Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist - 4. sending - Sjúrður Samuelsen
    Sjúrður, konan og elsta dóttirin høvdu nøkur góð ár í Grønlandi. Túrarnir við ?Pamiut? vóru ikki so langir, eina til tvær vikur, og fiskiskapurin var góður. Grønlendsku trolmenninir høvdu verið á skúla og dugdu sítt. Ein túr vóru teir við Labrador og fiskaðu fult skip av svartkalva. Hann arbeiddi sjey ár hjá SEV á Sundi. Haðani f+or hann til Statens Skibstilsýn í Havn. Tað var eitt á hugavert arbeiði, sum hann hevði í 35 ár. Frítíðaráhugamálini eru framvegis mong. Eini eru tónleikur og sangur. Onnur eru trøðin, rossini, seyðurin, hønurnar og veltingin.
    38 min
  • Meg minnist - 3. sending - Sjúrður Samuelsen
    Eftirnavnið Samuelsen hjá hornafólkunum kemur úr Kollafirði. Sámal Dánjal á Miðgerði kom suður at vera uppsitari á amtmansgarðinum. Kona hansara var Elsa Birgitta Jakobsdatter av Kamarinum. Dánjal í Horni, sum var abbi Sjúrð, var fyrsta barnið, sum tey fingu í Havn. Tey bygdu seinni í Bø, haðani teir fyrstu góðu kappríðararnir vóru. Sjúrður fór úr skúlanum 14 ára gamal í læru á Skipasmiðjuni. Seinni tók hann bæði víðkaðan maskinmeistara og merkonom. Var onkrar túrar við Skálabergi og Magnusi Heinasoni, sum høvdu dampmaskinu. Góð tvey ár var hann við trolaranum ?Pamiut? hjá KGH.
    40 min
  • Meg minnist - Sjúrður Samuelsen (2:4)
    Sjúrður er sonur Mallu Samuelsen, ættað av Kirkju, og Karl Samuelsen úr Horni í Havn. Tey hittust í Danmark og giftust í 1935. Malla fór heim, tá kríggið nærkaðist, men Karl sigldi úti, tá kríggið brast á. Hann slapp nokkso skjótt heim, Jatnagarði fyri at takka. Malla var nógv í Kvinnufelagnum og eisini forkvinna har. Fór til Danmarkar at taka skeið, so hon kundi læra ungar kvinnur húsarhald. Tá varð Sjúrður sendur til Árnafjarðar. Har fór hann í skúla. Var ofta í Fugloy hjá skyldfólkum. Á slíkum ferðum var hann inni í handlinum hjá Olafi í Stongunum í Klaksvík.
    42 min
  • Meg minnist - Sjúrður Samuelsen (1:4)
    Sjúrður Samuelsen hevur í 35 ár verið skipasýnismaður. Hann er útbúgvin handverkari á Tórshavnar Skipasmiðju. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Sigldi við føroyskum og grønlendskum skip-um. Var eitt skifti hjá SEV á Sundi, áðrenn hann fór á skipasýnið, haðani hann nú er pensjoneraður. Sjúrður hjá Mallu er uppvaksin við Landavegin í Havn. Har var gott lív hjá børnum: nógv dýr, leivdir frá bretum og bátar á Vestaru vág. Teir tóku ein grindabát og fiskaðu ein átta skins fisk upp. Røttu eigararnir vildu hava hvalin., men Gúnnu Jóannes segði nei.
    40 min
  • Meg minnist: Jógvan við Keldu (2:3)
    Jógvan við Keldu hevur skyldfólk um allar Norðoyggjar: Pápin var úr Leirvík, mamman var úr Klaksvík. Pápin æt upprunaliga Theodor Samuelsen, men vildi fegin varðveita staðarnavnið við Keldu og fekk pápan at søkja um navnabroyting. Mamma Jógvan, Gigga, var fødd á Vágsheygnum. Pápi doyði, og hon vaks tí upp hjá reiðaranum Jóan Jakku av Viðareiði. Pápi Jógvan gekk í real-skúla í Havn. Mamman var fleiri ár í húsi bæði í Havn og í Keypmannahavn. Tey hittust hjá Jóan Jakku, tá Theodor kom at arbeiða har.
    39 min
  • Meg Minnist: Jógvan við Keldu (3:3)
    Jógvan við Keldu var 24 ár í kommunupolitikki í Klaksvík. Tvey skifti var hann borgarstjóri i tilsamans 16 ár. Hann sat á løgtingi í 12 ár, og var landsstýrismaður í innlendismálum í tvey ár. Tey fyrru borgarstjóraárini í 1980unum vóru spennandi, men tey seinnu í 1990unum vóru ein blandað uppliving, tá kreppan herjaði. Jógvan gavst í politikki í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Hann var eitt árið á aðalfundi í ST og í mong ár hevði hann sæti í Norðurlandaráðnum antin sum tingmaður ella sum landsstýrismaður. Tað vóru áhugaverd ár.
    40 min
  • Meg minnist: Jógvan við Keldu (1:3)
    Jógvan við Keldu er samskipari hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Hetta er felagsskapur fyri øll virk-ir í Klaksvík. Tá kreppan var upp á tað ringasta, varð ráðið stovnað til at samskipa ymisk átøk í býn-um og røkja sambandið við myndugleikar. Jógvan stjórnaði kórinum í Betesda í 46 ár. Kórið er frá 1926. Hann hevur eisini havt 17 sangarar, sum byrjaði við at syngja til útvarpið. Kórið hevur fingið góð ummæli uttanlands. Jógvan við Keldu lærdi hjá Kjølbro og stovnaði egið virki 20 ára gamal. Hann gavst, tá hann tók við sum borgarstjóri í 1981.
    43 min
  • Meg minnist við Dánjal Poulsen úr Vatnsoyrum
    Eftir nøkur ár í Sjóvinnubankanum, fór Dánjal Poulsen at arbeiða á Flogfelag Føroya, sum seldi ferðaseðlar og avgreiðddi flogfarið hjá Mærsk Air. Seinni stovnaði hann saman við Renatu Simonsen sína egnu ferðaskrivstovu Faroe Travel. Hana hevði Dánjal í 30 ár, tá hann 70 ára gamal seldi fyritøkuna. Dánjal hevur ferðast rættiliga víða, og hevur verið serliga hugtikin av Ísrael og Suðurkorea. Hann er frammarlaga í vinarfelagnum Føroyar-Ísrael. Hann er eisini bókasavnari um ein háls, og hevur einar 5000 bøkur í sínum privata savni. Hevur eisini gjørt mangar bandupptøkur.
    40 min
  • Meg minnist við Dánjal Poulsen úr Vatnsoyrum
    Dánjal Poulsen úr Vatnsoyrum verður ársins fyrsti gestur í Meg minnist. Abbi hansara Dánjal við Neyst í Hvalba var ein av fyrstu niðursetumonnum í bygdini. Fleiri søktu um traðir har í 1913. Tað endaði í fyrstu syftu við, at trý húski búsettust har fyrst í 1920unum. Í seinna heimsbardaga noyddust búfólkini at flyta undan bretska hervaldinum, men komu aftur stutt eftir kríggið. Dánjal Poulsen varð føddur í Vági, men kom eitt ára gamal til Vatnsoyrar, har hann búði, til hann í 60unum fóru í bankalæru í Havn. Dánjal hevur nógv áhugamál sum krígssavnið, Ísrael og Ebenezer.
    40 min
  • Meg minnist
    Malan Marnersdottir vardi um aldarsjiftið sína dr. phil. ritgerð við lærda háskúlan í Århus. Heitið var ?Hvør av øðrum?, sipaði til, at skalt tú skriva, mást tú eisini lesa. Seinni varð hon professari. Malan hevur saman við øðrum arbeitt við føroyskari bókmentasøgu. Fyrsta bók kom í 2011. Onnur er farin til prentingar og viðger tíðina frá 1900 til 1940. Tá byrjaðu flestu høvundarnir at skriva og yrkja á donskum.Triðja bók verður um árini 1940 til 1960. Tá er viðvent í holuni. Høvundarnir, sum nú koma fram, skriva allir á føroyskum, tí teir hava lært føroyskt mál í skúlanum.
    41 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners