Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist
    Signar á Brúnni kom inn aftur á ting í 1984. Tjóðveldið arbeiddi saman við javnaðarflokkinum í samgongu. Í 1989 skipaði tjóðveldið samgongu saman við fólkaflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og kristiliga fólkaflokkinum, og tá sjálvstýrisflokkurin fór burturúr varð samgonga gjørd við samband-flokkin. Tann fyrra samgongan helt eitt hálvt ár og tann seinna hálvtannað. Nú fóru javnaðarflokk-urin og fólkaflokkurin í samgongu í 1991. Ávaringarnar úr Danmark harðnaðu, og 6. oktober 1992 noyddust føroyingar at ganga undir harðar treytir. Signar á Brúnni var á løgtingi til 2002.
    37 min
  • Meg minnist
    Signar á Brúnni vaks upp hjá pápabeiggjanum Hans David og konu hansara Kristionnu, tí mamman, Sigga úr Toftum, doyði í barsilsong við Signari. Jógvan á Støðini átti tríggjar synir, sum nú vuksu upp hvør sær, men hittust javnan, tá vitjað varð hjá ommuni á Støðini. Signar búði úti á Bakka oman fyri keiina. Har var nógv spæl, og har komu nógv norsk skip. Við teimum komu harmonikurnar, sum skjótt settu sín dám á bygdina. Sjónleikarhúsið var ein miðdepil, og fuglfirðingar gjørdu eisini fótbóltsvøll.
    39 min
  • Meg minnist: Signar á Brúnni (1:3)
    Signar á Brúnni verður fyrsti gestur í Meg minnist í heyst. Signar er fuglfirðingur og hevur eitt nú savnað tilfar um handilssøguna og onnur viðurskifti í bygdini. Hann er føddur í 1945 og lærdi til lærara. Tá hann gavst sum lærari í Fuglafirði, var hann skúlastjóri í Vestmanna nakrar mánaðir og síðani meir enn fimm ár stjóri á Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Signar á Brúnni var eisini løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin tað mesta av 30 árum og var landsstýrismaður í fýra samgongum.
    41 min
  • Meg minnist: Hans Jákup Hermansen (3:3)
    Hans Jákup Hermansen hevur verið í mongum vási. Hann var leingi oddamaður í Grindamannafelagnum, sum í 1993 tók upp á seg at broyta grinddrápið eftir nógvan ágang úr útheiminum. Hans Jákup var í nevnd í Lærarafelagnum, men gavst sum lærari í 1984.
    Síðani hevur hann verið sølumaður hjá Smyril Line, ráðgevi hjá Ferðslutrygd, bussførari hjá Bygdaleiðum, koyrilærari, formaður í Ungdóms & Menningardeildini hjá ÍSF og í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu.
    Ì 1981 var Hans Jakku við familju í Onglandi og lærdi enskt og í 1989 í Noregi og lærdi til koyrilærara.
    42 min
  • Meg minnist: Hans Jákup Hermansen (2:3)
    Hans Jákupi Hermansen hevur altíð dámt á sjónum. Sum smádrongur var hann javnan við rutubátinum Silberanum og Rituni og lærdi ikki sørt um sigling.
    Hann sigldi eisini við beiggja sínum Hermanni, sum stundum brúkti deksbátin Borgarklett til leigutúrar. Tá Hermann fór at føra Norðstjørnuna í 60unum var Hans Jákup við honum á sild.
    Seinni var hann túrar við Hvítaklett, sum skeyt grindahval og stórhval. Í 1991 tók hann læraraprógv í Ribe. Var eitt skifti lærari í Keyåmannahavn og tá hann kom aftur, fór hann í lærarastarv á Eysturskúlanum.
    39 min
  • Meg minnist: Hans Jákup Hermansen (1:3)
    Hans Jákup Hermansen úr Hósvík flutti til havnar útivið 10 ára gamal. Foreldrini Bodil og Herman Hermansen vóru bæði úr Hósvík. Bygdin lá uttan vegasamband, men ferðast varð eftir sjónum ella til gongu.
    Hvalastøðin við Áir var spennandi. Hagar komu hvalabátarnir við stórhvali. Umstøðurnar broyttust, tá pápin brádliga doyði 49 ára gamal. Nú var skjótt farið til Havnar, og Hans Jákup fór at ganga skúla í Havn. Tað endaði við studenstprógvi í 1966.
    39 min
  • Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (2:2)
    Steinbjørn O. Jacobsen varð valdur í býráðið í Klaksvík í 1996, og sat har í 24 ár. Í átta ár var hann borgarstjóri, onnur átta ár var hann varaborgarstjóri.
    Tey bygdu tann fyrsta barnagarðin, loystu ferðslutrupulleikar og fóru undir at byggja Norðhavnina. Tað var ikki verri, at Norðoyatunnilin varð gjørdur.
    Haðani var nógv grót at veiða til ymsar útbyggingar. Fótbóltur hevur hansara áhuga, og eina ferð varð hann boðin at røða á HB-veitslu. Hann ivaðist, men úrslitið var í lagi.
    43 min
  • Meg minnist: Steinbjørn O. Jacobsen (1:2)
    Gamli borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, verður gestur í tveimum sendingum í Meg minnist. Steinbjørn er klaksvíkingur, lærdi til múrara í Havn í 60-unum og arbeiddi síðani sum sjálvstøðugur í Klaksvík.
    Miðskeiðis í 1980-unum fekk hann starv á Húsalánsgrunninum. Í hesum starvi kom hann nógv runt um oyggjarnar. Í Havn gekk hann í Ebenezer og í Klaksvík er Betesda hansara samkoma.
    Ferjumaðurin Óla Jákup Jacobsen, nevndur Ekspress, var abbi Steinbjørn. Hann var íverkseti, men kanska føddur 40 ár ov tíðliga, heldur Steinbjørn.
    43 min
  • Meg minnist: Jens Mohr (4:4)
    Tórshavnar Skipasmiðja keypti eftir kríggið eina flótidokk í Onglandi. Í 1960 varð farið at byggja skip úr stáli, bæði linuskip, ferðamannaskip, farmaskip, nótaskip og størri og smærri trolarar.
    Í 1977 varð bedingin víðkað við einum stórum vogni, og skjótt var tann gamli vognurin frá 1898 skiftur út við ein minni nýtíðar bedingsvogn. Jens Mohr arbeiddi har frá 1960 til 2015.
    40 min
  • Meg minnist: Jens Mohr (3:4)
    Í 1963 giftust Jens Mohr og Hervør hjá Jóan Jakku skómakaranum. Á ellisárum var Jóan Jakku ofta hjá teimum úti í Dr. Dahls gøtu, har tey bygdu við góðum útsýni yvir Sandágerð og allan Nólsoyarfjørð.
    Jensi dámar væl í náttúruni. Hann hevur í eitt mannaminni verið fjallmaður í Glyvurshaga og skotið harur har. Í nøkur ár hevur hann spælt golf.
    Partafeløg hjá Skipasmiðjuni og einstaklingum áttu skip sum Álaker, Vón, Hvítubjørn og Víking. Tórshavnar Skipasmiðja fór longu í 1939 undir at byggja skip. Fyrsta træskipið var Vón, og Másin var tað sætta og seinasta.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners