Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist - Sonny Johannesen (2:2)
    Høvuðsevnið í hesum sendingum er damptrolarin ?Brandur Sigmundarson? hjá partafelagnum Kimbil í Havn. ?Brandur Sigmundarson? var størsta fiskifar í Norðurhøvum, tá hann kom til Føroya í 1960. Skipari var Andreas Johannesen úr Hvannasundi, sum framman undan hevði ført ?Kalls-evni?. ?Brandur Sigmundarson? var fyrsti føroyski trolarin, sum fór til fiskiskap í Nýfundlandi í 1961. Hetta vísti seg at vera eitt heppið bragd. Sonny Johannesen byrjaði sum messur á ?Brandi Sigmundarsyni?, men slapp nakað skjótt á dekkið og fór seinni á navigatiónsskúla.
    37 min
  • Meg minnist - Sonny Johannesen (1:2)

    36 min
  • Meg minnist - 3. sending - Magna Reid Joensen
    Magna, systirin Súsanna og mamman Petrina vóru tríggjar mánaðir í Danmark summarið 1955. Systirin vildi illa heimaftur, men eftirlíkaði. Seinni fór hon niður á skúla, og var lítið aftur í Føroyum. Magna tók realprógv í Klaksvík og fór niður á ítróttaskúla í Ollerup. Foreldrini mæltu henni til at fara á læraraskúla, og hon tók progv í Havn í 1967. Nú stóð henni í boði starv á fram-haldskúlanum á Giljanesi. Har vesturi hitti hon Magna Thomassen, sum hon áður hevði upplivað sum hondbóltsdómara.
    38 min
  • Meg minnist - 2. sending - Magna Reid Joensen
    Robert Joensen búði á Garði í Keypmannahavn. Har hitti hann t.d. K.O. Viderø, Mikkjal Helmsdal og Salomon Joensen. Studentarnir komu í ungmannafelagið hjá Emil Joensen. Robert hevði áhuga fyri mentan. Stóð fyri minnisvarðum yvir sjólætnar í Vági og yvir tey, sum doyðu í Skalvalopunum í Gerðum. Goymdi og festi á blað gomul fyribrigdi, gamlar máliskur og staðarnøvn. Gjørdi eina-mest burturúr seyði og útróðri og fornari boðsending. Kom í klemmu í læknastríðnum. Robert skrivaði sum limur í sjúkrahússtýrinum ikki undir adressuna, tí hann helt tað ikki samsvara við reglurnar at seta Halvorsen.
    38 min
  • Meg minnist - 1. sending - Magna Reid Joensen
    Magna Reid Joensen í Sandavági verður nú í Meg minnist. Uppvaksin í Klaksvík. Fór ung til Sandavágs at vera lærari. Har giftist hon og setti búgv. Magna er dóttir Petrinu f. Poulsen úr Stovu-garðinum og Robert Joensen á Eiðinum í Klaksvík. Mamman lærdi hárfríðkan í Havn og læt upp egna salong hjá Magniciu á Biskupstøð. Arbeiddi eitt skifti í Kbh. Robert Joensen f. 1912 varð kendur sum kommunuskrivari í Klaksvík og fjølbroyttur rithøvundur. Tók prelininerprógv og stu-dentsprógv í Rønde og Hjørring. Las í Århus og Keypmannahavn. Lærugreinin var gudfrøði.
    40 min

  • Meg minnist: Ronald Poulsen (3:3)
    Ronald Poulsen var býráðslimur í Havn í 17 ár. Varð valdur frá 1. januar 1981 til 1988. Nú úti í fýra ár og valdur aftur frá 1992 til 2000. 1976 -1980 sat hann í líkningarnevndini. Sum unglingi búði Ronald hjá Ebbe Mortensen og tók við eftir hann í býráðnum. Eftir valið í 1980 fór Ronald í sam-gongu við Poul Michelsen sum borgarstjóra og Petur F. Christiansen sum varaborgarstjóra, seinni Lisbeth Petersen. Stórmál vórðu loyst, eitt nú bátabrýr á Vestaruvág, svimjihøllin, vatnverkið í Villingardali, Lágargarður eins og býlingshúsini til barnaansing.
    37 min
  • Meg minnist: Ronald Poulsen (2:3)
    Fyrsta havnararbeiði, sum Ronald Poulsen hevði um hendur fyri Landsverkfrøðingin, var úti í Hesti. Hann var leiðari á deildini, sum hevði við smærri havnir at gera. Í slíkum ørindum var hann kring landið, í Miðvági, í Fugloy, í Svínoy, í Gøtu og í Húsavík. Avbjóðingarnar vóru ymiskar og í Gøtu slapp hann at royna kavarabúnan hjá Alexander Abrahamsen. Nógv ár arbeiddi hann fyri kommun-una á Strondum við havnargerðum og slíkum. Hann var tímaløntur og tók eisini arbeiði upp á seg aðrastaðni, eitt nú á Eiði. Strandingar komu fram á reint kelduvatn í kommununi og ætlaðu at fáa útflutning í lag.
    34 min

  • Meg minnist: Ronald Poulsen (1:3)
    Byggifrøðingurin Ronald Poulsen úr Miðvági, búsitandi í Havn, verður nú í Meg minnist. Ronald vaks upp á Ryggi saman við mammuni, ommuni, abbanum, fimm mostrum og fimm mammubeiggj-um. Hann ætlaði sær til skips, men mamman segði kortanei. Ebbe Mortensen skaffaði honum tá lærupláss hjá Danberg & Joensen sum timburmaður. Var við til at byggja Kardamummubýin og arbeiddi á Sornfelli. Eftir læruna var hann fyrst á háskúla í Haslev, og síðani las hann byggifrøði. Síðani arbeiddi hann við FM-støðunum hjá útvarpinum og seinni fyri Landsverkfrøðingin við smærri havnarløgum.
    36 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners