleikara. 
    Vit eru á landgrunninum og fiska, á tónleikafestivali, á ólavsøku og – ikki minst – í grindadrápi. Og tað er júst grindadrápið, filmurin miðsavnar seg um.
    24 min
  • Kendir føroyingar: Ebba Hentze
    Ebba Hentze var øðrvísi enn føroyskar kvinnur flestar.
    Eftir kríggið fór hon at lesa bókmentir og málfrøði á donskum universiteti. Hon las í fleiri londum í Evropa, eisini á kenda lærdómsstovninum Sorbonne í París.
    Hon gjørdi mentanarsendingar í danska útvarpinum og arbeiddi sum týðari og ráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Har týddi hon meira enn hálvthundrað bøkur úr fremmandum málum til danskt. Fyrst í 70-unum flutti hon aftur til Føroyar at búgva.
    56 min
  • Staksmentan í besta blóma
    Sum liður í mentanardøgunum í Sunda kommuna skipa tjørnuvíkingar fyri einum túri út á Stakkin. Í ár tóku teir 14 seyðir. Túrurin er serstakur og áhugin fyri honum er sera stórur. Uppboðssølan man eisini vera eitt eindømi, tí limir og livandi seyðir vórðu seld fyri 123.000 krónur.
    Við á túrinum út á Stakkin vóru Eir í Ólavsstovu og Jóhann Mortensen.
    25 min
  • Hetjur í hæddunum
    Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. 
    Vit eru við til árligu venjingina hjá fjallabjargarunum.
    27 min
  • Ferðafólkini koma
    Tíggju fólk búgva fast í Mykinesi. Um summarið fáa tey vitjan av 12.000 útlendskum ferðafólkum. Nøkur fá vinna sær nakrar krónur frá ferðafólkunum, men fyri tey flestu eru tey nógvu fremmandu ein plága. 
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen
    46 min
  • »Lívið hevur fingið litir«
    Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.
    1 hr 5 min
  • Ást fjalir lýti
    Á sumri 1967 varð ein ung norsk genta myrd í Havn. Fyrrverandi sjeikurin hjá 22 ára gomlu Ann Alfredsen skeyt hana og síðan seg sjálvan í einari íbúð við Gripsvegin.
    Skelkurin var lemjandi, tí hetta var fyrsti morðtilburður í Havn í meira enn 300 ár. Ann Alfredsen kom blaðung til Føroyar at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna. Hon var avhildin og gjørdist brátt ein býarmynd í Havn.
    1 hr 6 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners