Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (4:7)
    Heystið 1956 var Svend Aage Ellefsen á sild við William Martin. Várið eftir varð farið á Suðurlandið. Á túrinum sleipaðu teir Grundick til Reykjavíkar við motorskaða.
    Nú fóru teir á Vesturlandið eina tíð og endaðu á Norðlandinum. Fongurin var um 300 skippund. Svend Aage var við sama skipi, til hann í 1958 fór á preliminerskúla í Rønde í Jútlandi.
    Har varð hann liðugur í 1960 og fór aftur til sjós. Hann var eitt nú við sørvágstrolaranum Tindhólmi, tá hann fekk ein kavbát í trolið í Barentshavinum. Í 1962 fór Svend Aage á studentaskeið í Høng á Sælandi.
    42 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (3:7)
    Miðvágur var besta grindavágin í Føroyum. Har løgdu nógvar og stórar grindir beinini. Brøðurnir Ellefsen sluppu altíð við onkrum báti.
    Eina ferð endaði Svend Aage í Húsavík saman við Niklasi í Koltri. Í januar 1956 fór hann til skips við sluppini William Martin.
    Teir royndu fyrst undir Føroyum og á Føroya Banka við línu. Móti sumri varð farið til Íslands við snøri og byrjað varð við Steinin.
    43 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (2:7)
    Svend Aage Ellefsen sigur frá barnaárunum í Miðvági. Har spældu børnini á sandinum og í fjøruni. Farið varð eisini út á Bakka, har pápín hevði fiskahús og fiskastykki.
    Í bát sluppu teir einsamallir, men máttu ikki fara út um Presttanga og Klovning. Tað var gamaní at fara inn á Sandavág.
    Børnini vóru í hoyggi, torvi og á útróðri eins og tey hjálptu við fiskaarbeiðnum. Martin Joensen-Næs var fyrstilærari í Miðvágs skúla.
    Aðrir lærarar vóru Jóhan Hendrik Samuelsen og Jens Vang. Svend Aage fór úr skúlanum í ótíð, 13 ára gamal.
    42 min
  • Meg minnist: Svend Aage Ellefsen (1:7)
    Miðvingurin Svend Aage Ellefsen verður næsti framsøgumaður í Meg minnist.
    Hann hevur bæði verið løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann búr í Sandavági, hagar hann er gtiftur.
    Svend Aage er uppvaksin saman við sjey systkjum. Pápin var Jóan Elias Ellefsen og mamman Sofía Højgaard úr Rituvík.
    Sum børn vóru systkini nógv í Rituvík hjá ommuni og abbanum. Abbin Dánjal Petur var sonur fyrstu niðursetufólkini í Rituvík, Per og Nikolinu Højgaard.
    Eftirnavnið Ellefsen er frá einum norskum presti í Jansagerði, sum ein forfaðir Svend Aage varð uppkallaður eftir.
    42 min
  • Meg minnist: Einar Larsen (5:5)
    Einar Larsen var limur í sóknarstýrinum á Tvøroyri árini 1963 - 1966. Hann kastaði saman við borgaralistanum, og var formaður í sóknarstýrinum árini 1963 og 1965.
    Grundstykkið varð útvegað til nýtt flakavirki, og heilsølan hjá Poul Hansen í Havn fekk loyvi at leiga seg inn á Hvítanesi.
    1. januar 1949 tók Einar við sum tollari á Tvøroyri. Heimastýrið setti ein tollara í Klaksvík, tveir í Havn, ein á Tvøroyri og ein í Vági. Teir fóru skjótt til Havnar at heilsa upp á løgmann.
    Einar hevur framvegis áhuga fyri at granska í skjølum um Tvøroyri frá upphavi.
    42 min
  • Meg minnist: Einar Larsen (4:5)
    Seint í tríatiárunum fekk Tvøroyri vitjan av stóru týsku skúlaskipunum Horst Wessel og Gorsch Foch. Tey lógu á fjørðinum eina lítla viku. Hetta vóru spennandi dagar hjá tvørafólki.
    Í áttatiárunum tóku Johannes Enni og Einar Larsen stig til eitt fornminnafelag. Byrjunarkapitalurin var avlopið frá eini framsýning, sum LISA hevði í Suðuroy. Fyrsta takið hjá fornminnafelagnum og bygdasavninum var at flyta og umvæla tey gomlu dokatarahúsini.
    37 min
  • Meg minnist: Einar Larsen (3:5)
    Einar Larsen var málmaður hjá TB eftir kríggið. Í 1947 hevði TB onki lið í landskappingini. Í 1948 vunnu teir 2. deild, og í 1949 var TB í hørðum dysti við HB um FM í 1.deild. HB lá til at vinna, men ein umdystur hevði við sær, at TB fekk møguleikan at vinna meistaraskapin. Stór gøla var burturúr.
    Einar var í skótaliðnum Fløtt. Liðleiðarin Henning Thomsen skipaði fyri útferðum kring oyggjarnar. Einar var í dansiorkestrinum Stjørnumi, har elsti bróðurin Groth gekk undan. Annar spælari var eitt nú Arne Nolsøe. Í 70unum tók Einar Larsen stig til nýtt hornorkestur á Tvøroyri.
    42 min
  • Meg minnist: Einar Larsen (2:5)
    Tvørámaðurin Einar Larsen sigur frá søgum. Ein søga er um eina ferð úr Dali til Sands við eini súgv, tí galturin í Dali var sjúkur.
    Í barnaskúlanum gekk Einar hjá fyrsta læraranum Bennedsen, Krígs Hansen, Elgerdu Jacobsen, Jacob Olsen og P.M. Dam. Fastur táttur var at fara oman á keiina eftir skúlatíð.
    Einar gekk hálvtannað ár í realskúla, men tá var skúlagongdin á Tvøroyri illa órógvað av týskum bumbuálopum. Tí fór Einar á keiina at arbeiða og gavst í skúlanum.
    1. januar í 1946 fekk hann starv sum skrivstovulærlingur á sýsluskrivstovuni hjá Kristiani Djurhuus.
    46 min
  • Meg minnist: Einar Larsen (1:5)
    Gestur í Meg minnist verður nú 92 ára gamli Einar Larsen á Tvøroyri, sum er føddur í oktober 1927. Hann var tollari í 46 ár og arbeiddi síðani á eini fyritøku í heimbygdini, til hann var 91.
    Einar Larsen er føddur og uppvaksin mitt á Tvøroyri millum skúlan, keiina og klubban. Pápin var tvørámaður og mamman úr Dali. Í dag býr Einar uppi í Kanada, tey rópa, við Ovaraveg á Tvøroyri.
    Sum smádreingir og hálvvaksnir ferðaðust hann og brøðurnir Groth og Ebbe ofta hjá skyldfólki í Havn og í Dali.
    43 min
  • Føroyingar álopnir úr luftini (6:6)
    Frá 1942 vórðu Føroyar betur vardar fyri flogførum. Tað hevði eitt nú samband við, at ein flogbreyt var liðug í Sullomvoe í Hetlandi. Nú vóru flúgvarar á Føroyaleiðini alt samdøgrið, og tráðleyst samband var millum RAF í Føroyum og Hetlandi.
    Bæði úr Hetlandi og Føroyum var samband við flúgvarar. Fleiri radarstøðir vórðu bygdar kring landið. Tær vóru á Borðuni, á Eiðiskolli, í Mykinesi, á Trælanípu, í Akrabergi, Søltuvík, við Hoyvíkstjørn og í Vatnsoyrum.
    26 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners