Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Kendir føroyingar: Poul F. Joensen (1:2)
    Poul F. man vera ein hin kendasti og best umtókti føroyski yrkjarin. Í nýggjari tíð hevur fólkasangarin Hanus G. Johansen veitt honum stórfingna uppreisn við sínum mongu sangtulkingum av yrkingum hansara.
    Poul F. er gitin sum samfelagsrevsandi yrkjari, ivaleyst hin fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Djarvur og bersøgin lýsti hann við broddi, speii og skemti evni, sum vóru forboðin og viðbrekin. Hann dugdi kortini annað enn at prika og øsa.
    57 min
  • Sí sendingina: »Føroyingahavnin - hvat nú?«
    Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu- og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Tað er ikki ov nógv sagt, at flakavirkið í Føroyingahavnini fekk stóran týdning fyri flakavinnuna í Føroyum.
    Nógvir menn, sum høvdu havt álitisstørv haryviri, gjørdust seinni undangongumenn ella formenn á nøkrum av teimum flakavirkjunum í Føroyum, ið vóru komin ella komu um sama mundið her, og í árunum aftaná.
    39 min
  • Vínmaðurin úr Sandvík (3:3) - við enskum teksti
    Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum.
    Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann bæði handil og barr, sum selur náttúrvín burturav. Lagt til rættis: Rolant Waag Dam.
    31 min
  • Sólfinn Danielsen: Vínmaðurin úr Sandvík (3:3)
    Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum.
    Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann bæði handil og barr, sum selur náttúrvín burturav. Lagt til rættis: Rolant Waag Dam.
    31 min
  • Poul Andrias Ziska: Altjóða úrmælingurin (2:3)
    Hetta er annar partur í eini sendirøð í trimum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað á matstovuni KOKS, har Poul Andrias Ziska er høvuðskokkur.
    Hann telist millum yngstu kokkarnar nakrantíð, sum hevur fingið tvær michelin-stjørnur. Lagt til rættis: Rólant Waag Dam.
    36 min
  • Jan Restorff: Høgt virdi verturin (1:3)
    Hetta er ein sendirøð í trimum pørtum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Fyrsti partur er um Jan Restorff, sum er leiðari á michelin-matstovuni Søllerød Kro í Danmark.
    Rólant Waag Dam og Jónfinn Stenberg hava gjørt sendingina.
    36 min
  • Nóllywood (2:2)
    Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum í gjøgnum 10 dagar framleiða smáar filmsverkætlanir.
    Í seinnu sending fara vit at líta aftur á summarið 2019, tá Nóllywood varð hildið fyri 10. ferð. Vit fara at hyggja at teimum fýra filmunum, ið luttakarnir framleiddu. Hesir vóru ávíkavist ein animatiónsfilmur, ein heimildarfilmur, ein fiktiónsfilmur og ein "Behind the Scenes" av Nóllywood.
    48 min
  • Valið um virðini (2:2)
    Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna.
    Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru virðini í fiskivinnuni skulu umsitast, skilti andstøðu og samgongu.
    1 hr
  • Valið um virðini (1:2)

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners