Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist - Steinbjørn Jacobsen
    Tað var tann tíð, tá KÍ vann FM í fótbólti hvørt ár frá 1966 til 1970. 66-liðið legði ein meistaraskap aftrat í 1972, men nústani hevur KÍ aftur vunnið FM í ovastu deildini tvey fylgjandi ár. Steinbjørn hjá Sam í Búðunum spældi trý ár í dreingjadeildini miðskeiðis í 50unum við góðum úrsliti. Í 1957 fekk hann sínar fyrstu dystir á 1. liði, og har vann hann heili 9 meistaraheiti. Sum smádreingir spældu klaksvíkingar á ymsum smærri vøllum í bygdini. Samtíðarspælarar í KÍ vóru eitt nú Magnus Kjelnæs, Ólavur Thomsen, Eyolvur og John Sigurd Joensen.
    42 min
  • Meg minnist - Henrik Old (5:5)
    Í seinastu sendingini fer Henrik Old m.a. at hugleiða um lívið i løgtingspolitikki. Hann var valdur á ting fyri javnaðarflokkin í Suðuroy í 1984. Byrjaði sítt politiska lív í samgongu við Atla Dam sum løgmanni. Henrik var framvegis tingmaður, tá bankin fór á húsagang í 1992 og mátti bjargast. Í 1994 kundi Henrik verið valdur løgtingsformaður, men bar seg undan. Í 2011 varð Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann fyrireikaði eitt nú tunlar kring landið, men legði frá sær, tá gingið varð ímóti hansara ætlan um at leggja fyri við bergholi til Fámjins. Suðuroyarsiglingin og/ella suðuroyartunnilin hava stóran áhuga.
    43 min
  • Meg minnist - Henrik Old (4:5)
    Í 1972 fekk Henrik Old tjans við Akraborg hjá Jákupi Joensen. Tveir mánaðir seinni beyð Jákup honum tjans sum stýrimaður við Nýborg, tí hann fór sjálvur í land. Henrik varð verandi í reiðarínum í 17 ár. Fekk tjans sum skipari í 1977. Væl lá fyri at fáa makrel við Hetland og sild í Norðsjónum. Menninir vóru næstan heil ár umborð á skipunum og sóu lítið til konu og børn. Í 1982 bjargaði Nýborg einum seglbáti, sum var um at søkka í Skagerrak. Síðst í 80'unum fiskaði Nýborg til fiskavirkið í Dakar í Senegal. Fiskur var at fáa, men lítið kom út aftur av virkinum.
    42 min
  • Meg minnist - Henrik Old (3:5)
    Henrik Old var sín fyrsta túr til skips til skips við "City" á Bankanum. Várið 1964 fór hann til Grøn-lands við "Jógvani á Gørðunum". Á leiðini komu teir framvið Surtsey, sum lá og goysti við Vest-mannaoyggjarnar. Fyrsti túrur royndist illa, men annar túrur var betri. Í 1965 fór Henrik við "Peturi á Gørðunum" og var við har í trý ár. Høvdu mangan fortreð av týskum trolarum. Henrik var eina ferð við saltafiskalast í Portugal. Trý ár arbeiddi hann í Føroyingahavnini. Sum fráleið minkaði virksemið. Fór á skiparaskúla.
    43 min
  • Meg Minnist - Henrik Old (2:5)
    Skúlagongdin var ikki tað, sum hevði mesta áhugan hjá Henriki Old. Tordi sjáldan heim við karak-terbókini. Fór úr Vágs skúla 14 ára gamal og arbeiddi eitt nú sild, sum kom í stórum mongdum til Vágs. Arbeiddi í Botni, haðani teir boraðu tunnil til Hovsvøtnini og løgdu nýggja leiðing til elverk-ið. Vágsbørn savnaðust nógv á Sandinum, tey rópa. Hetta var grøn fløta, sum var løgd út til tarva-øki. Men har varð eisini spælt. Dreingirnir vóru nógv í báti og klintraðu vesturi á Eiðinum. Fótbólt spældi Henrik bæði á skúlaliðnum og dreingjaliðnum hjá VB.
    43 min
  • Meg Minnist - Henrik Old (1:5)
    Løgtingsmaðurin og skiparin Henrik Old úr Vági verður nú gestur í Meg minnist. Hann er 75 ár, vaksin upp hjá mostur síni Ingu vesturi í Bø í Vági. Mamman doyði í juni 1947, tá hann var tveir dagar. Pápin var RAF-maður, sum kom til Føroya eftir kríggið at yvirtaka støðina við Eggjarnar. Mamman og pápin giftust á heysti 1946. Tá konan var deyð, noyddist pápin av landinum við sínum herliði, og avrátt varð, at Henrik vaks upp hjá mostrini. Gott brævasamband var við ommuna í London, og tíðliga í 70unum kravdi Inga, at Henrik fór avstað at hitta hana og familju annars í Onglandi. Hann fór.
    40 min
  • Meg minnist: Pál Weihe (4:4)
    Pàl Weihe er í vísindaligum bólki, sum granskar í Arktis. Arktiska ráðið stovnaði bólkin, sum ser-liga kannar dálkingarevni í fólki. Pál hevur verið limur í nógvum almennum ráðum í Føroyum. Eitt var rúsdrekka- og narkotikaráðið, sum uppplýsti um hiv, tá tað kom fram, og gjørdi tilmæli til lands-stýrið um rúsdrekkallógina, sum varð samtykt í 1992. Pál var eisini í fyribyrgingarráðnum og fólka-heilsuráðnum. Tá hann legði frá sær, helt eitt blað, at tað var tíð uppá, nú hann hevði forskrekt før-oyingar í 27 ár.
    43 min
  • Meg minnist: Pál Weihe (3:4)
    Pál Weihe hevði bert verið yvirlækni í arbeiðsmedisini í eitt ár, tá hann varð biðin til læknastjóra á Landssjúkrahúsinum undir sjúkrahússtjóranum Høgna Joensen. Fyrsta avbjóðingin var, at sjúkra-húsverkið skuldi spara 15% av játtanini. Hetta var ongin løtt uppgáva. Eitt, sum teir arbeiddu við, var at broyta sjúkrahúsverkið frá at vera innlagdur til at koma ambulant. Hetta kundi sammetast við eina kollvelting. Arbeitt varð eisini fyri at tynna vaktirnar, so pláss bleiv til fleiri serlæknar. Tað var ikki bara væl dámt.
    40 min
  • Meg minnist: Pál Weihe (2:4)
    Í Hoydølum kom Pál Weihe í ein góðan matematisk/fysiskan studentaflokk, har hansara bestu vinir vóru havnardreingirnir Jens Smith og Jákup Mørkøre. Í 1969 vóru teir lidnir, og nú lá leiðin út í heimin, har allir autoritetir vórðu endavendir og studentarnir mótmæltu øllum. Hetta summarið var hann eisini til stóra konsert hjá Rolling Stones í London. Ætlanin var at lesa medisin, men Pál gekk meiri í biograf enn hann las. Sáru úr Klaksvík, sum hann hitti á Grønjord, fekk skil uppá, hann. Eftir átta í var Pál lækni. Tók ymiskt aftrat. Fekk ikki starv sum kommunulækni í Føroyum.
    37 min
  • Meg minnist: Pál Weihe (1:4)
    Pál Weihe var leingi mestsum dagligur gestur í hvørjari stovu, har hann legði fólki lag á, hvussu tey áttu at bera seg at, meðan koronasóttin herjaði. Nú tekur hann saman um almenna átakið. Hann hevur eisini verið kendur fyri sín áhuga fyri kyksilvuri í grind. Hetta fyribrigdi kom upp í 70unum og Pál Weihe fekk áhuga fyri málinum í 80unum. Hann er føddur og uppvaksin í Sørvági. Bæði for-eldrini, Carolina og Petur Weihe, vóru sørvingar. Tá Pál gekk í skúla, fingu sørvágsbørn nýggjan framkomnan skúla. Pál metti seg at vera frammarlaga millum sibbarnar. Í 3. real varð flutt á Giljanes.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners