Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Tórbjørn Joensen (3:3)
    Fólkið í Húsinum í Kollafirði er ættað úr Homrum. Langabbi Torbjørn Joensen, Teanjardus, og langabbabeiggin, Díðrikur, bygdu áfast hjá hvørøðrum í Húsagerðinum.
    Abbin, Hús-Andrass, bygdi upp í somu lonir. Húsagerðið var burturav Sjóvargarði og Tinggarðinum. Pápabeiggin Martin bygdi niðri við Sjógv, og skyldmenn bygdu nú hvør eftir annan út eftir vegnum við kirkjuna. Pápin, Jógvan í Húsinum, var formaður í sóknarstýrinum, tá Kjartan Mohr kom á Kollafjørð við flótidokkini.
    39 min
  • Meg minnist: Tórbjørn Joensen (2:3)
    Tíðliga í sekstiárunum fór Tórbjørn Joensen við "Eiriki Jalli", men helt inntøkuna vera betur við norðmonnum og "Knut Grønnevet." Við íslandsbátinum "Ásgeir Kristian" var hann á vertíð og á sild.
    Tað var hættislig sigling við dekslast. Í 70unum var Torbjørn við "Kallsevnunum" báðum á sild, við "Sólborg" á lodnu í Barentshavinum, við "Fríðborg" undir Føroyum og við "Hallarkletti" undir Føroyum og Íslandi.
    39 min
  • Meg minnist: Tórbjørn Joensen (1:3)
    83 ára gamli Tórbjørn Joensen í Kollafirði hevur altíð verið á sjónum. Hann byrjaði um 1950 sum messudrongur á Baki hjá Jákupi á Trøðni. Síðani á sild við Norðlýsinum og í 1954 ein túr eystanfyri við Stella Argus.
    Tvey ár var Tórbjørn við íslendska Goðanesi, sum fiskaði væl. Tórbjørn var heima, tá Goðanes sigldi á Flesjarnar, og var við í bjargingini.
    38 min
  • Meg minnist: Torbjørn Sørensen (2:2)
    Torbjørn Sørensen starvaðist hjá Balslev frá 1948 til 1969, tá hann saman við Kartna Winther og Poul Michelsen yvirtók kolonialdeildina, meðan Balslev helt fram við timburdeildini.
    Sum hálv-vaksin var hann skóti og lærdi at spæla violin í Tórshavnar Musikkskúla. Balslev provianteraði skip og útróðrarbátar og seldi fiskireiðskap av ymsum slag.
    Torbjørn keypti eina trøð við Hoydalsvegin, har hann og Aimée bygdu. Seinni fluttu tey í hús Yviri við Strond. Torbirni hevur dámað væl á sjónum og saman við brøðrum var hann fleiri uttanlandsferðir við deksbátinum "Fram."
    41 min
  • Meg minnist: Torbjørn Sørensen (1:2)
    Torbjørn Sørensen fylti fimm ár á ferð til Danmarkar í 1930. Pápin fór á ársskeið á Læraraháskúlanum.
    Hetta árið búðu mamman og synirnir í Jyllandi hjá mostrini Sannu, sum var gift við prestinum Carl Hermansen, ið seinni varð kirkjumálaráðharri.
    Pápi Torbjørn var Zacharias Sørensen av Kirkju, sum var skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla. Mamman, Poula f. Næs, var úr Vági. Sum børn ferðaðust systkini í báðum støðum.
    41 min
  • Meg minnist: Torbjørn Sørensen (1:2)
    Torbjørn Sørensen fylti fimm ár á ferð til Danmarkar í 1930. Pápin fór á ársskeið á Læraraháskúlanum.
    Hetta árið búðu mamman og synirnir í Jyllandi hjá mostrini Sannu, sum var gift við prestinum Carl Hermansen, ið seinni varð kirkjumálaráðharri.
    Pápi Torbjørn var Zacharias Sørensen av Kirkju, sum var skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla. Mamman, Poula f. Næs, var úr Vági. Sum børn ferðaðust systkini í báðum støðum.
    41 min
  • Meg minnist: Eyðbjørn av Kamarinum (3:3)
    Tónleikarin Eyðbjørn Jakobsen arbeiddi bæði hjá Gunnar Stokholm og Simma Musikkhúsi áðrenn hann fór undir sítt lívsstarv á Landssjúkrahúsinum. Hann var portørur í 40 ár, og í 25 ár var hann lærari í fyrstu hjálp hjá Reyða Krossi.
    Leingi var hann álitismaður hjá portørunum og eitt skifti í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eyðbjørn var alla tíðina virkin í undirhaldstónleiki og á konsertum saman við sínum systkjum og øðrum.
    Tey gjørdu spæliferðir bæði til Íslands og Danmarkar. Seinastu árini spældi hann mest keyboard, sum kundi avgreiða fleiri ljóðføri í senn.
    40 min
  • Meg minnist: Eyðbjørn av Kamarinum (2:3)
    Tey av Kamarinum vuksu upp ovast í Conradsbrekku í Havn, har foreldrini undir krígnum keyptu tey prýðiligu húsini, sum Magnus á Kamarinum bygdi fyrst í øldini.
    Hann var sjálvur ættaður úr grannahúsunum, sum pápi hansara Jákup á Kamarinum hevði bygt. Foreldrini hjá Teimum av Kamarinum vóru Olevina, ið var dóttir Magnus á Kamarinum, og Jóannes Jakobsen, sum var úr Geil í Skálavík.
    Eyðbjørn fór úr skúlanum sum hálvvaksin og arbeiddi ymiskt. Eitt skifti á Bacalao, annað skifti við jørð og betong, áðrenn hann fór á skrivstovu.
    45 min
  • Meg minnist: Eyðbjørn av Kamarinum (1:3)
    Tey av Kamarinum fingu í vár heiðurslønina Ársins tónleikabólkur á Faroe Music Awards. Heima hjá teimum av Kamarinum var altíð tónleikur og sangur.
    Tey sjey systkini Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margreta, Ingolf og Jákup havi bæði spælt og sungið síðani eina ferð í 50unum. Tey spældu nógv til dans og veitslur og góvu eisini plátur út frá síðst í 50unum.
    Jógvan Arge fer í trimum sendingum at práta við miðlingin Eyðbjørn av Kamarinum um tað virkna tónleikalívið hjá honum og systkjunum.
    37 min
  • Tá Steigin varð seld (3:3)
    Tá løgmansembætisð varð niðurlagt í 1816 var ikki longur brúk fyri Steigagarði í Sandavági. Jørðin varð tí seld. Hon varð seld í átta pørtum, sum hvør vóru tríggjar merkur uttangarðs og tvær merkur innangarðs.
    Treytirnar vóru, at ein triðingur varð goldin í hondina og restin innan seks ár við 4% í rentu p.a. Stórur áhugi var at keypa bæði í Vágum og aðrastaðni í Føroyum.
    Øll jørðin fór fyri slakar 16.000 ríkisdálar. Seinni keypti Suðuroyar Dánjal Smástovuna, sum arbeiðsfólkið hevði búð í, og Kollafjarðar Jógvan keypti Stórustovuna, sum løgmenninir høvdu búð í.
    42 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners