Meg minnist

Meg minnist

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Meg minnist episodes

  • Meg minnist: Jóannes Dalsgarð (3:3)
    Húsalánsgrunnurin var mitt í meldrinum, tá fíggjarkreppa var í nítiárunum. Sethús í hópatali vórðu lýst á tvingsilssølu. Grunnurin tók stig til tingingar við peningastovnar um ta sonevndu sethúsaloysnina. Hon miðaði ímóti at sleppa undan tvingsilssølum. Jóannes Dalsgarð heldur, at sethúsaloysnin í allari neyðini bjargaði eini 2000 húsum frá tvingsilssølu. Eitt skifti áttu Jóannes og svágur hansara nótabátin ?Boðanes?, sum fiskaði sild og laks. Hann var leingi formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og eisini aðalstjórnarformaður.
    35 min
  • Meg minnist: Jóannes Dalsgarð (2:3)
    Mansliðið hjá Kyndli fór til Danmarkar at royna seg í 1962 og stóð seg væl. Teir vóru á ferð í Íslandi í 1965 og fingu eisini góð úrslit har. Í 1970 var Kyndil uppi í at reisa fyrstu ítróttarhøll í Havn. Í 1984 kom Gundadalshøllin, sum trý feløg bygdu. Í 1985 fekk Kyndil venjara úr Prag. Hetta var eitt nýbrot. Jóannes fór í 1963 at arbeiða á skrivstovuni hjá Hanusi við Høgadalsá, sum var reiðari á Ólavi Hvíta, Tungufossi og Boðanesi. Skrivstovan umsat tann nýggja Húsalánsgrunnin, sum Jóannes hevði um hendi.
    34 min
  • Meg minnist: Jóannes Dalsgarð (1:3)
    Jóannes Dalsgarð í Havn f. 1939 hevur búð í Havn, Sandavági og á Argjum. Hann er sonur Ólav Dalsgarð av Velbastað og Dinnu f. Gudmundsen úr Sandavági, sum bygdu á Argjum í 1948. Tá var Jóannes longu farin vestur til Sandavágs at vera hjá ommuni og abbanum. Har var hann, til hann var fermdur. Í Havn fekk Jóannes lærupláss hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni. Hann kom upp í ta virknu Ungmannadeildina hjá Losjuni sum ein av fyriskiparunum. Var eisini millum teir fyrstu í hondbóltsfelagnum Kyndli, har hann vann nógv meistaraskap. Í nógv ár var hann formaður felagsins.
    34 min
  • Jólagesturin: Julianna Didriksen
    Í ár er Julianna Didriksen jólagestur í útvarpinum. Á mannamunni eitur hon bara Lítlakona. Men vævið hevur ikki forðað henni at liva eitt virkið lív.
    Mamman doyði, tá hon var 10 dagar, men hon hevði ein góðan uppvøkstur í Gørðum á Strondum. Á Toftum giftist hon Kjartani Højgaard. Hann doyði, tá dóttirin var 5 ár.
    Í Havn giftist Julianna Ferdinand Andreasen. Tey fingu seks dreingir, nevndir Juliannuboys. Seinast var hon gift Davis Didriksen.
    42 min
  • Meg minnist: Eyðun Joensen (4:4)
    Eyðun Joensen tók prógv í sálarfrøði ársskiftið 1972-73. Hann helt stóra kandidatveitslu, sum varð fíggjað av gomlu hýruni frá "Fimm systrum".
    Ongi størv vóru til sálarfrøðingar í Føroyum. Fyrstu árini hevði Eyðun fleiri størv aftrat konsulenttænastu á Landssjúkrahúsinum.
    Í 1976 fekk hann starv á Læraraskúlanum og seinni fast starv á Landssjúkrahúsinum. Fleiri ár var hann formaður í Filmseftirlitinum, sum góðkendi ella vrakaði allar biograffilmar.
    41 min
  • Meg minnist: Eyðun Joensen (3:4)
    Eyðun Joensen fór í 1960 niður at ganga á studentaskúla í Haslev. Hetta var strangur kostskúli, har næmingarnir høvdu stutt tjóður. Men teir lærdu væl, og Eyðun fekk eitt gott prógv.
    Í 1963-64 var hann læraravikarur í Klaksvík. Hesa tíðina mentist ætlanin at lesa sálarfrøði. Hvat skalt tú so liva av, spurdi mamman. Eyðun fekk eitt býli í Istedgøtu í Keypmannahavn, til hann fekk innivist á Studentagarðinum.
    42 min
  • Meg minnist: Eyðun Joensen (2:4)
    Eyðun Joensen trívist væl í báti. Áhugin er frá barnaárunum við vánna í Klaksvík. Har hevði hann ein 100 ára gamlan bát. Hann og presturin Jóhan Nielsen fóru ein dagin at skjóta. Tað bleiv ein hættisligur túrur runt Kallsoynna.
    Eina ferð var hann niðri í Aberdeen við ?Skálabergi?, og ein útróðrar-túr var hann undir Føroyum við Pól Jakku á Dalinum. Eyðun tók prógv í realskúlanum í Klaksvík, men fór ikki víðari fyrsta árið.
    43 min
  • Meg minnist: Eyðun Joensen (1:4)
    Eyðun Joensen var fyrsti føroyingur við prógvi í sálarfrøði  av universiteti, sum kom í starv í Føroyum. Føddur í Klaksvík í 1945 og uppvaksin á Biskupsstøð, har foreldrini høvdu stórt virki.
    Mamman Jóhanna var dóttir Mikkjal Joensen hjá Dala Mikkjali á Tvøroyri. Pápin Rudolf Joensen úr Sørvági var yngsti sonur Tøðu Rasmusi úr Gádadali. Tey vóru í Danmark í 30unum og giftust har. Í 1939 fluttu tey til Klaks-víkar, har Rudolf tók upp starv sum løggildur elinnleggjari.
    43 min
  • Meg minnist: Bárður Jákupsson um Heðin Brú (2:2)
    Heðin Brú var sjálvstýrissinnaður javnaðarmaður. Upprunaliga var hann sjálvsstýrismaður, men í teimum ringu 30unum tók hann undir við javnaðarhugsjónini. Í 1950 var hann í uppskoti til løgmann.
    Honum dámdi illa tað politiska keglið millum sjálvsstýri og samband. Hann tók við sum búnaðarráðgevi og ferðaðist nógv um landið. Hansara stóra gjøgnumbrot var skaldsøgan Feðgar á ferð, sum kom út í 1940. Hetta er hansara høvuðsverk, sum er týtt til nógv fremmand mál.
    44 min
  • Meg minnist: Bárður Jákupsson um Heðin Brú (1:2)
    Heðin Brú var skaldanavnið hjá Hans Jacob Jacobsen úr í Stovuni í Skálavík. Í Stovuni var ein gomul ættarsøga. Sambært henni æt fyrsti maður í húsinum Høgni. Húsið stóð á Mittingi niðri við Mølina.
    Heðin Brú vildi sleppa burtur úr tí vanliga bydalívinum. Hann var til skips og fór á háskúla í Havn. Seinni fór hann niður á bóndagarðar og Lanbúnaðarháskúlan. Fyrsta stuttsøga hansara kom í Varðan, meðan hann var niðri.
    40 min

About Meg minnist

From the publisher's feed

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.

More shows like Meg minnist

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners