Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Sí sendingina: Jólareikan
    Evnini í sendingini snúgva seg um, at jól eru í hondum. Vit eru gongutúr saman við 75 ára gomlum manni í Havn, ið brádliga gjørdist heimleysur. Herbergið varð bjargingin.
    Í Stóru Dímun er nógv at fáa til høldar fyri jól. Vit vitja oynna, meðan seinastu krovini fara av oynni og seinasta grønmetið verður tikið upp og hagreitt.
    Franciskanarsystrarnar koma ikki í jólahýr fyrr enn einar tveir dagar fyri jól, tí í adventini bíða tær eftir at Jesusbarnið verður borið í heim. Og fimta árið á rað hevur Sigrið Sivertsen skipað fyri stórari stuðulskonsert.
    Tórður Mikkelsen og Jakob Jørgensen gera Jólareikan.
    44 min
  • Við trøum skal land prýðast
    Í ár eru 40 ár liðin, síðan skógarfrøðingurin, Søren Ødum, og tann 22 ára gamli, Tróndur Leivsson, fóru til Kili og Argentina eftir 6.500 eldlandstrøum og -runnum at seta niður í Føroyum.
    Nordisk Arboretudvalg skipaði fyri ferðini, og samstarvið við norðurlendska felagsskapin hevði stutt frammanundan havt við sær, at gróðurstøð kom í Miðhoydølum.
    Sendingin varpar ljós á føroysku træplantingarsøguna. Longu í 1885 varð roynt at gróðurseta Føroya fyrstu viðarlund, men gróðursetingin miseydnaðist, og ikki fyrr enn í 1902 brast fyri nev í málinum.
    51 min
  • Ein dagur í Nuuk
    Meðan bygdirnar og flestu býirnir kring grønlendsku strendurnar minka, stendur Nuuk, eins og Tórshavn, í stórum vøkstri. Landafrøðiliga er tó stórur munur á.
    Fólkaríkasta kommunan í Grønlandi við umleið 23.000 íbúgvum, har av umleið 18.000 í sjálvum høvuðsstaðnum, er á stødd við Frakland.
    Nuuk er eisini heimstaður hjá stórum tali av føroyingum, og í hesi sendingini hitta vit tríggjar teirra; ein handilsleiðara, sum hevur ábyrgd fyri rakstrinum av fleiri matvøruhandlum í býnum, ein sjálvstøðugan elektrikara, ið selur og setur upp hvítvørur til grønlendskar familjur, eins og eigaran av størstu flutningsfyritøku í Grønlandi.
    Lagt til rættis og gjørt sendingina hava: Kári Mikkelsen og Jens Jákup Hansen.
    26 min
  • »Tann valdsmikla tøknin«
    Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru.
    Uppaling, skúlaskapur og arbeiðslív eru ikki, sum tey vóru, og mong vita ikki, um tey skulu hálova gongdini ella óttast hana. Í sendingini verður ljós varpað á talgildu tøknina sum vin og fígginda.
    Meðan fleiri ávara ímóti ótálmaðari skíggjanýtslu, halda onnur, at børn og ung mugu búgvast til eina tøkniliga framtíð - eisini í fólkaskúlanum.
    Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.
    42 min
  • »Eg reið mær avstað« (2:2)
    Í seinna parti av stuttrøðini "Eg reið mær avstað", sum er ein søga um føroyingar og countrytónleik, fæst at vita, hvussu føroyskir sangarar og tónleikarar, við upptøkum sínum í Nashville, seinastu 30 árini, hava lagt lunnar undir ein nýggjan føroyskan countrysamleika.
    1 hr 17 min
  • »Eg reið mær avstað« (1:2)
    "Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan".
    59 min
  • »Tóri - eitt lív á eggini«
    Tóri fekk eina harða byrjan uppá lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. Hann kom tíðliga út í misbrúk og kriminalitet og misti tamarhaldið á lívinum.
    Tóri fekk ongantíð ta hjálp, ið hann hevði brúk fyri. Sum 22 ára gamal tók hann lívið av sær í einum donskum fongsulskliva.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs. Filmað og klipt: Jónfinn Stenberg.
    1 hr 13 min
  • Flaggsigling 2019 (2:2)
    Seinni partur um stórfingnu flaggsiglingina í Danmark í summar fer fram í Helsingør og í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt burtur úr Merkinum sunnudagin 2. juni. Tá vóru júst hundrað ár síðani Merkið fyrstu ferð varð víst fram alment á Regensen.
    Í tveimum sjónvarpssendingum uppliva vit Flaggsigling 2019, har sjey føroysk træskip vóru við. Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið.
    44 min
  • Flaggsigling 2019 (1:2)
    2. juni í ár vóru 100 ár síðani Merkið fyrstu ferð varð borið fram alment, og tað var millum ungar føroyingar í Danmark.
    Skipini vóru tey fyrstu at taka Merkið til sín og slóða fyri, og tí vóru sjey gomul træskip við manning í Danmark í summar og vitjaðu í fleiri donskum býum.
    Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið. Í tveimum sjónvarpssendingum fara vit at uppliva Flaggsigling 2019.
    48 min
  • Suni Merkistein hittir Bob Geldof
    Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja til frama fyri hitt hungursrakta Etiopia. Band Aid nevndist tiltakið. Árið eftir - í 1985 - varð hjálparverkætlanin víðkað til heimsvíðfevndu Live-Aid- stuðulskonsertirnar í Onglandi og USA, sum varpaðar vórðu um allan heim, og sum nærum helvtin av heimsins íbúgvum sóu og hoyrdu. Talan var um eitt av størstu hjálpartiltøkum av sínum slagi nakrantíð. Ørandi stórar peningaupphæddir vórðu savnaðar inn um allan heim, og tær fóru til vælgerandi endamál í teimum fátæku londunum í Afrika. Bob Geldof hevur nú í mong ár verið virkin í øðrum menningar- og hjálpartiltøkum í Afrika. Hann ferðast eisini dúgliga kring allan heimin sum fyrilestrarhaldari. Hann hevur nógv hjartamál; umhvørvi er eitt, moralur og etikkur á heimspolitiska pallinum er eitt annað. Hann kann vera hvassorðaður og braneggjaður, og smæðist ikki at skjóta við skørpum. Á ársins Vinnudegi í Føroyum herfyri var hann høvuðsgestarøðari. Kringvarpið nýtti høvið at gera eina longri samrøðu við Bob Geldof á Vinnudegnum.
    39 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners