Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Pætur Rasmussen (4:4)
    Pætur Rasmussen tók ímóti evropeiskum ríkfólkum, sum komu til Grønlands við Concorde-flogfari úr Paris. Úr Streymfjørðinum varð farið at uppliva ísfjøll og midnáttarsól. Hetta datt burtur, tá flogfarið fórst.
    Pætur stongdi í 2002 sítt Greenland Incoming. Hann hevði bara verið eina løtu við hús, tá stjórin í Atlantsflog ringdi. Dagin eftir var Pætur í starvi har. Fyrst leiðari á støðini, og hann hevði síðani við tilrættalegging og leigu at gera.
    38 min
  • Meg minnist: Pætur Rasmussen (3:4)
    Í august í 1988 flutti Pætur Rasmussen úr Streymfjørðinum til Nuuk í starv hjá charterfelagnum Glace. Hann fór á jólaveitslu í Føroyingafelagnum og varð skjótt formaður.
    Glace hevði hvørt summar um 25 tyrlur og nøkur smá jetflogfør. Pætur yvirtók marknaðarføringina og søludeildina. Arbeitt varð í frálandsvinnu í Evropa og Kanada og farið varð eisini til Zimbabwe í Afrika.
    38 min
  • Meg minnist: Pætur Rasmussen (2:4)
    Pætur Rasmussen búði nógvastaðni í Grønlandi í 30 ár. Eftir Upernavik var hann í Christianshåb og Illulisat/Jakobshavn. Veðurlagið var ongastaðni tað sama. Eitt veðurlag er í Suðurgrønlandi, eitt annað á Nuuk-leiðini, eitt triðja í Diskovíkini og eitt fjórða í Thule.
    Serliga nógv tyrluferðsla var til Jakobshavn nærhendis Marmorilik. Pætur fekk starv sum støðleiðari hjá Grønlandsfly suðuri í Narsarsuaq, og fimm ár seinni flutti hann til Syðra Streymfjørð.
    42 min
  • Meg minnist: Pætur Rasmussen (1:4)
    Gestur í Meg minnist er 73 ára gamli Pætur Rasmussen á Skála. Eftir 48 ár í flogvinnu er hann givin. Hann byrjaði sum avgreiðslumaður fyri tyrlur norðuri í Upernavik í 1972 og gavst nú á Atlantsflog eftir 18 ár í Føroyum.
    Hetta hevur verið eitt spennandi lív, sum hevur ført hann runt um í Grønlandi og heiminum annars. Pætur er føddur á Skála í 1947. Pápi hansara, Gunnar Rasmussen, var haðani. Mamman, Jenny Aaagaard, f. Nielsen, er ættað úr Vestmanna.
    41 min
  • Á framsýning við picasso (2:2)
    Jógvan Arge hitti Ingálv av Reyni, tá hann fylti 75 fyri 25 árum síðani. Fyrra sendingin hevur heitið ”Listarmaðurin á Ingutrøð”. Seinna eitur ”Á framsýning við Picasso”.
    Ingálvur av Reyni greiðir frá sínum lívi og síni list. Sum ungur sigldi hann, men í 1938 fór hann til Danmarkar á listaskúla.
    Eftir kríggið setti Ingálvur seg niður á Ingutrøð í Havn sum listamálari. Tað var eitt hart hoyggj at draga, men ivasomu umstøðurnar køvdu ikki hansara hug at mála og tekna.
    57 min
  • Listarmaðurin á Ingutrøð (1:2)
    Jógvan Arge hitti Ingálv av Reyni, tá hann fylti 75 fyri 25 árum síðani. Fyrra sendingin hevur heitið ”Listarmaðurin á Ingutrøð”. Seinna eitur ”Á framsýning við Picasso”.
    Ingálvur greiðir frá sínum lívi og síni list. Sum ungur sigldi hann, men í 1938 fór hann til Danmarkar á listaskúla.
    Eftir kríggið setti Ingálvur seg niður á Ingutrøð í Havn sum listamálari. Tað var eitt hart hoyggj at draga, men ivasomu umstøðurnar køvdu ikki hansara hug at mála og tekna.
    55 min
  • Jólagesturin Tommy Petersen
    Fyrrverandi almannastjórin Tommy Petersen hevur seinastu 20 árini arbeitt fyri Danida í ymsum londum. Har hevur hann eisini havt høvi til at kunna seg jól og jólasiðir í londonum. Lagt varð fyri í Nepal í Asia um aldarskiftið. Seinni var hann hálvt ár í Basra í Iraq, har hann helt, at hann skuldi vera kommunustjóri. Familjan helt jól í Cairo í Egyptalandi. Seinni vóru Tommy og konan Maja í Egyptalandi nøkur ár. Hann skuldi læra egyptarnar at decentralisera leggja teimum lag á decentral-isera. Kanska mest forkunnuga uppgávan var í sjálvum Palæstina árini 2013-2016.
    52 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (7:7)
    Svend Aage Ellefsen var í landspolitikki árini frá 1980 til 1994. Hann varð valdur á ting fyri fólkaflokkin í Vágum 8. november 1980. Hann varð afturvaldur í 1984, 1988 og 1990, men ov stuttur í 1994.
    Svend Aage var landsstýrismaður, tá Poul Schlüter lat Føroyum undirgrundina og eisini, tá danska stjórnin um sama mundið setti heimastýrinum strong krøv um at bøta um búskapin.
    Hann heldur, at donsku myndugleikarnir valdu skeiva mátan. Umboðini fyri IMF søgdu, at føroyingar høvdu ikki nógvar vinir í Keypmannahavn, tá stjórnin hevði vrakað tilmælini frá IMF.
    43 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (6:7)
    Svend Aage Ellefsen hevur havt fleiri skip. Tá hann var í kommununi í 1970unum var hann við at fyrreika niðursjóðingarvirkið Kovan.
    Í 1984 keyptu hann og fleiri línuskipið Gamla Andrass og seinni gamla Lækkaklett hjá miðvingum. Í 1986 var gamli Høgifossur keyptur og nevndur Norðstjørnan.
    Í 1993 leasaði hann trolaran Atlantic Beatrice úr Kanada, sum, skrásettur í Belice, fiskaði tosk í altjóða sjógvi. Síðani hevði hann ein litavskan trolara við miðstøð í Íslandi á rækjuveiðu við Svalbard.
    38 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (5:7)
    Í 1964 fór Svend Aage Ellefsen nýgiftur til Keypmannahavnar at lesa. Konan Ásvør var við og arbeiddi í banka. Serligar umstøður gjørdu, at tey longu vóru aftur summarið eftir og skjótt bygdu í Sandavági.
    Svend Aage var nú vikarur á Giljanesi í fleiri ár og valdur í kommununa í 1970. Í 1974 varð hann biðin til stjóra á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági.
    Svend Aage átti í skipum, og í 1980 var hann millum teirra, sum keyptu ein stóran franskan trolara, sum fekk navnið Giljanes. Hetta var fyrsta føroyska svartkjaftaskipið. Tað var ein spennandi roynd, men eisini trupul.
    45 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners