Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Jens Mohr (2:4)
    Miðskeiðis í 50unum fór Jens Mohr til Danmarkar at arbeiða hjá einum felag, sum handlaði alla útgerð til skip. Seinni var hann í Aberdeen og Grimsby hjá heimsins størsta trolarafelag, Boston Deep Sea, sum umboðaði føroysk ísfiskaskip.
    Óla Jákup Jensen útvegaði kjansin. Hetta vóru spennandi ár við nógvum sambandi við føroyingar, sum komu niður at selja. Í 1960 var hann aftur í Føroyum.
    38 min
  • Meg minnist: Jens Mohr (1:4)
    Jens Mohr arbeiddi í 55 ár á Tórshavnar Skipasmiðju. Sum smádrongur var hann nógv í Kirkjubø hjá mostur síni Olgu og javnaldrinum Sverra Patursson.
    Í januar 1952 sendi Sverri boð eftir Jens og bað hann koma við at bjarga av Barjamu, sum var farin á land á Bøboðunum. Teir fóru við 4-mannafarinum Ábal.
    Jens gekk í nonnuskúla og realskúla, men skúlin var onki fyri hann. Fríløturnar arbeiddi hann á skipasmiðjuni, og fór 15 ára gamal niður á sjómansháskúla í Svendborg.
    40 min
  • Meg minnist: Vernar Olsen (4:4)
    Vernar Olsen fór í 1976 í starv hjá Piddasa handli á Toftum. Arbeiðið var býtt ímillum at koyra mjólk fyri Strandferðsluna og arbeiða í handlinum.
    Tá handilin slepti koyringini, yvirtók Vernar hana og víðkaði hana, so hvørt sum samferðslan batnaði. Í 2001 fór Vernar burtur av at arbeiða á Svangaskarði, har hann var vertur fyri ítróttafólkum, samkomum og veitslum.
    Hetta vóru spennandi ár hjá toftafólki. Síðani arbeiddi hann nøkur ár hjá felagnum Valhalla, sum keypti og viðgjørdi fisk, og síðani hann 2016 varð pensjóneraður, hevur hann skorið fisk hjá Fofisk í Leirvík.
    40 min
  • Meg minnist: Vernar Olsen (3:4)
    Útróðurin í Grønlandi fekk mestsum mønustingin ísárini 1968 og 1969. Seinna árið fóru útróðrarmenninir yvir við Tjaldrinum, men lógu leingi í Føroyingahavnini og Fiskanesi, tí teir sluppu suður á Ravnsoynna fyri ísi.
    Nú fór ongin aftur í Ravnsoynna. Vernar var eina tíð við Stapanum har hann slapp at royna seg sum kokkur. Var eisini við øðrum toftaskipum og fór í 1974 á kokkaskúla í Klaksvík.
    Ein góðan og ein vánaligan túr var hann við Nesbúgvanum í saltfiski í Grønlandi. Seinna túrin varð roynt við monofilamentgørnum. Teir fingu bara gott 100 tons í seks mánaðir.
    41 min
  • Meg minnist: Vernar Olsen (2:4)
    Í 1964 fór Vernar Olsen aftur í Ravnsoynna við sváginum, Esmari Højgaard. Esmar hevði keypt sær ein bát, sum hann nevndi Julia eftir konuni, sum var kokkur.
    Við í ferðini var eisini lítli sonur teirra Wenzel, sum ikki minst kontrollhjúnini vóru góð við. Í grannaskúrinum helt manningin á Havalduni úr Skopun til. Kokkur hjá teimum var stundum Jancy Hansen.
    Um hetta mundið løgdu fleiri bátar um frá saltfiski til feskfisk. Vernar róði eisini út í 1965 og 1966. Í 1967 var hann meginpartin av árinum við línuskipinum Columbusi hjá D.P. Højgaard.
    41 min
  • Meg minnist: Vernar Olsen (1:4)
    Vernar Olsen á Toftum verður nú í Meg minnist. Foreldrini vóru bæði av Toftum. Vernar var á yngri árum útróðrarmaður og fiskimaður. Fiskaði við ymsum skipum og róði út í Grønlandi.
    Hann fór fyrstu ferð til skips í 1962, tá Mikkjal á Foss bað hann til messudrong við línubátinum Hans O. Højgaard. Teir gjørdu ein góðan saltfiskatúr í Grønlandi. Um veturin vóru teir í ísfiski.
    Móti sumri í 1963 fór Vernar fyrstu ferð í norðaru havn í Ravnsoynni at rógva út. Báturin var "Havrenningur", sum svágurin Esmar Højgaard leigaði. Vernar var fleiri ár í Ravnsoynni.
    42 min
  • Nólsoyar Páll á Biskupsstøð (4:4)
    Archie Biskupsstøð Black, sum er festari á Biskupstøðgarði, hevur altíð havt áhuga fyri tónleiki. Hann sneytaði til Jerry & The Pacemakers og The Beatles, tá hann ferðaðist í Skotlandi í 60-unum.
    Hann var við í kenda tónleikabólkinum Straight Ahead, sum klaksvíkingar høvdu í 70unum. Teir spældu nógv til dans og góvu fleiri plátur út. Komið øll við var ein.
    45 min
  • Nólsoyar Páll á Biskupsstøð (3:4)
    Í 1807 fór Nólsoyar Páll við Royndini Fríðu til Keypmannahavnar at hitta umboð fyri kongshúsið. Føroyska senduinevndin noyddust heilt til Kiel at hitta krúnprinsin, sum gav teimum góðar sømdir. Afturkomnir til Keypmannahavnar lupu bretar á og brendu ein fjórðing av býnum.
    Nólsoyar Páll fekk loyvi at sigla til Føroya. Árið eftir var hann aftur á ferð. Nú varð Royndin tikin í Kattegat. Páll fekk annað skip og ætlaði sær til Føroya við farmi, men kom ikki leiðina fram.
    43 min
  • Nólsoyar Páll á Biskupsstøð (2:4)
    Nólsoyar Páll varð føddur í 1766. Um sama mundið stovnaði danski ríkmaðurin Niels Ryberg sín handil í Vágsbotni, og hann hevði við loyvi frá danakongi smuglingarmiðstøð í Havn í nøkur ár.
    Skjótt komu stór skip úr Eysturindia og Vesturindia við vørum, sum vórðu seldar í Bretlandi. Nólsoyar Páll fór ungur at sigla við skipum hjá Ryberg og lærdi siglingarfrøði.
    Hann sigldi víða, til hann kom heim aftur og setti seg niður á Biskupsstøð norðuri í Vági. Saman við øðrum bygdi hann Royndina Fríðu og kom nú skjótt til ilnar við danska embætisverkið.
    43 min
  • Nólsoyar Páll á Biskupsstøð (1:4)
    Góð 200 ár eftir at Nólsoyar Páll festi búgv á Biskupsstøð í Klaksvík, eru stóru bóndahús hansara endurreist. Nólsoyar Páll giftist við eini bóndadóttir úr Gerðum og við makaskifti fekk hann sjey marka garðín á Marknoyri.
    Frammanundan hevði hann fingið stykkið á Biskupsstøð, sum hann bygdi á. Húsini vóru stór við neysti, hoyggjhúsi, kjøthjalli og opnum túni millum longdirnar. Í húsinum vóru roykstova, vevstova, køkur, glasstova og vatnhús.
    Archibald Black, sum nú er bóndi á Biskupsstøð, hevur gingið á odda fyri at endurreisa garðin hjá Nólsoyar Pálli.
    42 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners