Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Heri Nolsøe (2:4)
    Heri Nolsøe hevði í síni tíð nógv at gera við elektrónisku menningina í Føroya Sparikassa. Í 1975 varð av álvara farið at fyrireika online avgreiðsluskipan hjá øllum føroyskum peningastovnum.
    Nú skuldi skíggin á borðið í staðin fyri blýant og pappír. Hetta varð sett í verk í 1979, tá farið varð við ferð inn í digitalu øldina. Síðani eru stigini tikin eitt fyri og annað eftir, og aftrat nýggju møguleik-unum hava verið stórar rationaliseringar.
    38 min
  • Meg minnist: Heri Nolsøe (1:4)
    Tann 70 ára gamli Heri Nolsøe verður í Meg minnist komandi sunnudagarnar. Hann arbeiddi í Føroya Sparikassa, til hann var 60 ára gamal. Hansara virkisøki var serliga innan menning av elektróniskum og øðrum tænastum.
    Frá ungum árum spældi Heri Nolsøe fótbólt í HB. Tað gjørdi pápin eisini. Niels Pauli Nolsøe var av Tvøroyri og kom ungur til Havnar. Eitt arbeiðspláss hansara var Skipafelagið Føroyar.
    Mamman var Emely, dóttir Víkar Rasmus í Fuglafirði. Hon arbeiddi á Bacalao og var nevndarlimur í Havnar Arbeiðskvinnufelag saman við eitt nú Andreu Árting.
    42 min
  • Meg minnist: Anna Sofía Restorff (2:2)
    Anna Sofía Restorff gekk í nonnuskúla í fimm ár og síðani í realskúla, har Jógvan við Ánna var flokslærari. Var telefondáma á telefonstøðini, á háskúla í Danmark og steðgaði á hjá einum tryggingarfelag í Keypmannahavn.
    Afturkomin var hon skrivari hjá Landsverki, men fór so niður aftur við manninum, sum fór á læraraskúla. Í Århus las Anna Sofía til petagok. Arbeiddi síðani í barnagarðinum á skúlanum á Trøðni, har hon var lærari, til hon legði frá sær.
    Sangur og tónleikur hava verið ítrív, og í áttatiárunum var hon við í friðargongunum og sang í Mjørkadal.
    37 min
  • Meg minnist: Anna Sofía Restorff (1:2)
    Anna Sofía Restorff er fødd og uppvaksin í Havn. Mamman var úr Porkeri og pápin, Trygve Restorff, var bryggjari á Restorffs bryggjaríi. Mest kendur var hann fyri sín leiklut sum trumusláari í dansiorkestrinum Gogguni.
    Anna Sofía og maðurin, Helgi í Brekkunum, keyptu fyri skjótt 40 árum síðani elstu húsini í Gundadali, sum Tróndur Hansen hevði bygt.
    Anna Sofía er bæði útbúgvin petagokur og lærari og starvaðist á Skúlanum á Trøðni. Elsta systir hennara, Súsanna, varð fødd deyv. Hon fór niður at ganga í skúla sum smágenta og hevur klárað seg væl.
    42 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (6:6)
    Í Gøtu var í 80unum áhugi fyri at gera eitt virki at virka svartkjaft til mannaføði. "Gullfinnur" og Bakkafrost høvdu saman við landinum eitt slíkt projekt. Tvey skip í Gøtu kommunu fiskaðu svartkjaft, og havnarlagið í Norðragøtu var útbygt.
    Illa gekst at fáa undirtøku fyri hugskotinum, og eftir løgtingsvalið 1984 broyttu teir báðir Jákup Jacobsen og Tummas Thomsen kós og søktu um loyvi til eitt uppsjóvarskip.
    40 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (3:6)
    Í 1958 bað skiparin Óla Hans Olsen í Syðrugøtu Per á Niðri til bestamann við havnarsluppini "Grundick". Sonurin Tummas varð biðin við í somu ferð. Farið varð á Norðlandið við snellu. Roynt varð uppi við Steinin.
    Eftir ólavsøku varð farið á sild, og teir fingu væl. Um heystið byrhaði Tummaas í smiðjulæru á Runavíkar Mekaniska Verkstað við Olivar Rasmussen á Skála sum meistara.
    42 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (2:6)
    Sum smádrongur var Tummas nógv í Kaldbak og á Signabø. Pápin sigldi við trolaranum "Tróndi í Gøtu". Mamman leitaði mangan til heimbygdina Kaldbak, tá maðurin var burtur.
    Seinni ferðaðist Tummas nógv á Signabø, har mamman hevði eina systir. Sum stórur drongur lá hann eitt skifti tveir mánaðir á sjúkhúsinum í Klaksvík. Eftir skúlan fór hann at arbeiða á Fiskavirkinum í Syðrugøtu.
    Sín fyrsta rættiliga túr til skips var hann í 1957 við skonnartini "Herthu", sum Martin í Grund førdi. Teir vóru í bæði í Grønlandi og Ný Fundlandi og á sild.
    43 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (4:6)
    Summarið og heystið 1964 var gøtumaðurin Tummas Thomsen í Grønlandi við línuskipinum "Finni Fríða" hjá Gøtu Samvinnufelag. Snellutúrurin í Grønlandi hetta summarið vardi heilt til 2. november. Nú fór hann á maskinistskúla í Havn og tók prógv.
    Útbúgvingin til maskinmeistara var ótrygg í Føroyum, so hann fór á hemaraveiðu í Ný Fundlandi við "Oknini". Í 1966 fór hann at lesa til maskinmeistara í Esbjerg. Í 1968 fór hann út at sigla við Mærsk. Har var hann í tvey ár.
    38 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (5:6)
    Tummas Thomsen keypti ptartapening í Gøtu Samvinnufelag, sum bygdi nýtt nótaskip "Jupiter" á Skála skipasmiðju.. Var við frá fyrsta degi í 1972. Roynt varð við Hetland, í Skagerrakinum og aðrastaðni í Norðsjónum. Ongar forðingar vóru.
    Í 1973 var mansparturin heilar 100.000 krónur. Alt broyttist, tá fiskimørkini fóru út í 1977. "Finnur Fríði" varð bygdur um til ísfiskatrolara, og Jupiter varð riggaður til at trola eftir svartkjafti kring Føroyar og við Írland.
    38 min
  • Meg minnist: Tummas Thomsen (6:6)
    Í Gøtu var í 80unum áhugi fyri at gera eitt virki at virka svartkjaft til mannaføði. "Gullfinnur" og Bakkafrost høvdu saman við landinum eitt slíkt projekt. Tvey skip í Gøtu kommunu fiskaðu svartkjaft, og havnarlagið í Norðragøtu var útbygt.
    Illa gekst at fáa undirtøku fyri hugskotinum, og eftir løgtingsvalið 1984 broyttu teir báðir Jákup Jacobsen og Tummas Thomsen kós og søktu um loyvi til eitt uppsjóvarskip.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners