Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist
    Malan Marnersdóttir lærdi seg týskt, meðan hon undirvísti í føroyskum í Frankfurt. Var eisini í ritstjórnini á bókmentaritinum Brá. Í 1983 varð hon adjunktur á Fróðskaparsetrinum. Seinni var hon fyrst lektari og síðani rektari. Í sambandi við lesnaðin og starvið gav hon út fleiri bøkur um kvinnu-viðurskifti, sum fyri ein part vóru grundarlag undir hennara licentiatritgerð. Tá gjørdi hon nógv burtur úr framsókna kvinnublaðnum Oyggjarnar hjá Súsonnu Malenu Patursson fyrst í 20 øld. Fróðskaparsetrið er nógv broytt. Tey lesandi eru nógv fleiri og útbúgvingarnar nógv mentar.
    39 min
  • Meg minnist
    Barna- og ungdómsárini fjakkaði Malan Marnersdóttir millum Føroyar og Danmark. Pápin, Marner Simonsen, var stundum í starvi í Danmark og stundum í Føroyum. Hann var lækni og ættaður úr Havn. Mamma hennara, sum varð nevnd Annedukk, var av Godtfred-fólkinum í Vági. Tey búsettust í Havn, tá Marner fekk starv sum yvirlækni. Malan fór í 2. real í Hoydølum, har hon tók hon mate-matiskt studentsprógv í 1971. Síðani las hon franskt í Århus og norðurlendskt í Keypmannahavn. Hetta var, tá kvinnurørslan í Norðurlondum tók dik á seg. Malan var virkin í hesi rørslu.
    43 min
  • Meg minnist
    Janus Jensen gekk í gamla skúla á Toftum og flutti í nýggjan skúla í 1958. Nes sóknar kommuna bygdi í 50unum skúlar í Søldarfirði, á Glyvum og á Toftum. Realdeild varð skjótt stovnað á Glyvr-um og 7. og 8. flokkur hildu til á Toftum. Janus fór í realskúla á Glyvrum. Haðani á studentaskúlan í Hoydølum. Tók læraraprógv í Havn í 1976 og fekk starv í Runavíkar skúla. Har var Janus í 20 ár, til hann fór á fólkaskúladeildina í mentamálaráðnum. Haðani gekk leiðin á Læraraskúlan sum undir-vísingarleiðari.
    44 min
  • Meg minnist
    Janus Jensen er hálvur toftamaður og hálvur hvalbingur. Pápin var Elisandur Jensen, ættaður úr Garðsenni í Hvalba. Hann var skipsføraralærdur og sigldi leingi við skonnartini ?Kongshavn?. Mamma Janus, Katrina, var dóttir Theodor á Heyggi og Annu úr Leigustovuni á Toftum. Theodor átti og førdi sluppina ?Annu?, sum fór á land í Íslandi og fórst við allari manningini. Anna sat nú einkja á øðrum sinni við fimm børnum. Yngst var Katrina, fødd í 1923. Brøður hennara vóru Hendrik, Maggi og Palli. Tá mamman doyði um 1940, tók Katrina húsarhaldið uppá seg. Brøðurnir vóru til skips.
    41 min
  • Meg minnist
    Eystan fyri Eystnes er eitt staðarnavn Gulenni. Har fór eitt skip á land í 1856. Við skipinum var keypmaðurin Thomas F. Thomsen, sum sama ár keypti kongliga handilin handilin á Tvøroyri. Høvuðsevni í hesi sending eru niðursetubygdurnir Æðuvík og Rituvík. Fyrstu fólkini settu seg niður í Rituvík í 1873. Tey vóru av Toftum. Fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík vóru av Nesi og settu seg niður í 1897. Rituvíkingar drivu nógvan útróður og mangan bóru konufólkini fiskin inn í Heiðar til handilsmannin Per í Heiðunum. Kend støð nærhendis Æðuvík eru Tinghellan og Árting.
    36 min
  • Meg minnist
    Vit eru nú á Nesi. Prestagarðurin var ein týðandi miðstøð í Eysturoynni fyri ikki at siga í Føroyum. Próstur búði á Nesi í eini 400 ár. Í eldri tíðum hevði hann nógv tænastufólk til arbeiðis, í presta-garðinum, í bø og haga og á báti. Húskallarnir vóru á fjalli og til útróðrar. Høvuðshúsini á Nesi vóru leingi kirkjan, prestagarðurin og náðinsgarðurin á Torkilsheyggi. Smátt um smátt fóru fólk at seta seg niður í bygdini við vælvild frá prestinum, og bygdin vaks alsamt. Ein søgn er, at Heini Havreki kom á land í eini vík eystanfyri Nes. Til søgunia hoyra nakrar bátsvanlukkur.
    42 min
  • Meg minnist
    Vit eru nú á Nesi. Prestagarðurin var ein týðandi miðstøð í Eysturoynni fyri ikki at siga í Føroyum. Próstur búði á Nesi í eini 400 ár. Í eldri tíðum hevði hann nógv tænastufólk til arbeiðis, í presta-garðinum, í bø og haga og á báti. Húskallarnir vóru á fjalli og til útróðrar. Høvuðshúsini á Nesi vóru leingi kirkjan, prestagarðurin og náðinsgarðurin á Torkilsheyggi. Smátt um smátt fóru fólk at seta seg niður í bygdini við vælvild frá prestinum, og bygdin vaks alsamt. Ein søgn er, at Heini Havreki kom á land í eini vík eystanfyri Nes. Til søgunia hoyra nakrar bátsvanlukkur.
    42 min
  • Meg Minnist
    Evnið í hesi sendingini er sjálvt Toftavatn. Vatnið liggur ímillum bygdina Toftir og hagan hjá tofta-monnum vestanfyri bygdina. Toftafólk eru góð við Toftavatn. Tey gera nógv burtur úr at røkja umhvørvið. Fýra hólmar eru, sum eru mannaskaptir. Fyrsti hólmurin er frá 1700-árunum til tess geva æðuni friðskjól. Náttúran er vøkur og livandi við sílum, fugli og skordýrum. Bæði Nes Kommuna og Runavíkar kommua fáa vatn úr Toftavatni. Torkilsheyggur er eyðkent staðarnavn á Toftum. Bónda-arðurin á Torkilsheyggi var náðinsgarður hjá prestinum á Nesi í fleiri øldir.
    40 min
  • Meg Minnist
    Toftamaðurin Janus Jensen heldur fram at greiða frá staðarnøvnum og øðrum, sum eru knýtt at teimum ymsu býlingunum í Nes kommunu. Nú gongur ferðin úr Runavík út í Gerðið, sum er mark millum Toftir og Nes. Í sendingini verður greitt frá býlingum í Saltnesi og á Toftum. Nortið verður eisini við elstu søguna um Toftir. Toftamenn hava havt nógv skip og virki. Eitt var D.P. Højgaard. Tá flest handlar vóru á Toftum, vóru teir fýra í tali. Í Oyrunum var nógv fiskarbeiði.
    38 min
  • Meg Minnist
    Janus Jensen á Toftum verður nú í Meg minnist. Saman við øðrum er hann í holt við eina verkætlan at savna og lýsa staðarnøvn í Nes kommunu. Útgangsstøðið eru søvn, sum eru gjørd áður: Hetta nýggja verður útbygt á ymsan hátt. Úrslitið verður talgildað við kortum, nøvnum, søgum eins og myndum. Teir hava avmyndað pláss fram við sjóvarmálanum úr Runavík til Rituvíkar. Janus Jensen er læraralærdur. Ein spurningur av mongum á Toftum er, nær bygdin varð bygd.
    41 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners