Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Bjarki Skúvadal (2:3)
    Bjarki Skúvadal gekk í skúla í Vestmanna í átta ár og fór summarið 1955 til skips við "Gullfinni", ið varð bygdur í týsklandi í 1915.
    Bjarki var kokkadrongur. Tað var hann eisini við "Gullbergi" í 1956. Í 1957 fekk hann tjans sum dekkari við "Jóannes Fonsdal."
    Har var Bjarki, til hann fór á fiskivinnuháskúla í Middelfart í 1961. Sigldi síðani við tangaskipi um meginpartin av knøttinum.
    43 min
  • Meg minnist: Bjarki Skúvadal (1:3)
    Bjarki Skúvadal er vestmenningur. Honum dámdi ikki ættarnavnið Petersen og ætlaði tí at taka millumnavnið Gunnarsson sum ættarnavn. Tað fekk hann ikki loyvi til, og tí fingu hann og bróðir hansara sær Skúvadal.
    Navnið hevur leingi verið knýtt at siglingini hjá vestmenningum eystur undir land við ferðafólki. Í bjørgunum er so lítil fuglur nú, at hann hevur ikki verið søktur í mong ár, men áhugin fyri at uppliva bjørgini er framvegis stórur.
    40 min
  • Meg minnist: Egil Hoydal (2:2)
    Egil Hoydal og kona hansara, Ulla, settu seg niður sum lærarar í bygdini Sønder Sejerslev í Suðurjútlandi. Stundum høvdu tey farloyvi.
    Í 80unum vóru tey í Bolivia, har Egil saman við inkaindianarum úr 42 bygdum á háslættanum bygdi eitt sjúkrahús, sum trongdi til.
    Síðani hevur hann verið har fleiri ferðir og havt støðugt samband tann vegin. Ein verkætan var saman við næmingum úr Føroya Studentaskúla.
    Seinni var Egil við í menningaarbeiði innan landbúnað í Russlandi, baltisku londunum, Uganda, Kenya, India og Bangladesh. Tey hava í nógv ár búð á Rømø í Vaðihavinum.
    37 min
  • Meg minnist: Egil Hoydal (1:2)
    Egil Hoydal varð føddur í Danmark í 1939. Hann er sonur Marie Louise f. Falk Rønne og Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann kom fyrstu ferð til Føroya í august 1945 við "Aarhuus", sum føroyingar í Danmark leigaðu.
    Hann minnist brot úr krígstíðini í Danmark og sera spennandi túrin heim. Húskið búði trý í Klaksvík og fýra ár í Hoyvík, áðrenn farið varð til Suðuramerika, har Karsten stóð fyri eini FAO-verkætlan.
    Í 1955 fóru dreingirnir á Sorø og systirin til Sands. Egil tók læraraprógv, og var fyrst í 70unum í Saudi Arabia, har húskið búði hjá uttanríkisráðharra Feisal kongs.
    37 min
  • Meg minnist: Kári P. Højgaard (3:3)
    Í 20 ár sat Kári P. Højgaard í býráðnum í Runavík. Fleiri av hesum árum var hann formaður í havnarnevndini. Hann varð valdur í 1988, men gavst í 2008.
    Hann helt, at býráðsarbeiðið og løgtingið hóvaðu illa saman. Eitt áhugamál hevur verið útróður. Eina ferð var hann læstur inni í lastini við kós til havs - og visti ikki síni livandi ráð.
    Kári var formaður í Sjálvstýrisflokkinum í nógv ár og umboðaði hann í landsstýrinum frá 2011 til 2013. Hetta var spennandi tíð, men endaði við, at hann varð loystur úr starvi.
    41 min
  • Meg minnist: Kári P. Højgaard (2:3)
    Kári P. Højgaard var við heiðaskipinum "Oknini", tá hon í 1970 fór á rækjuveiðu í Grønlandi. Byrjanin var trupul, men rækjuveiðan varð skjótt eitt gullnám.
    Kári Højgaard fór í land í 1971, tá hann fekk starv sum tænastumaður á postavgreiðsluni í Saltangará, har hann var í 30 ár. Rutan gekk upprunaliga úr Lamba til Oyndarfirðar. Vegurin til Oyndarfjarðar var ikki bara mjúkur á hávetri.
    40 min
  • Meg minnist: Kári P. Højgaard (1:3)
    Kári P. Højgaard vaks upp á Strondum og flutti sum fýra ára gamal yvir um fjørðin til Saltangará. Hann gekk í skúla á Glyvrum og tók realprógv í 1968. Meðan hann gekk í skúla, arbeiddi hann sum postboð í fleiri ár fyri Esbern Simonsen á Høgabóli.
    Í 1968 fór Kári til skips. Var fyrst við trolaranum "Havborgini" av Toftum og síðani til lands í Grønlandi, har hann róði út við "Sigmundi II" av Toftum í 1969.
    40 min
  • Meg minnist: Jóhan Dam (1:1)
    Jóhan Dam úr Kunoy fór út at sigla sum stýrimaður við farmaskipi í 1973. Leiðin gekk til Bahamaoyggjarnar eystan fyri Florida og norðan fyri Kuba. Har hitti hann gentuna, sum hann giftist við árið eftir.
    Tey búsettust í Marsh Harbor nakað norðan fyri høvuðsstaðin Nassau. Har arbeiddi Jóhan í 25 ár á eini fruktplantasju, ið seldi nógv til USA. Seinni hevur hann koyrt skúlabørn og havt nakrar tímar á lokala flogvøllinum.
    43 min
  • Við fiskimonnum á Eysturlandinum
    Fiskimenn úr Eysturoynni vóru í 1998 á ferð á Eysturlandinum í Íslandi. Teir ferðaðust í slóðunum, sum føroyskir útróðrarmenn og skipsfiskimenn høvdu traðkað í mannaminnir síðani 1870ini.
    Vitjað varð á nógvum útróðrarplássum frá Borgarfirði í norði til Djúpavág í suðri. Harímillum vóru eitt nú Seyðisfjørður, Vattarnes, Norðfjørður og Fáskrúðsfjørður.
    Menninir høvdu bæði róð út og verið við íslendskum skipum ? eitt nú trolarum á Norðfirði. Frásagnir verða eitt nú endurgivnar frá John Ol-sen, Rituvík, Martin í Grund, Søldarfirði og Sofusi Gregersen, Syðrugøtu.
    36 min
  • Føroyskur útróður á Eysturlandinum
    Føroyskur skipsfiskiskapur tók seg rættiliga upp i 1872, tá langbummarin "Fox" hjá trappumonnum í Havn hevði ein góðan túr við bátum á Eysturlandinum.
    Síðani fóru fleiri sluppir til Íslands at royna við bátum, og skjótt fóru menn til lands á Eysturlandinum. Teir búðu í landi og róðu út við føroyskum bátum. Hetta gjørdist ein stóra vinna hjá føroyingum, bæði kvinnum og monnum.
    Stundum vóru kanska 1000 føroyingar til lands á firðunum á Eysturlandinum. Vinnan helt á til seinna heimsbardaga.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners