Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Drongurin við svarta beltinum (2:2)
    Fyri fýra árum síðani sendi Kringvarpið fyrsta dokumentarin um Høgna Kunoy Dávason, sum hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Miðal livialdurin hjá teimum, sum hava cystisk fibrose, er ikki høgur, og tí tekur 16 ára gamli drongurin nógvan heilivág og er javnan á sjúkrahúsinum.
    Men Høgni hevur eisini svart belti í taekwondo, og stríðsítróttin hjálpir honum móti sjúkuni. Í hesum dokumentarinum eru vit við, tá hann roynir at vinna fyrsta DM-heitið í taekwondo.
    1 hr 7 min
  • Vit herja á! (3:3)
    Eftir uppskakandi sigurin á Eysturríki í fyrsta dystinum í altjóða fótbólti 12. september 1990 kyknar upp ein fótbóltsfepur í Føroyum, sum ber á brá av einari nýggjari fólksligari veking. Eftir einum degi hamskiftast føroyingar. Framfýsni loysir av uppgávulyndi. Nú er einki óført.
    Føroyar standa í brennideplinum. Útheimurin hevur uppdagað lítla oyggjasamfelagið í útnorðri. Og nú byrjar niðurteljingin til dystin, sum øll tosa um. 10. oktober skal spælast í Ítróttaparkini móti Danmark.
    1 hr 21 min
  • Vit herja á! (2:3)
    Tá Føroyar á sumri 1988 loksins fáa FIFA-limaskapin váttaðan, er eitt fimtan ára langt stríð vunnið. Men nú kyknar upp annað innanhýsis stríð um limaskapin.
    Brátt sæst, at verri enn so øll halda, at Føroyar skulu fara upp í altjóða fótbólt. Meirilutin tykist at halda, at vit eiga fyri fyrst at vera hvílandi limir.
    Eingin føroyskur venjari er heldur fúsur at stjórna landsliðnum í einari EM-kapping. Men ein íslendingur er til dystin fús. Sama eru spælararnir.
    1 hr 10 min
  • Vit herja á! (1:3)
    Í nýggjari dokumentarrøð í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa.
    Vit flyta okkum eftir fáum árum frá áhugafótbólti á ringum grúsvøllum og ongum regluligum dystum móti fremmandum liðum til altjóða FIFA-limaskap í 1988. Hugsjónir birtast tíðliga í 70-árunum.
    Nýggi formaðurin í fótbóltsdeild ÍSF´s loysir úr lagdi. Fyrsta umsóknin um limaskap í FIFA verður send úr Føroyum í 1974. Fyritreytirnar eru ikki tær bestu.
    1 hr 13 min
  • Línumenn (3:3)
    Hetta er søgan um teir, ið fóru við línuskipunum yvir á Flemish Kap at fiska í seksti- og sjeytiárunum.
    Zacharias Hammer hevur lagt til rættis og Eyðun Müller Thomsen hevur sett saman.
    53 min
  • Línumenn (2:3)
    Hetta er søgan um teir, ið fóru við línuskipunum yvir á Flemish Kap at fiska í seksti- og sjeytiárunum.
    Zacharias Hammer hevur lagt til rættis og Eyðun Müller Thomsen hevur sett saman.
    52 min
  • Lí­numenn (1:3)
    Hetta er søgan um teir, ið fóru við línuskipunum yvir á Flemish Kap at fiska í seksti og sjeytiárunum.
    Zacharias Hammer hevur lagt til rættis og Eyðun Müller Thomsen hevur sett saman.
    48 min
  • Kendir føroyingar: Poul F. Joensen (2:2)
    Í seinna partinum í nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið Poul F. verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum.
    Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum eitt umstrítt og forfjónað útjaðaraskald. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy.
    54 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners