Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Tummas Thomsen (1:6)
    Nýggjur gestur í Meg minnist verður maskinmeistarin Tummas Thomsen úr Syðrugøtu.
    Hann lærdi á Runavíkar Mekaniska Verkstað og gekk í skúla í Havn og í Esbjerg, og er sonur Per Martin Thomsen, nevndur Per á Niðri.
    Mamman Magda f. Reinert var úr bóndahúsinum Heimistovu úti við Á í Kaldbak. Syðrugøta er brimpláss við stórum sandi.
    40 min
  • Meg minnist: Poul Michelsen (4:4)
    Poul Michelsen varð í 1984 valdur inn á ting fyri fólkaflokkin. Í fyrstu syftu sat hann á tingi til 1990, og kom so afturíaftur í 2002. Fyrstu árini arbeiddi hann eitt nú fyri sy broyta endurgjald úr statskassanum til heildarveiting.
    Seinnu árini var hann eitt skifti formaður í stjórnarskipanarnevndini. Hann iðrar seg enn um, at semja ikki fekst í lag. Í 2011 fór Poul úr fólkaflokkinum og stovnaði Framsókn.
    34 min
  • Meg minnist: Poul Michelsen (3:4)
    Poul Michelsen stillaði upp til býráðsval í Havn í 1980 og tók við sum borgarstjóri 1. januar 1981. Hann sat tríggjar setur. Kommunan gjørdi stórar íløgur í eitt nú í vatnbrunn og reinsiverk í Villingardali og í Brennistøðina á Hjalla.
    Arbeitt varð við at menna býin, sum hevði verið innilæstur, men nú hevði lagt saman við tí partinum av Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, sum fevndi um Hoyvík og Hvítanes. Nógv byggiøki fekst til vega við hesum átaki.
    36 min
  • Meg minnist: Poul Michelsen (2:4)
    Elsti bróður Poul Michelsen, Aage, búsettist í Mexico. Hann var 20 ár eldri. Poul kendi nóg illa bróðurin, tá hann í 60unum kom til Føroya at ferðast. Aage var giftur eini mexikanskari kvinnu, sum hann hitti í Keypmannahavn.
    Hann gavst at lesa læknafrøði og flutti yvir um Atlantshav. Poul var gulur skóti, HBari, boðdrongur, lossaði á keiini og avloysti í taxabili.
    Lærdi hjá Balslev & Co og yvirtók vørudeildina saman við Kartna Winther og Torbjørn Sørensen. Nøkur ár seinni stovnaði Poul Michelsen egið heilsøluvirki P/f Poul Michelsen, sum var ársins virki í fjør.
    35 min
  • Meg minnist: Poul Michelsen (1:4)
    Fyrrverandi borgarstjórin í Havn hevði stórar trupulleikar í skúlanum, tí hann var orðblindur, men luttøka í ítrótti gav honum dirvi til at herja á. Hann vann FM í borðtennis í 1961, og formaðurin í ÍSF heiðraði hann í skúlanum.
    Poul var nú tríggjar ferðir føroyameistari í single. Í badminton var hann singlemeistari 10 ferðir upp í slag, og í fótbólti vann hann FM í 1971.
    36 min
  • Meg minnist: Max Weihe (4:4)
    Í 1982 fór Max Weihe at arbeiða á trolaraskrivstovuni hjá KGH í Grønlandi. Starvsfólkini hjá KGH sum heild vóru 4500 í tali. Einahandilin rakk út í hvønn krók, men varð avtikin í 1985-86.
    Heimastýrið yvirtók framleiðslu- og útflutningspartin 1. januar 1985. Har varð Max Weihe settur í starv sum fiskarídisponentur fyri trolararnar.
    Nakað skjótt fór hann til Føroya at royna eydnuna í aling, men var aftur í Grønlandi frá 1988. Nú stóð hann fyri at leggja til rættis á trolarakontórinum, til hann í 1990 fór til Harbour Grace at umboða Royal Greenland.
    48 min
  • Meg minnist: Max Weihe (3:4)
    L/F Grønlandsfelagið átti feløgini Faroegreen og Nordafar í Grønlandi. Faroegreen umboðaði eisini grønlendsk, donsk og norsk rækjuskip.
    Fiskasølan stovnaði felagið Faroe Seafood Trading, sum seldi fyri fleiri grønlendsk skip. Í 1979 tók Max Weihe við sum stjóri á Nordafar.
    Næsti samstarvsmaður hansara í Føroyingahavnini var støðleiðarin Jóhan Joensen úr Kvívík. Á bryggjuni helt Jóhan Danielsen í Nólsoy vakt tog bjargaði mongum manni.
    45 min
  • Meg minnist: Max Weihe (2:4)
    Eftir fólkaskúlan fór Max Weihe í realskúla á Glyvrum. Bussurin var eftir honum klokkan 6:30. Hann var ikki við hús aftur fyrrenn 10 tímar seinni.
    Í 1969-70 var Max í Colorado í USA, har hann búði hjá einum volgatýskum húski og gekk í skúla. Max ferðaðist um stóran part av USA, og haðani fór hann á studentaskeið í Høng.
    Max ætlaði at lesa í Århus, men gavst nakað skjótt, og fór at arbeiða á Selatrað, á Skipafelagnum og á rækjuveiðu við Suðurvarða.
    44 min
  • Meg minnist: Max Weihe (1:4)
    Max Weihe verður nú í Meg minnist. Hann eitur Max Cecil Weihe eins og pápin, ið varð nevndur Cecil á Selatrað. Mamman var Mathilda var eisini av Selatrað. Tey bygdu á eini trøð í Brekkunum á Selatrað, sum Cecil fekk frá beiggja sínum Lassen, ið var bóndi á størsta garði í Eysturoynni.
    Weihe-navnið kom úr Lamba til Selatraðar, tá Gamli Lassin Weihe av Bønhúsmørk giftist við garðagentuni á Niðristovugarði, sum var 11 merkur. Gamli Lassin hevði gingið í realskúla í Havn. Sonurin Hans Petur, sum hevði stóran handil í Søldarfirði, hevði verið 12 ár á skúla og i handli í Danmark.
    45 min
  • Meg minnist: Disa Christiansen (2:2)
    Disa fór í húspláss í Nólsoy í 1958. Har giftist hon og fekk fimm børn í 1960unum. Í Nólsoy vóru tá 60 neyt og 60 børn.
    Nólsoyingar høvdu góðan útróður eystan fyri, har russarar plagdu at royna. Í bygdini vóru tveir fiskakjallarar og fimm handlar. Disa flutti seinni til Havnar og fór í 1983 til Danmarkar at søkja sær útbúgving.
    Hon arbeiddi ymsum á stovnum um keypmannahavnarleiðina, gekk í framhaldsskúla og slapp inn á ríkissjúkrahúsið at læra til sjúkrahjálpara.
    43 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners