Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Føroyingar álopnir úr luftini (5:6)
    Trý flogfør duttu niður á landi í Føroyum undir krígnum. Ein týskur flúgvari rendi á Lokkan á Borðoynni. Ein bretskur flúgvari rendi á fjallið yvir Mýradalinum millum Hvalba og Botn. Ein annar bretskur flúgvari datt niður í Viðoynni.
    Leingi ivaðust bretar, um tað bar til at gera flogvøll í Føroyum. Í december 1941 varð bretski heryvirmaðurin Leo Maxton sendur til Føroya at kanna umstøðurnar og fór heim aftur við teimum boðum, at bæði flogvøllur og flogstøð kundu gerast í Vágum.
    31 min
  • Føroyar álopnar úr luftini (4:6)
    Heystið 1941 vóru nógv flogálop í Føroyum, eitt nú í Vestmanna, á Skálafirði, í Klaksvík og á Skálavík. Týskir flúgvarar vóru fleiri ferðir yvir Klaksvík og gjørdu skaða á skip á vánni og hús í Vági.
    ”Smiril” var fyri hørðum álopi, meðan hann lá á Skálavík á veg úr Suðuroy. Nógvar granatir og kúlur komu í skipið. Tveir mans doyðu umboð á sluppini ”Mistletoe”, sum varð álopin á Eysturlandinum. Ein breti doyði av skotum í álopi á Skálafirði og ein norðmaður í álopi í Havn.
    31 min
  • Føroyingar álopnir úr luftini (3:6)
    Sum fráleið fingu tey føroysku skipini vápn at verja seg við í krígnum. Tað kom væl við í summum førum. Eitt nú skeyt skiparin á sluppini Thor ein týskan flúgvara niður við skotlandsstrondina. Hann bleiv gjørdur member of British Empire.
    Skiparin á "Sjóvøuni" fekk eisini bretskan heiður. Álopini á landi gjørdu alt størri skaða. Saltsilan á Tvøroyri varð sprongd í luftina í august 1941, og um sama mundið løgdust týskir flúgvarar á teir stóru vitarnar í Mykineshólmi og á Borðuni við sínum bumbum.
    32 min
  • Føroyingar álopnir úr luftini (2:6)
    Eitt týskt flogfar leyp 20. februar 1941 á Havnina. Tvær bumbur vórðu tveittar eftir oljutangunum. Triðja bumban rakti bretska trolaran Lincoln City, sum sakk fyri Argjahøvda. Flogfarið rýmdi, men varð rakt bæði av Skansanum og av Strondum og neyðlendi úti fyri Gøtugjógv.
    Týskarnir høvdu um hetta mundið tapt luftstríðið um Bretland. Hjá bretum ráddi um at vinna valdið á havinum, so lísvneyðugar vørur ikki fóru at tróta. Hitler svaraði aftur við eini ætlan um at steðga øllum flutningi til Bretlands. Tað fingu eisini føroyingar at føla.
    31 min
  • Føroyingar álopnir úr luftini (1:6)
    Týskland hevði ikki meir enn hertikið Polland, tá tey fyrstu týsku flogførini vóru at síggja við Føroyar. Tá bretar høvdu hersett Føroyar í apríl 1940, fóru teir at byggja verndarvirkir í Havn og við Skálafjørðin.
    Tvær stórar kanónir vórðu settar upp á Skansanum í Havn og tvær inni á Nesi. Í Havn skuldu havnarlagið og oljutangarnir verjast. Á Skálafjørðinum skuldi innsiglingin verjast, so ongin óynsktur slapp inn á fjørðin, ið var útgerðarhavn hjá hervaldinum.
    29 min
  • Meg minnist: Heri Nolsøe (4:4)
    Heri Nolsøe hevur í mong ár yrkt sangir og gjørt løg til teir. Hann fekk virðisløn fyri ein sang, sum hann læt inn til sangkapping hjá Amnesty International. Heitið var Samvitskufangin, sum Karl Martin Samuelsen sang.
    Heri hevur eisini yrkt sangin "Møttust vit á Penny Lane" frá eini vitjan í Liverpool, og hann lærdi sum ungur at spæla klaver og hevur eisini spælt guitar.
    41 min
  • Meg minnist: Heri Nolsøe (3:4)
    Heri Nolsøe spældi fótbólt í HB og á landsliðnum. Í góð 10 ár var hann fastur maður á 1. liði og var toppskorari har í fimm ár. Heri var við til at vinna fimm føroyameistaraheiti og upp aftur fleiri steypakappingar.
    Hann heldur, at graslíkisvøllirnir og altjóða luttøkan hava havt avgerandi týdning fyri framgongdina í føroyskum fótbólti seinastu mongu árini.
    Í landsliðnum spældi Heri Nolsøe fleiri dystir móti Hetlandi, Orknoyggjum og Íslandi, men størsta upplivingin var kanska, tá spælt varð ímóti Premier League-felagnum Coventry, sum HB hevði á vitjan.
    42 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners