Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Sí dokumentarsendingina: »Glasir«
    Skúladepilin í Marknagili kostaði fleiri 100 milliónir meira enn ætlað og var 5 ár seinkaður. Sendingin "Glasir" fer heilt aftur til 2008, tá fyrsta verklagslógin fyri skúladepilin í Marknagili varð samtykt, fyri at fáa greiðu á, hví tilgongdin gjørdist so ruðuleikakend og hvar meirkostnaðurin kom frá.
    Sendingin varpar ljós á viðurskifti, sum ikki hava verið lýst fyrr, og sum hava havt stóra ávirkan á gongdina í byggjarínum. Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard.
    1 hr 1 min
  • Minnist tú enn? (13:13)
    Rútmiski tónleikapallurin í Føroyum er glóðheitur fyrst í nýggju øldini. Nýggir bólkar skjóta seg upp í Prix Føroyar tónleikakappingini, og stutt er millum fløguútgávurnar.
    Í hesari seinastu sendingini í røðini umrøða vit bólkarnar Gestir, sum vinna Prix-Føroyar kappingina í 2003, Deja Vu, sum var annar spennandi bólkur í 2003, Makrel við tí gávuríka Rasmusi Rasmussen á odda, Páll Finnur Páll, sum gingu sínar egnu leiðir, og Una Debess, sum vann Atlantic Music Event kappingina í 2005 við bólkinum Go Go Blues.
    1 hr 30 min
  • Minnist tú enn? (12:13)
    "Í Gøtu ein dag" (2000-2003).
    Ein seinromantisk tjóðskapar- og mentanarveking breiðir seg um Føroyar um aldamótið 2000. Fullveldissamgongan setur politisku dagsskránna. Í kjalarvørrinum á hesum rembingum birtist eitt nýtt tónleikarák í Føroyum.
    Ansurin fyri fornu kvæða- og sangmentanini vaknar millum ungfólk. Bólkurin Týr slóðar fyri við sínum kvæðarokki.
    1 hr 12 min
  • Minnist tú enn? (11:13)
    Nýggjar avbjóðingar (1995-1999) Rútmiski tónleikurin í Føroyum er miðskeiðis í 90-árunum fyri eini kollveltandi vend. Tá ganga Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman um tónleikakappingina Prix-Føroyar.
    Tiltakið, sum er annaðhvørt ár, fer av bakkastokki í 1995. Ansurin fyri hesum átaki er ovurstórur frá fyrsta degi. Ungdómar leita nú saman í tónleikabólkar sum aldrin fyrr, og nýggir sangir verða skrivaðir í hópatal. Ikki færri enn 28 bólkar eru við fyrsta árið, og talið økist í árunum, sum koma.
    1 hr 6 min
  • Minnist tú enn? (10:13)
    Tungljómur í kreppuárum. Myrk skýggj hómast í havsbrúnni í skiftinum til 90-árini. Vit fara frá teimum ljósu og kátu 80-árunum inn í tey myrku og døpru 90-ini.
    Samfelagskreppan, sum hevur verið í umbúna øll 80-ini, gerst veruleiki. Í 1992 kemur hol á svullin. Bankakreppan tekur tekur stóran part av vinnulívinum við sær í fallinum.
    Nógv missa hús og arbeiði, og útivið 5000 føroyingar rýma av landinum. Fyrru 90-árini eru ringastu kreppuár í Føroyum í nýggjari tíð. Dapra gongdin ávirkar eisini tónleikin.
    1 hr 8 min
  • Minnist tú enn? (9:13)
    "Tað gongur ófatiliga væl!" Búskapurin er heitur, pulsurin er títtur og fepurin høgur. Soleiðis er í Føroyum síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Øll ríða á einum aldukambi, men undir lokinum prutlar, eisini úti í heimi. Eitt politiskt siðaskifti er í umbúna í Evropa, og í Føroyum síggjast tekin til samfelagsligt hóttafall.
    1 hr 5 min
  • »Teir váðafúsu menninir«
    Meðallivialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og kvinnur kunnu nú vænta at gerast 84 ár og menn 80 ár. Men hví liva menn styttri enn kvinnur? Tí teir roykja meira, drekka meira, eru ofta einsamari, fara seinni til lækna og hava vandamiklari arbeiðir.
    Í sendingini verður varpað ljós á tann váðafúsa liviháttin hjá serliga monnum. Í dag standast 70 prosent av øllum sjúkum í vesturheiminum av ósunnum livihátti, men broyttu føroyingar atferð, kundi heilsuverkið spart hundraðtals milliónir krónur árliga, verður millum annað sagt í sendingini.
    51 min
  • Minnist tú enn? (8:13)
    - "Hóast rákið er til høgru... !" Føroyar eru miðskeiðis í 80-árunum ein sjóðpottur av yðjandi lívi. Samfelagsbúskaparliga spruttkókar, og um alt landið flýtur yvir í vælferð. Hetta eru eisini spennandi ár í føroyskum tónleikalívi.
    Vit fáa Jazz-, fólka-, og blues festivalin, Ólavsøkukonsertina og fyrsta sangleikin. Kalda kríggið tekur at halla, men enn valdar beiskt stríð millum vinstra- og høgravongin. Í mentanarradikala umhvørvinum í Føroyum birtist nýggjur tónleikabólkur, Frændur, ið brátt vinnur fólksins tokka við sínum fólkapoppi og føroysku tekstum.
    1 hr 8 min
  • »Sjá, tú blánar«
    Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið.
    Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar.
    Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flaggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og íkki minni á ólavsøku sama ár.
    58 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners