Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Disa Christiansen (1:2)
    Nýggur gestur í Meg minnist verður Disa Christiansen í Nólsoy, ið er ættað av Skála. Hon býr í Krákumørkini. Har hittur hon mong útlendsk ferðafólk úr øllum ættum.
    Disa vaks upp á Skála, haðani bæði foreldrini vóru. Mamman var Elsa Sofía f. Poulsen úr Trøðni á Ytra Skála. Disa er kallað upp eftir mammubeiggjanum Petur Christiani, sum gekk burtur undir krígnum.
    46 min
  • Meg minnist: Egil Simonsen (3:3)
    Egil Simonsen fór sum skipari við Baki hjá Skipafelagnum í 1969. Teir fiskaðu laks í Grønlandi, keyptu sild í Uig á Hebridunum og sigldu við fiski.
    Í 1971 fór Egil sum skipari við Lómi í sigling millum Føroyar og Danmark. Í 1973 var hann á odda fyri 50 monnum, sum fóru eftir níggju trolarum, sum vórðu keyptir av Kuba.
    Heimferðin gekk væl. Egil arbeiddi nú á skrivstovuni hjá Skipafelagnum, sum alsamt menti sín farmaflota.
    Egil var í fleiri ár landmaður hjá Váðasteini, sum var fjórða skipið hjá pápanum. Hann starvaðist eisini sum metingarmaður hjá Realinum.
    43 min
  • Hitt løgna kríggið
    Vesturheimurinm gav sær á jólum 1939 ikki so nógv far um, at ein nýggjur heimsbardagi var byrjaður. Víst høvdu Týskland og Sovjetsamveldið lagt Polland undir seg, og Sovjet hevði lopið á Finnland. Í Føroyum vórðu nakrar fyriskipanir settar í verk at búgva fólk út til bardagatíðir, men sjáldan vóru skip á okkara leiðum steðgað. Í sendingini verður greitt frá hendingum á evropeiska meginlandinum heystið 1939. Sendingin er grundað á bókina ?Kríggj Hitlers? eftir danan Henning Poulsen.
    1 hr 7 min
  • Jólagesturin: Ria Tórgarð
    Ria Tórgarð vaks upp í prestagarðinum í Kvívík. Har helt hon øll síni fyrstu jól uttan eini, sum vórðu hildin í Miðvági.
    Á Kirkjuteigi varð nógv gjørt burtur úr jólaaftan. Tó ikki fyrrenn pápin Aksel var komin aftur frá gudstænastu í aðrari bygd.
    Húskið flutti til Kvívíkar í 1960. Har vuksu børnini upp saman við kvívíksbørnum. Okkurt serstakt var kortini við at vera prestadóttir, heldur Ria.
    47 min
  • Meg minnist: Egil Simonsen (2:3)
    Veturin 1955-56 var Egil Simonsen á fólkaháskúla í Hardanger saman við grannanum Jóannesi Skaale. Har hitti hann hoyvíkingin Niels Paula Mohr, sum hevði verið í kríggi í Russlandi.
    Heimafturkomin fór hann við Kúrberg, sum pápin átti. Teir vóru í ísfiski undir Íslandi og seldu í Onglandi. Seinni varð lagt um til at fiska hemara við línu kring Føroyar.
    40 min
  • Meg minnist: Egil Simonsen (1:3)
    Egil Simonsen í Hoyvík hevur leingi siglt við Westward Ho og var skipari í flaggsiglingini í summar. Hann er sonur Sigrid úr Sandavági og Jóhan Simonsen í Hoyvík.
    Pápin var burtur, tá kríggið brast á, og Egil veit seg ikki hava sæð hann, fyrrenn hann í 1943 kom á Havnina við Hoyvík. Tá firnaðist Egil pápan, sum var flýddur úr Esbjerg.
    Niðri keypti Jóhan fyrst ein útróðrarbát í Frederikshavn og bygdi síðani Hoyvík í Helsingør. Sigrid og Jóhan høvdu keypt hús í Tvørgøtu, men undir krígnum vóru konan og børnini nógv í Hoyvík.
    43 min
  • Meg minnist: Absalon Absalonsen (3:3)
    Í 1968 hevði Borgin eina ringa ferð heim av Kappanum. Teir komu í ódnarveður og oljan gekk undan, so teir noyddust at seta inn á Reykjavík.
    Fyrst í 70unum áttu Absalon og Heri Hjelm ídnaðartrolaran Bjarnoy. Ætlanin var síðani at byggja trolaran Vágbing um til rækjur, men eitt tilboð kom úr Svøríki um ein nýggjan skrokk, sum tikið varð av.
    Skrokkurin stóð eitt ár á Skála, tí veðhald fekst ikki fyri byggiláninum av politiskum ávum. Jákup í Lopra keypti seinni Svalbard.
    39 min
  • Meg minnist: Absalon Absalonsen (2:3)
    Absalon Absalonsen gekk í skúla í Vági, har hann tók realprógv í 1955. Hóast hann visti um nógvar vanlukkur á sjónum, vildi hann sleppa til skips. Absalon fekk kjans við nýggja havnartrolaranum Fiskanesi. Hetta var góður og spennandi kjansur.
    Eina ferð fingu teir eina minu í trolið í Grønlandi. Seinni vóru teir staddir á Kappanum, tá Hans Hedtoft gekk burtur. Absalon tók skiparaprógv í Havn í 1961 og fór nú sum bestimaður við nýggja línuskipinum Jógvani á Gørðunum.
    37 min
  • Meg minnist: Absalon Absalonsen (1:3)
    Absalon Absalonsen er føddur og uppvaksin í Vági. Mamman, Frida, var vágbingur, dóttir Ólav Mikkelsen í Brekkugerði og Olevinu í Tøðuni, og pápin var Marius Absalonsen av Viðareiði.
    Absalon hevur siglt nógv. Síðani hann legðist upp á land 67 ára gamal, hevur hann røkt frítíðarítrivini at mála og skriva.
    Í einari skaldsøgu hevur hann lýst hungursárini í Føroyum í 1700- og 1800-talinum og fyrstu royndirnar hjá føroyingum við hetlendskum fiskiskipum, áðrenn føroyingar fingu sær skip sjálvir. Nógvir suðringar búsettust í Skotlandi og Onglandi.
    38 min
  • Meg minnist: Bjarki Skúvadal (3:3)
    Bjarki Skúvadal flutti í 1970 heim og fór á læraraskúla. Eftir fimm árum fekk hann lærarastarv í Vestmanna, sum hann røkti í 27 ár.
    Bjarki er nógv uppi í felagnum Skúvadal um veturin, tá øll før og útgerð verða eftirhugd og umvæld.
    Í februar 1959 var hann við íslendska trolaranum "Eystfirðingi" av Fáskrúðsfirði á Ný Fundlandsmiðunum, tá 10 íslendskir trolarar komu illa fyri í illveðri.
    Manningin á "Eystfirðingi" bukaði ís í samfull trý samdøgur, so skipið ikki koppaði. 13 føroyingar vóru við tann ringa túrin.
    42 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners